Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tangaskip bunkrar á Fuglafirði – Nógv skipa-og vinnuvirksemi hevur verið í Fuglafirði higartil í ár, og hetta merkist eisini hjá Effo Bunkers, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted Vilmund Jacobsen Klokkan 08.45 týsmorgunin kom danska tangaskipið Torm Platte á Fuglafjørð at bunkra. Skipið er komið úr Savanna í Georgia í USA og er á veg til Melkøya í Noregi. Hjá Effo Bunkers í Fugla­ firði bunkrar skipið 350 tons av lágsvávulolju, tí loyvt er ikki at fara í norskt øki við ov nógvum svávuli í oljuni. Torm Platte hevur ikki bunkr­að á Fuglafirði áður. Skipið er 184 metrar langt, 29.242 BRT, og deyðvektin er 46.959 tons. Rólant Højsted, havn­ar­ meist­ari við Fuglafjarðar havn, sigur, at ein bunkring á 350 tons, sum bunkringin hjá Torm Platte er, svarar til um­leið eina bunkring hjá teim­um stóru føroysku upp­ sjóv­ar­skipunum. Nógv virksemi Tey stóru uppsjóvarskipini plaga at bunkra millum 300 og 400 tons hvørja ferð. – Tað er javnan, at stórar bunkr­ingar eru hjá Effo Bun­kers og umframt stóru før­oysku skipini, er javnan, at russ­iskir trolarar, sum fiska um okkara leiðir, eisini bunkra í Fuglafirði. Sama er við øðrum útlendskum skip­ um, sum eitt nú landa upp­ sjóv­ar­fisk í Fuglafirði, Rólant Højsted sigur, at um­framt fiskiskipaflotan, kem­ur eisini fyri av og á, at skip, sum sigla um okk­ara leið­ir, leggja inn á Fugla­fjørð at taka olju, eins og Torm Platte gjørdi í gjár. – Tað hevur verið nógv skipa- og vinnuvirksemi í Fugla­firði higartil í ár, og hetta merkist eisini hjá Effo Bunkers, sigur havn­ar­meist­ ar­in. Tangaskipið, Torm Platte, sum bunkraði á Fuglafirði í gjáramorgunin, er 184 metrar langt og 29.242 BRT stórt Árið hevur roynst væl hjá Havsbrún Higartil í ár hevur Havsbrún keypt umleið 150.000 tons av uppsjóvarfiski Vilmund Jacobsen Tá árini royndust best í nøgd hjá Havsbrún í Fuglafirði, keypti virkið umleið 335.000 tons av fiski til sína fram­ leiðslu. Tey góðu árini vóru ser­liga 2004 og 2005. Men, sum árini gingu, mink­aðu nøgdirnar, og í 2012 var samlaða ráfiskanøgdin heilt niðri á umleið 47.000 tons­um. Seinnu árini hevur ging­ið væl betri við ráfiski, og nøgd­ ir­nar hava táttað í 200.000 tons um árið. Og higartil í ár sær bara heilt væl út. 150.000 tons Rólant Højsted, havn­ar­meist­ ari við Fuglafjarðar havn, sigur, at ráfiskanøgdirnar, sum Havsbrún hevur keypt hig­artil í ár, liggja um 150.000 tons, og framvegis kemur nógv­ur svartkjaftur upp á land í Fuglafirði. – Her er stórt sæð kø til land­ing alla tíðina. Fagraberg er júst liðugur at landa, og nú kem­ur Høgaberg til. Síðan vænti eg, at Huginn, sum eis­ini landaði í Fuglafirði 27. apríl, kemur at landa. Havnarmeistarin vís­ir á, at føroyska svart­kjafta­kvot­ an er stór í ár, og einki bendir á, at veiðan fer at helma enn á sinni. – Vit kunnu vænta, at skipini vera á svart­kjafta­ veiði eina rúma tíð enn, og síð­an plaga tey aftur at fara á svart­kjaftaveiði seint í heyst – eft­ir, at tey hava fiskað makr­el og sild, sigur Rólant Høj­sted. Nógvur svartkjaftur kemur upp á land í Fuglafirði, og javnan liggja skip og bíða eftir landingartørni Mynd: Jóannes S. Hansen Líka frægt at mála skipið Línuskipið Sandshavið, sum seinastu tíðina hev­ ur staðið á bedingini hjá MEST í Havn, var fyri pásk­ir ávegis til fiskiskap í íslendskum sjógvi, tá teir fingu trupulleikar við pakkdósini til stevnurørið. Skiparin gjørdi av at seta kós móti Føroyum aftur. Hetta kundi kennst eitt sindur súrt, tí sum skilst, vóru teir næstan komnir á fiskileið í íslendskum sjógvi, tá teir vóru fyri hesum óhappi. Á sínari Faceboo- síðu um dagarnar, sigur reiðarin á Sandshavinum, Kristian Martin Petersen, at Sandshavið var 315 dagar á havinum í 2016. – Men, longu í januar í 2017 hevði skipið bara 10 fiskidagar eftir fram til 31. august. Tá skal havast í huga, at fiskiárið byrjar 1. september. Men, tað er ikki lætt at breyðføða 14 familjur við 10 døgum í tíðini frá februar til august. Tá er líka frægt at mála skipið, so tað verður pent, tá 1. januar 2018 kemur, sigur reiðarin.