Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Hornorkesturstevnur o.a. Karl Guttesen Í samband við 95 ára føðingar­ dag­in hjá Har­moniorkestr­inum G.H.M. (Georg Hansen´s Minnið), sum júst er farin framvið tann 14 mars í ár, koma tankarnir fram um Hornorkestur-stevnurnar, sum síðan 1966 hava verið á hvørjum ári, og har G.H.M. hevði sín stóra leiklut saman við Sørvágs Tónleikarafelag og dirigenti tess Leif Nolsøe. Eis­ini hava ungir horntónleikarar sókn­ ast eftir hvussu alt hetta kom í lag. Hugskotið til stevnurnar kom longu í sept 1965, tá eg sum formaður í G.H.M. fekk bræv frá Leif Nolsøe um ætlanina, har hann spurdi hvat eg helt um hugskotið. Hann fekk svar longu í sama mánaði, har eg tók undir við hesum tiltaki, og vildi fegin hjálpa til at fyrireika hesa ætlan. Vit samdust um at boða øllum hornorkestrum frá, og at møta til fyrireikingarfund á Hafnia 18 okt 1965. Møttir vóru: Leif Nolsøe – Sørvágs Tónleikarafelag, Otto Samuelsen – Klaksvíkar Horn­ orkestur, Árni Traber – Vestmanna Hornorkestur, Ludvig Breckmann – Havnar Hornorkestur, og Karl Guttesen – Harmoniorkestrið G.H.M. Menn vóru samdir um, at vit á henda hátt komu saman, ikki til kappingar, men ein roynd at vekja ansin fyri horntónleiki, og annars økja um samarbeiðið feløg­ ini ímillum. Annar fyrireikingarfundur varð hildin 5 mars 1966. Við vóru: Leif Nolsøe S.T., Eli Nolsøe – K.H., Árni Traber – V.H., Ludvig Breckmann – H.H. og Karl Guttesen – G.H.M. Triði fyrireikingarfundur varð hildin 17 apríl 1966, har møttir vóru Zakaris Leitisstein – Nes Sóknar Musikfelag, Leif Nolsø – S.T., Eli Nolsøe – K.H., Árni Traber – V.H., Ludvig Breckmann – H.H. og K. Guttesen – G.H.M. har varð avgjørt at hava fyrstu stevnuna 30 apríl í Vestmanna við skrúðgongu og útikonsert. Síðani skuldu øll orkestrini spæla ein marsj saman, og loksins felags borðhald á Hotell­ inum. Hóast tríggjar fyrireikingar­ fundir hevði eingin hugsað um eina B-ætlan, og júst hendan bleiv neyðug, tá ið øll orkestrini møttust í Vestmanna 30 apríl 1966. Veðrið var vánaligt við regni, so alt uttandura virksemið mátti avlýsast. So varð roynt at koma inn í fimleikahøllina í skúlanum, men skúlastjórin (Traber) helt tað vera óhóskandi at hava slíkt tiltak í skúlanum, og segði nei. Síðan varð ein roynd gjørd at tosa við varastjóran Mann­ bjørn Mortensen, sum gav loyvi, og bjargaði sostatt konsertini, sum varð hildin í fimleikahøllini undir teimum umstøðum sum har góvust, meðan regnið alsamt ráddi uttandura. Um kvøldið varð felags borðhald á Hotellinum. Sum áður sagt var veðrið ill­ fýsið henda dagin, og uppi á Hóris­ gøtu var vátakavið, tá vit komu hagar. Oyggjarvegurin var ikki samanbundin tá, so neyðugt var at ganga við øllum viðføri umleið 60 metrar til hin endan á vegnum, har bussar og onnur akfør bíðaðu. Oyggjarvegurin bleiv samanbundin stutt aftaná – tann 6 juni 1966. Í 1973 kom Fuglafjarðar Horn­ orkestur við, Eiðis Ljómfelag í 1977 og Tvøroyrar Hornorkestur í 1982, meðan Vestmanna Hornorkestur ikki hveur verið við seinastu árini. Hornorkesturstevnan í 2017 er nr. 52, og verður í Sørvági dýra biðidag 12 mai, og verður tá gott høvið at minnast undangongu­ mannin Leif Nolsøe. Vagn Holmboe og kórsangur í