Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-01, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mai 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 18 • 1. MAI 2017 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: BILAR & FLUTNINGUR Fylg bilinum á Tólnet N ú ber til at fylgja bilinum neyvt á netinum, meðan hann koyrir, tað sæst t.d. hvar hann koyrir, hvussu høg ferðin er, hvussu nógv brennievni er í tanganum og um spenningin á battarínum. Á einum yvirliti sæst og hvat klokk­an var, og hvussu langa tíð túrurin tók. Tað er Føroya Tele, ið slóðar fyri hesi tæn­ ast­uni og kallar hana Tólnet. Tað er tað, sum á altjóða máli verður rópt Internet of Things - ofta stytt IoT. Skipanin knýtir ymisk tól í lands­ umfatandi 4G LTE farnetið hjá Føroya Tele. Vit hava royndarkoyrt Tólnet við sera góðum úrsliti. Til ber at fylgja bilinum meðan hann koyrir, hvar hann er, hvussu høg ferðin er og snúningarnir á motorinum. Skipanin sigur neyvt frá hvar bilurin er parkeraður, og um bilurin er í gongd ella motorurin er sløktur. Við Tólnet í bilinum fær brúkarin fyri tað fyrsta eitt skjótt og álítandi 4G LTE internet, sum gagnar øllum í bilinum, og fyri tað næsta fær brúkarin atgongd til eina app, ið fortelur allar hugsandi upplýsingar um bilin, so sum tangastøðu, kilometravísara og GPSara. – Einans hugflogið setir mørk, tí hetta bil­ tól­ið kann eina rúgvu. Appin kann millum annað for­telja brúkaranum støðuna í tanganum, hvussu nógvar kilometrar bilurin hevur koyrt og støðuna á battaríinum, umframt at tólið er ein GPSari og internet í bilinum, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele. Við tíðini fer Føroya Tele at menna tólið til bilin, so tað eisini kann geva brúkaranum aðrar við­komandi upplýsingar, so sum brekfráboðanir og tíð til sýn og verkstað. – Tólnet kann vera allastaðni, tí í veru­leik­ anum er talan um tól við einum SIM-korti, sum so knýta seg í landsumfatandi 4G LTE netið hjá okkum. Tólnet í framtíðini kann verða alt frá tól­um, sum stýra brúkslutum heima við hús, og til onnur tól, sum hava stóran samfelagsligan týdning, sigur John Syderbø, marknaðar- og produkt­stjóri á Føroya Tele. Nýggjur og fram­ komin BMW 5 N ýggjasti BMW 5 er komin á føroyska mark­ naðin. Talan er um sjeyndu genera­tión av 5-røðini, sum kom á marknaðin fyrstu ferð í 1972. Í mun til forgangarin er hesin lættari, meira økonomiskur, rúmligari og á tremur við nútímans tøkni. Brúkaravinarligheit og komfortur eru lykla­ orðini hjá nýggju 5-røðini hjá BMW. Bilurin er eyðkendur av, at hann er sera lættur at hand­fara við t.d. nýggjastu generatiónini av iDrive-skip­anini. Koyrieginleikarnir eru nakað heilt fyri seg í besta BMW-stíli. Undirvognurin og fjaðra­skip­ anin eru ein so at siga fullkomin eind. Kom­fort­ urin í kabinuni er á sera høgum støði við góðum beinplássi framman og aftan. Í fyrstu atløgu fæst bilurin í hesum útgávum hvat motorum viðvíkur: 520i, 520d, 530i og 530d, eins og fleiri aðrar útgávur er ávegis sum t.d. plug in-hybrid. Nýggja 5-røðin líkist nógv tí størru 7-røðini hjá BMW. Hetta er ikki uttan orsøk, tí teir eru bygd­ ir yvir sama plattform og hava tí nógv til felags. BMW er nummar eitt sætta árið á rað í AutoIndex-kanningini hjá FDM í Danmark yvir teir best nøgdu bileigararnar. Kanningin vísir, at BMW kundarnir eru sera væl nøgdir við sínar bilar, og við tænastuna teir fáa. Nýggi BMW 5 kann síggjast og roynast hjá Nordcar.