mánadagur 1. mai 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 18 • 1. MAI 2017
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: BILAR & FLUTNINGUR
A
v teimum nógvu bilmodellum sum millum
ár og dag koma á marknaðin, eru tað sera
fá sum blíva sonevnd samlaraopjekt. Men
tveir av hesum eru VW Typa 2 minibussurin og
Toyota Land Cruiser.
Báðir eru upprunaliga frá umleið 1950. VW
Typa 2 byrjaði sum vøruvognur í 1949 og Toyota
Land Cruiser er frá 1951.
VW Typa 2 bleiv skjótt væl umtóktur sum
vørubilur, og tað bleiv minibussurin við 9 siti
plássum eisini. Serliga í USA bleiv Deluxe
útgávan við síðurútum og rútum á takinum sera
væl umtókt. Her í Føroyum vórðu VW bussarnir
nógv nýttir til rutukoyring millum bygdir.
Toyota Land Cruiser byrjaði sítt lív sum
hernaðarbilur. Navnið Land Cruiser kemur av at
teir á mongum marknaðum kappaðust við tann
enska Land Rover.
Land Cruiser bleiv skjótt kendur fyri sín gjøg
numførda kvalitet, sum var nakað heilt óvanligt
fyri bilar tá í tíðini. Serliga er tað hesin FJ40,
ið bleiv gjørdur frá 1960 til 1984, sum hevur
størst áhuga millum samlarar.
Felags fyri hesar bilar er, at teir verða seldir
fyri sera høgan prís. Í USA kostar teir umleið
hálva millión krónur.
maggi@sos.fo
Bilar sum samlaraobjekt
Land Cruiser FJ40
VW Typa 2 Deluxe