Føroyum Ólavur Hátún Ein dagin í mín­ ari lestrartíð í Keyp­mannahavn í fyrru helvt av 60-árunum komu vit í tíma hjá mínari sang­ lærarindu Jolanda Rodio á tal um føriskt mentanar- og tónlistarlív. Nevndi tá m.a., at vit á føriskum máli áttu skaldskap á høgum al­ tjóða stigi, yrkingar, sum vit kór­ fólk í Føroyum kundu ynskt okk­um at kunnað framborið í sam­svarandi framkomnum kór­ búna. Spurdi, um hon kanska visti um onkran kórkomponist, sum við innliti í fólkatónleik og við væntiligum førleika at seta seg inn í serføriska tónaheimin kundi havt hug at roynt seg við kórsatsum til úrvaldar føriskar yrkingar. “Det må være Vagn Holmboe,” segði Jolanda tá beinanvegin. Stutt eftir skipaði Jolanda fyri døgurðaløtu, har eg á fyrsta sinni hitti hjúnini Vagn og Metu Holmboe. Við mær hevði eg úrval av yrkingum eftir J.H.O. Djurhuus, bæði á blað og lisið inn á band, og sum Ebba Hentze hevði prosatýtt til danskt. Eisini hevði eg upptøkur av kvøðing og dansi í Nólsoy og í Sumba við. Jú, Holmboe var sjón­ liga hugtikin. Hetta var stutt fyri summ­ar­ frí, og longu beinanvegin aft­ur við lestrarársbyrjan á kon­serva­ toriinum kom hann og fekk mær handrit við 6 kórsatsum. Lítillátin, sum hann var, og eyðmjúkur yvir fyri uppgávuni helt hann fyri:” Jeg ved ikke, om jeg har ramt rigtigt – håber, man vil kunne bruge disse satser på Færøerne”. Heima á mínum loftskamari settist eg spentur at spæla. Men hvat? Hetta var jú heilt annað tónalag, enn tú áður hevði verið í samband við. Har var tó onki við at gera. Hesir kórsatsir vóru bílagdir, og tí var tað eins skylda at royna at koma til sættis við teir. Dagliga vóru hesi nótabløð fyri hond á klaverinum, og so við og við opnaðist fyri tær ein nýggjur tónaheimur, sum við sínum neyva sambandi við tekstinnihaldið og í mongum førum sínum ser­ føriska dámi sum frá leið gjørdist einum so ríkur, sum tú neyvan hevði upplivað hann áður.Líkn­ andi uppliving sum hjá mær á klaverbonkinum á Østerbro fingu sangarnir í Havnarkórinum, tá vit av álvara settu Holmboe á sangskránna. Undrandi hugdu tey upp, tá tónar skurrandi brustu saman og ilt var at finna nakran melodiskan samanhang. Men tolin og jalig sótu tey við nótablaðnum, og sum við allari sannari list fór smátt um smátt at rína við – ja, so mikið, at hesir nýggju satsir javnbjóðis kórperlum úr klassiska kórrepertoarinum gjørdust kær­ asta ítrivið hjá kórinum. At hetta íkastið til føriska kórmenning frá listamanni sum Vagn Holmboe – ein hin fremsti symfonikarin í Norðurlondum og hartil gitin langt út um landamark eitt nú fyri sínar strúkikvarettir – eisini hevur havt ávirkan á nútíðar føriska kórtónleikaskapan, man lítil ivi vera um. Í hesari kórbókaútgávu hava vit valt eina ljóðføðiliga stavseting, ið ikki minst er fyrimunur í sangligum høpi fram um ta viðurkendu upp­ runafrøðiligu, sum í sær ber ov lítið atlit til nútíðarmálið. Eftir verandi stavingarlag er tað eisini illa møguligt hjá útlendskum kórum ljóðrætt at kunna endurgeva ein kórsats á føriskum. Óvísindalig ferðslukanning Eyðbjørn av Kamarinum Frígg jadagurin 29. apríl var síðsti gerandisdagur, loyvt var at koyra við píkadekkum. Sum síðu­ viðmerking kann sigast, at eg nýti ikki píkadekk. Henda dagin fari