Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51 ÍTRÓTTUR Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin 7 - Hanus Sørensen Føddur: 19-02-2001 Hædd: 177 cm Vekt: 68 kg Felag: FC Midtjylland (Dk) Pláss: Vinstri vongur Er eisini ein av lyklaspælarunum á liðnum. Skoraði millum annað móti Slovakia í avgerandi dyst­ inum í ”Elite Round” undan­kapp­ ingini. Skifti fyri kortum til FC Midtjylland í Danmark, har hann hevur eina málrættaða ætlan um at blíva yrkisfótbóltsspælari. Er sterkur á bóltinum í ein móti einum støðum, og dámar væl at koma í støður til skot ella innlegg. Helst eitt navn, sum fótbóltsføroyar skal til at minnast. 8 - Asbjørn Heðinsson Føddur: 19-12-2000 Hædd: 180 cm. Vekt: 70 kg. Felag: 07 Vestur Pláss: Verja/miðvøllur Er ein av tveimum spælarum hjá 07 Vestur, sum eru við á U17 landsliðnum. 07 Vestur ger veruliga eina roynd at bjóða seg fram í føroyskum fótbólti, og tað skal vónandi verða við egnum fólki. Verður lýstur sum ein arbeiðishestur, ið kann renna sólina svarta, og kann spæla á fleiri plássum. Hevur spælt 13 U-landsdystir. 9 - Stefan Radosavljevic. Føddur: 08-09-2000 Hædd: 180 cm Vekt: 74 kg Felag: TB/FCS/Royn Pláss: Framrættaður miðvallari Hevur longu prógvað, at hann hevur eina málnøs við tveimum málum fyri U17 landsliðið. Hann er sonur Aleksandar Radosavljevic, vanliga nevndur Sasha, ið millum annað umboðaði TB og Royn í síni fótbóltsárum. Hann er væl fyri tekniskt og stekur á bóltinum. Hevur eisini góðar avleveringar og eitt gott skot. Í suðri vóna tey, at hann komandi árini fær sítt gjøgnumbrot á besta liðnum. 11 - Elias El Moustage Gilstón Føddur: 30-05-2000 Vekt: 70 kg Hædd: 181 cm Felag: AaB(Aalborg Boldspilklub) Pláss: Miðverji og verjukendur miðvallari Fekk sítt gjøgnumbrot á U17 landsliðnum til Elite Round undankappingina á Kýpros. Hevur spælt við TB, men býr í dag í Danmark, har hann eisini spælir til dagligt. Pápin kemur úr Marokko. Er ein spælari, sum tosar nógv, er ágrýtin og hevur góðan bóltførleika. Hevur spælt 9 U-landsdystir til samans. 12 - Bjarti Vitalis Mørk Føddur: 07-06-2001 Hædd: 185 cm Vekt:. 85 kg Felag: Havnar Boltfelag Pláss: Málverji Er av fótbóltsætt, har pápin Finn Mørk eisini hevur spælt fyri føroysku U-landsliðini. Spælir í dag við HB, har hann er í læru hjá Teiti M. Gestsson. Hevur spælt seks U-landsdystir fyri Føroyar. Verður lýstur sum ein málverji, ið lesur spælið væl og er róligur. Hevur eisini spælt í Danmark. 13 - Steffan Abrahamsson Løkin Føddur: 13-11-2000. Hædd: 183 cm Vekt: 72 kg Felag: NSÍ Pláss: Áleypari Er sonur fótbóltslegendum Abraham Løkin, og er triði beiggin í røðini, sum roynir seg við fótbólti. Undan honum Bogi Løkin og síðani Karl Løkin, sum í dag spælir við NSÍ. Steffan Løkin er áleypari, sum í átta dystinum hevur skotið tvey mál. Verður lýstur sum ein spælari, ið neyðugu evnini at umseta møguleikar til mál, tá á stendur. Verður eisini lýstur sum ein klókur spælari. 14 - Bjarni Brimnes Føddur: 21-05-2000 Hædd: 195 cm. Vekt: 82 kg. Felag: Havnar Bóltfelag Pláss: Miðverja Er úttikin á fyrsta sinni til U17 landsliðið. Spælir við HB og tað er ikki ósannlíkt, at hann verður á vøllinum í fyrsta dystinum, sum er móti Skotlandi. Hann stórur og sterkur í luftspælinum. Somuleiðis hevur hann eitt gott skot. Er hægsti spælarin á liðnum. 15 - Tórur Jacobsen Føddur: 24-04-2000 Hædd: 173cm Vekt: 70.5 kg Felag: KÍ Pláss: Vongur og álop Er vongur og áleypari. Skoraði eitt av avgerandi málunum á vegnum til EM endaspælið. Hann hevur verið partur av liðnum. Verður lýstur sum ein góður áleypari við málnøs, men sum eisini arbeiðir har og er hugagóður. 16 - Símun Sólheim Føddur: 25-02-2001 Hædd: 174 cm Vekt: 58 kg Felag: Havnar Bóltfelag Pláss: Miðvallari og vongur Hevur spælt seks U-landsdystir og er ein skapandi framrættaður miðvallari, sum eisini kann spæla á vonginum. Verður lýstur sum klókur spælari, sum hevur styrki á bóltinum, góða fyrstu nerting og kvikar føtur. 17 - Sveinur Lava Olsen Føddur: 14-01-2001 Hædd: 183 cm Vekt: 72.5 kg Felag: Havnar Bóltfelag Pláss: Høgri bakkur, Høgri vongur og mitt á miðjuni Hevur spælt níggju U-landsdystir fyri Føroyar. Kann spæla á fleiri plássum og tað passar landsliðsvenjarunum væl, nú onkur avboð eru. Er sterkur í luftspælinum og hevur ein sterkan høgra fót. ➘