Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur av Rana Almenningurin fær ein gylt­an møguleika at fáa inn­lit í virkisøkið hjá Al­ manna­verkinum, tá Norður­ landahúsið fríggja­dagin 5. mai letur dyrnar upp til stóru ráðstevnuna Vit vilja gera mun 2017, ið Almannaverkið skipar fyri. Sum heitið leggur upp til, so er talan ikki um fyrstu ferð, at Almannaverkið skip­ ar fyri slíkari ráðstevnu. – Vit høvdu eitt líknandi tiltak fyri tveimum árum síð­ an í samband við 40 ára føð­ ingardagin hjá Al­manna­verk­ inum. Tá settu vit eitt fakligt sjóneyka á al­manna­fyrisiting og al­menn­ar tænastur. Tað eydn­aðist so mikið væl, at vit avgjørdu at gera tað við jøvnum mill­um­bili framyvir, sigur Edvard Heen, stjóri á Al­ manna­verk­inum. Sjónligari At tað er ein viðkomandi stovn­ur, ið fríggjadagin glopp­ar dyrnar fyri føroy­ ing­ar at fáa innlit í teirra virk­semi er lítið at ivast í. Almannaverkið umsitur ein trið­ing av játtanini á fíggjar­ lógini, og eru túsundtals av føroyingum knýttir til stovn­ in. – Triðja hvør króna á fíggj­arlógini fer gjøgnum Almanna­verkið, og 17.161 borg­arar fingu eina ella aðra tænastu frá Al­manna­ verkinum í 2016. Tað er 34-35 prosent av føroysku tjóðini, vísir Edvard Heen á. Kortini er vitanin um stovnin avmarkaður millum før­oyingar, og er tað ein av orsøkunum til ráðstevnuna. – Hetta er ein liður í okk­ ara málið at gera Almanna­ verkið sjónligari. At kunna um hvørjar tænastur vit veita og hvørjir borgarar nýta tænasturnar, so at før­ oyingar fáa innlit í hvat pen­ ingurin verður brúktur til, sigur Edvard Heen, Stongt land Ráðstevnan í sambandi við 40 ára dagin vísti nevniliga, at føroyingar høvdu saknað kunning um virksemið hjá Almannaverkinum. – Fólk vóru glað fyri ráð­ stevnuna fyri tveimum árum síðan. Tá hoyrdu nógv fyri fyrstu ferð, at vit umsita ein triðing av fíggjarlógini, at Almannaverkið hevur umleið 17.000 brúkarar, at vit halda til í 75 støðum kring landið, og at tað eru eini 5-6.000 hjálpitól í føroysku heimunum. Hetta var kunn­ing, ið ikki hevði verið frammi fyrr, og fólk tóku væl ímóti tí, sigur Edvard Heen, og leggur afturat. – Til fyri tveimum árum síðan var Almannaverkið eitt stongt land. Fólk vistu ikki reiðiliga hvørjar tænastur vit veittu, og kendu lítið og einki til okkara virksemi. Samskiftið er týdningarmikið Fleiri ferðir í samrøðuni legg­ur stjórin á Almanna­ verk­inum áherðslu á, hvussu týdningarmikið tað er, at stovnurin er opin og fyrikomandi fyri borg­ar­ar­ nar. Sjálvur metir hann, at tað er besti mátin at fyri­ byrgja keðiligar søgur um Almannaverkið. – Tað er við til at skapa ein frið um Almannaverkið, og tíbetur eru fáar keðiligar søgur í fjølmiðlunum um stovnin. Tað eru tó nógvir borg­arar, ið ikki fáa tí við­ gerð, ið tey kundu ynskt, men tey fáa eina frágreiðing um hví so er. Tað kann m.a. vera tí, at vit ikki hava fíggj­ ar­liga umstøðurnar at hjálpa ella onkur onnur grund­gev­ ing. Men fólk fáa eina grund­ geving, greiðir Edvard Heen frá. Stjórin vísir á, at ein or­ søkunum til, at tað í dag