týsdagur 2. mai 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
18 - Sølvi Sigvardsen
Føddur: 18-10-2000
Hædd: 182 cm
Vekt: 74 kg
Felag: NSÍ
Pláss: Miðvallari
Er eisini av ein góða árganginum
hjá NSÍ. Arbeiður hart á vøllinum
og er ein sokallaður ”box til box”
miðvallari. Hann hevur spælt 11
landsdystir fyri U17 landsliðið.
Verður lýstur sum ein spælari, ið
lesur spælið væl.
19 - Filip í Liða
Fødd: 06-11-2000
Hædd: 176cm
Vekt: 65 kg
Felag: AB
Pláss: Vongur
Einasti argjamaðurin á liðnum. Er
vongur og hevur verið við allan
vegin. Hann er vinstra beintur
og eitist at hava eitt gott innlegg.
Hevur spælt seks dystir fyri U17
landsliðið.
20 - Jákup Joensen
Føddur: 27-02-2000
Hædd: 179 cm
Vekt: 73 kg
Felag: Skála
pláss: Miðvallari
Er ein av teimum, sum hevur
fingið møguleikan nú nakrir
skaðar eru. Hevur ikki verið
úttikin fyrr. Verður lýstur sum
miðvallari við góðum teknikki og
skjótum beinskifti.
21 - Jógvan Højgaard
Føddur: 14-12-2000
Hædd: 178 cm
Vekt: 67 kg
Felag: NSÍ
Pláss: Miðvallari
Er somuleiðis ein av teimum, sum
hevur fingið landsliðsboð fyri
fyrstu ferð. Lesur spælið væl og
hevur góðar avleveringar. Tryggur
á bóltinum og dámar væl at leggja
avgerandi avleveringina. Hann er
á standby til hópin, men venur við
sum vanligt.
23 - Peter Bergman Hansen
Føddur: 19-08-2001
Hædd: 185 cm
Vekt: 70 kg
Felag: Team Kerteminde Boldklub
(DEN)
Pláss: Málverji
Er úttikin sum eykamálverji og
hevur spælt ein dyst við U16
landsliðnum. Hann hevur ommu
úr Føroyum, er stórur og fyllur
nógv í málinum. Hevur víst seg
at verða á sama stigi sum hinir
málverjarnir til venjing.
ÍTRÓTTUR
Áki Johansen:
Høvðusvenjari
Føddur: 13-01-1969
Hevur verið venjari í
føroyskum fótbólti síðani
1987. Hevur verið venjari í
feløgum sum HB, AB, B36,
07 Vestur og í Giza Hoyvík.
Hevur verið venjari hjá
u17 landsliðnum 2008.
Tvey tey fyrstu árini sum
hjálparvenjari.
Hevur tikið A-pogvið hjá
UEFA.
Pól F. Joensen:
Hjálparvenjari
Føddur: 21-08-1967
Fyrrverandi spælari,
sum náddi ein landsdyst
og vann eitt FM. Hevur
umboðað TB í Føroyum
og IF Glostrup í Danmark.
Hevur verið venjari hjá TB
og FC Suðuroy. Hevur verið
U17 landsliðiðvenjari síðani
2010.
Hevur tikið A-prógvið hjá
UEFA