týsdagur 2. mai 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
- Zagreb, Kroatia
Føroyski U17
landsliðshópurin tekur 20
spælarar, sum komandi
dagar skriva føroyska
fótbóltssøgu. Talan er um
spælarar úr øllum land
inum, umframt onkrar
sum spæla í Danmark.
Vit fara her at hyggja
nærri at teimum tjúgu
spælarunum, sum eru
við til EM endaspælið í
Kroatia.
ÍTRÓTTUR
HER ER EM-LIÐIÐ
U17 til EM í Kroatia:
Í dag er ein tann størsti dagurin í føroyskari fótbóltssøgu. Føroyar skulu klokkan 11 føroyska tíð spæla móti
Skotlandi. Talan er um fyrsta dystin nakrantíð hjá einum føroyskum landsliðið til eitt EM ella eitt HM-endaspæl
1 - Bárður á Reynatrøð
Føddur: 08-01-2000
Hædd: 184 cm
Vekt: 83 kg
Felag: Víkingur
Pláss: Goalkeeper
Spælir við 1. deild hjá Víkingi
og hevur verið partur av U15
landsliðnum frá 2013 til 2015.
Hevur spælt 17 U17 landsdystir. Í
fjør var hann við FC Midtjylland
í kapping í Týsklandi. Er
varaliðskipari á U17 landsliðnum,
men av tí at verandi liðskiparin,
Fróði Rasmussen úr B36 ikki er
við, so verður tað málverjin, ið
hevur liðskiparabandið. Hevur
leikbann fyrsta dystin.
2 - Sjúrður Pauli Nielsen
Føddur: 18-04-2000
Hædd: 171 cm
Vekt: 62 kg
Felag: NSÍ
Pláss: Verja og miðvøllur
Hevur spælt 18 U-landsdystir fyri
Føroyar. Er partur av spannandi
árgangi hjá NSÍ og verður spáddur
at hava eina bjarta framtíð á besta
liðnum. Er ágrýtin, skjótir og
kvikar føtur. Kann spæla á fleiri
plássum. Var ikki við ”Elite Round”
vegna skaða, men er við aftur nú.
3 - Andrias Edmundsson
Føddur: 18-12-2000
Hædd: 192cm
Vekt: 79 kg
Felag: B68
Pláss: Miðvøllur og verja
Ert að triði í røðini av
Edmundsson beiggjunum. Er
seinasta árið vaksin nógv og fekk
sítt gjøgnumbrot til ”Elite Round”
undankappingina á Kýpros, tá
hann spældi á vinstra bakki. Er
eitt sindur ólíkur beiggjunum
Jóan Símun og Hákun, sum báðir
eru framrættaðir, men hevur sína
styrkju í kropsstyrkini, tó at hann
eisini er sterkur á bóltinum.
4 - Dann Fróðason
Føddur: 27-04-2000
Hædd: 191 cm
Vekt: 87 kg
Felag: 07 Vestur
Pláss: Miðverji
Enn ein risi á føroyska U17
landsliðnum. Hevur fast
pláss í miðverjuni, men hevur
eisini skotið fýra mál í 12 U17
landsdystum. Skal taka yvir
stýringina í verjuni, nú liðskipari
Fróði Rasmussen ikki er við. Er
næst hægsti spælarin á liðnum.
6 - Magnus Holm Jacobsen
Føddur: 23-05-2000
Hædd: 185 cm
Vekt: 70 kg
Felag: B36
Pláss: Verjukendur miðvallari
Er ein av persónligheitunum
og lyklaspælarunum á liðnum.
Hevur longu fingið sínar fyrstu
minuttir á besta liðnum hjá B36,
og tað eru blivnir til 11 dystir á U17
landsliðnum. Er ótrúliga sterkur á
bóltinum og er ikki bangin fyri at
geva ilt av sær. Tað vinnur nógvar
bóltar, men kostar eisini onkur
gul kort. Hann hevur fingið fimm
av teimum higartil og tað er mest
av øll um U17 spælarunum í EM.
Hevur leikbann til fyrsta dystin.