eru færri keðiligar søgur at hoyra um stovnin í mun til áður, er ein broyting í arbeiðsháttinum. Framleiða til vinnuna Hallur av Rana Meðan flestu hølini í Norð­ ur­landahúsinum fríggja­ dag­in verða brúkt til fyri­ lest­rar, so er Klingran sett av til eina serliga fram­sýn­ ing við vørum og virk­semi hjá verkstøðunum hjá Al­ mannaverkinum, og verð­ur hon býtt upp í trý økir, ið øll á hvør sín hátt lýsa hendan partin av virk­sem­inum hjá Almanna­verkinum. – Við framsýningini vilja vit sýna fjølbroytta arbeiði á vardu verkstovunum. Hesa­ ferð serliga hvat vit gera fyri føroyska vinnu­lív­ið, sigur Elisabeth Hen­rik­sen, eind­ arleiðari í Al­manna­verk­in­ um, og greiðir víðari frá f r a m ­ sýningini. – Hon er tríbýtt. Eini p a r t ­u r i n vísir tey fínu hand­ verkini, ið vit selja í sølu­búð­ u n u m , e i n p a r t u r v í s i r h v a t v i t framleiða til føroyskar fyritøkur, og so fara vit at hava ein livandi part, har fólk fara at sita í døg­ urðasteðginum og vísa hvussu vit framleiða vørur, sigur Elisabeth Henriksen. Sjey verk- og veristøð Tað eru fólk, ið eru á fyri­ tíðar­pensjón, ið arbeiða á teimum fimm verkstøðunum hjá Almannaverkinum kring landið. Tilsaman eru 200 fólk knýtt at verk- og veru­ støðunum. – Fyri arbeiði fáa tey flestu eitt ískoyti til pen­ sjón­ina, men fáa eisini inni­ hald í gerandisdegnum, tá tey sleppa at arbeiða við onkr­um, greiðir Elisabeth Henrik­sen frá. Arbeiðsuppgávurnar eru eisini deildar soleiðis, at øll kunnu veita eina hond, – Vit hava eitt orðatak, ið sigur, at eingin dugir alt, men øll duga okkurt, og saman blívur tað til nakað, sigur Elisbeth Henriksen. Framleiða fyri vinnuna Elisabeth Henriksen greið­ir frá, at tað serliga er fram­ leiðslan til føroysku vinnuna, ið man ynskir at varpa ljós á hesa ferð. – Tað eru nógvir mátar, ið føroyskar fyritøkur kunnu vísa sosiala ábyrgd. Vit hava m.a. tørv á, at tær bíleggja vørur frá okkum, og tað eru eisini nógvar fyritøkur, ið bíleggja frá okkum sum nú er. Tað eru vit glað fyri, tí tey kundu væl havt bílagt vør­ urnar úr Kina, sigur Elisbeth Henriksen. Millum kundarnar hjá verkstøðunum hjá Almanna­ verkinum kunnu m.a. nevn­ ast Kósin í Klaksvík, ið keyp­ir plattar frá platta­ virk­inum, Landsverk, ið keyp­ir prestarnar, ið standa fram við vegnum, Atlantic Air­ways, ið keypir viðføris­ merkir, Strand­ferðslan, ið keypir spýggjubakkar, Lands­sjúkra­húsið, Apotekið og før­oysku kommunurnar. hallur@sosialurin.fo – Til fyri tveimum árum síðan var Almannaverkið eitt stongt land. Fólk vistu ikki reiðiliga hvørjar tænastur vit veittu, og kendu lítið og einki til okkara virksemi. Tað sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum. Fríggjadagin skipar stovnurin fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har føroyingar fáa møguleikan at læra meira um stovnin VARPA LJÓS Á ALMANNAVERKIÐ RÁÐSTEVNA – Vit hava eitt orðatak, ið sigur, at eingin dugir alt, men øll duga okkurt, og saman blívur tað til nakað, sigur Elisbeth Henriksen Norðurlandahúsið verður karmur um ráðstevnuna