Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 RÁÐSTEVNA – Starvsfólkini hava fing­ið at vita, at keðilig mál skulu avgreiðast fimm ferðir so skjótt sum góð mál. Um ein borgari er ónøgdur við eitthvørt, so skal tað málið takast fyrst og ikki leggjast niðast í rúgvuna. Málið má við­gerast, og viðkomandi skal fáa eina erliga kunning um støðuna. Einki við at pakka tað inn á nakran hátt. Tað er eitt erligt og opið sam­skifti, ið skapar frið um stovnin, sigur Edvard Heen. hallur@sosialurin.fo Vit missa ungdómin »Triðja hvør króna á fíggjar­lógini fer gjøgnum Almanna­ verkið, og 17.161 borgarar fingu eina ella aðra tænastu frá Almanna­ verkinum í 2016. Tað er 34-35 prosent av føroysku tjóðini« EDVARD HEEN – Tað vit hava lagt merki til í okkara skipan er, at tað eru 600 føroyingar í aldrinum 18 til 35 ár, ið ikki megna at seta fót undir egið borð uttan almenna stuðul, sigur Edvard Heen – Starvsfólkini hava fingið at vita, at keðilig mál skulu avgreiðast fimm ferðir so skjótt sum góð mál. Um ein borgari er ónøgdur við eitthvørt, so skal tað málið takast fyrst og ikki leggjast niðast í rúgvuna, sigur Edvard Heen 08.30 Høllin Skálin Norðurstova Dansistovan Klingran 10.45 Stuttur steðgur 14.00 14.30 Upplegg til kjakfund Kaffi, frukt og kaka í forhøllini 10.00 11.00 13.15 15.00 11.50 Sosialar tænastur í framtíðini Charlotte Markussen, stjóri í Høje Taastrup Kommune ADHD Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni, Psykiatriski Depilin Filmar um Almannaverkið Tá myndugleikar arbeiða saman Berit Unn Petersen, AV Doris Bjarkhamar, AMR Skapandi arbeiði Skapandi arbeiði Skapandi arbeiði Skapandi arbeiði 15.45 Endi Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum Sjálvsavgerðarrættur Bernhard Jensen, chefkonsulentur Kjakfundur Vit missa ungdómin! Ungfólk finna seg ikki til rættis í føroyska vælferðarsamfelagnum Námsfrøðilig autismu-ráðgeving Anna Sofia Egilstrøð, AV 12.45 Ársins rúmligi arbeiðsgevari verður útnevndur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna Familjubakgrund og sosial marginalisering Lars Benjaminsen, granskari/Ph.d., SFI Álit og eftirlit Tina Øllgaard Bentzen, Ph.d., Adjunkt, RUC Ferðsluljós Julianna Næs Olsen, AV Gera sosialu tænasturnar mun? Birgitte Anker, stjóri í Socialstyrelsen í Danmark Filmar um Almannaverkið Filmar um Almannaverkið Ábit Forhøllin Førleikakumpass – ein partur av virkisætlanini Súsanna Hovgaard Clementsen, Brian Kjær Kruse, AV Vit vilja gera mun Norðurlandahúsið - dyrnar lata upp 09.00 09.15 Hvussu ger Almannaverkið mun? - Høllin Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum Dagurin verður settur - Høllin Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna Hallur av Rana Síðsta tiltakið á ráðstevn­ uni hjá Almannaverkinum er ein forvitnisligur kjak­ fundur við heitinum Vit missa ungdómin, sum byrj­ar klokkan 14.30. Kjak­ fund­urin viðgerð evnið um hví nøkur ung detta niður­ ímillum í dagsins samfelag. – Tað vit hava lagt merki til í okkara skipan er, at tað eru 600 føroyingar í aldrinum 18 til 35 ár, ið ikki megna at seta fót undir egið borð uttan almenna stuðul. Vit hava ikki áður gjørt slík hagtøl, so vit vita ikki, um gongdin er vaks­andi, men vit vita, at sami trupulleiki er í grannalondunum, har tað er ein vaksandi bólkur av ungum, ið ikki megna at byrja egnu tilveru, sigur Ed­ vard Heen. Torført er at siga júst hvat orsøkin er til, at so nógvir ungir føroyingar stríð­ast við at fáa ger­andis­ dagin at hanga saman, men Edvard Heen vísir m.a. á, at nútíðar samfelagið setir hørð krøv til familjurnar. – Familjur renna í dag sum hamstrarar í einum rennihjóli, men kortini er tað trupult at fáa ger­andis­ dagin at ganga upp. Roynt verður at fáa øll ítrivini hjá vaksnum og børnum at ganga upp í eina hægri eind, meðan tað ikki longur er tíð til samveruna og byggja felags virðir, sigur Edvard Heen og leggur aft­ urat. – Áður høvdu børn og ung møguleikan at tøva og gera feilir í ymiskum upp­ gávum. Í dag, fyri at tað skal ganga skjótt og lætt, eru tað foreldrini, ið taka yvir uppgávurnar. Úrslitið er, at man fær eitt ættarlið av ungum vaksnum, ið fyri fyrstu ferð í lívinum mugu taka egnar avgerðir. Tað eru tey ikki von við. Ein annar trupulleiki, metir Edvard Heen, er ein arbeiðsmarknaður, ið setir alsamt hægri krøv. – Arbeiðsmarknaðurin er radikalt broyttur síðstu 15-20 árini. Nógv fleiri og strangari krøv verða nú sett til førleikar og út­búgv­ingar. Í dag kanst tú ikki bara fara til skips, men má taka eitt trygdarskeið. Tá tú so hevur fingið kjans, so eru skipini í dag stórar flótandi verksmiðjur, ið seta krøv til tín tekniska før­leikar, sigur Edvard Heen, og vísir eisini til banka­heimin. – Har tú fyrr kundi fáa eina yrkisleið í bankanum við at byrja sum lærlingur eftir miðnámsskúla, krevja fleiri størv í bankanum í dag, at man hevur góð próv­tøl frá eini hægri út­ búgving. Tað eru hesi økti krøvini, ið nógv ikki megna. Hjá Almannaverkinum síggja tey avleiðingarnar av herdu krøvunum á bíði­ listunum til bústaðir fyri ung. – Fyri 20 árum síðan vóru tað næstan bara menn­ingartarnað, ið vóru á bíði­lista hjá okkum, men í dag eru tey undir 40 pro­sent av samlaðu um­søkj­arunum. Tað vil siga, at 60 prosent hava aðrar diagnosur. Tað er ein stað­festing av, at tað eru heilt aðrir trupulleikar, ið ung hava at stríðast við í dag, sigur Edvard Heen. Pallborðsfundurin byrj­ ar klokkan 14.30, og eru tað Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Firouz Gaini, Ph.D., Rógvi Thomsen, cand.ped., Leif Olsen, sosialráðgevi, og Tóra Petersen, Ph.D., ið manna pallborðið. hallur@sosialurin.fo