eg í ørindum norðureftir og geri av, at ein smá­ kanning av hvussu nógvir norðan­ menn (og -konur), ið veruliga ar­beiða í Havn og morgun eftir morgum koma pøsandi inn í býin á sínum píkadekkum, er uppá sítt pláss at gera. Fáið tilvildarliga hjálp frá studentaskúlanæmingum sum henda morgun hava forðað ferðsl­ uni inn í býin. Takki teimum fyri tað! Gjørdi tað til eitt spæl at telja. Fari úr Blómubrekku kl. 07.45. Nakrir av bilunum sum eg telji yvireftir vegnum Langa eru helst komnir frá Løgmannabreyt og inni á Gøtu, men hesir munnu vera rímiliga fáir, so eg taki teir við. Útvarpið – Góðan morgun Føroyar, hjálpir væl til ruðuleikan við at royna at beina ferðsluna av Vegnum Langa niðan eftir Sunds­ vegnum og oman Villingar­dals­ vegin (sum ikki hevur verið koyr­ andi í mánavís vegna veg­arbeiði). Fari undir teljingina í rundkoyr­ ingini Sundsvegur/Vegurin Langi (tað er beint omanfyri bakaríið Mylnuna), yvir til rundkoyringina á Hvítanesvegnum og norðureftir Kaldbaksvegnum gjøgnum tunn­ ilin í Kollfaradal og til víkiplássið við Kollafjarðavegin. Her støðgar teljingin og klokkan er 08.00. Samlaða talið eg komi til er 389 (trýhundrað og áttati nýggju) bilar av øllum handa slag, bussar og lastbilar men stóri parturin (oman fyri 95%, giti eg) vóru persónbilar allarflestu við bert einum persóni í. Møtti nøkrum motorsúkklum, men tær taldi eg ikki við. Og tað hevur tikið mær nágreint 15 minuttir síðan eg fór úr Blómubrekku. Meti eg, at hetta er umleið ferðslan sum er inn í Havnina t. d. millum kl. 7.00 og 9.00, so koma 1.556 bilar skotrandi inn í Havnina hesar báðar tímarnar, og at slíkt sæst aftur í ferðslumynstrinum og par­ keringsmøguleikunum í býnum, kann ikki undra! Tvær borgarstjóraloysnir eru frammi: Heðin Mortensen vil hava ferðsluna norður um býin og yvir í Marknagilsvegin, meðan Annika Olsen vil gera ein tunnil av Hvítanesi og niðan í Krákugjógv. Hvørgin loysnin er nýtilig í bræði. Hvørgin teirra mann lata seg gera, áðrenn hesir hálvtannað túsund bilarnir koma floymandi ígjøgnum Hvítanestunnlin og banka uppá dyrnar í Havnini. Heldur eigur Tórshavnar Komm­una at lata byggja eitt par­ keringshús til einar 2.000 bilar á hóskandi staði áraka Hvítanes. Bussleiðin verður samstundis umløgd, soleiðis at inn í Havnina slepst áleið hvørjar 10-15 minuttir. Parkeringsgjald (lat meg bert siga eitt tal: 30 kr. fyri eftiransaða parkering) og samstundis gevur hetta gjald (kvittan) rætt at nýta býbussarnar fyri dagin). Samstundis verður stílað so­ leiðis fyri, at Havnarfólk náttúrliga ókeypis kunnu seta sínar bilar í nærumhvørvinum. Almennir par­ keringsbásar skulu sjálvandi eisini vera, har loyvt er (ímóti gjaldi) at seta bilin frá sær í einar 15-30 minuttir, kanska upp í 1 tíma. Fyri mær at síggja er avmarkað parkering í Havnini ein háttur at minka álvarsliga um ferðslutrýstið í býnum og ikki minst eigur (á vetri) at vera bannað at koyra við píkum í Havnini. Hetta kom at síggja út sum um píkarnir vóru fremstir í hug­ inu­m. So er ikki – hetta var meira ein staðfesting av, at fjøld av føroyingum koyra allan veturin – heilt óneyðugt – á píkum. Og hetta var so mín óvísindaliga niðurstøða eftir eina óvísindaliga kanning. mánadagur 1. mei 2017