týsdagur 2. mai 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 3. mai 2017 · Nr. 51
ÍTRÓTTUR
Nú er bara
eftir at bíða
Síðani januar í fjør hevur U17 landsliðið arbeitt málrættað. Fyrst til innleiðandi undankappingina í Luksemborg,
síðani til Elite Round í ár, og nú til EM endaspælið. Liðið hevur havt sína seinastu venjing undan fyrsta dystinum
Tróndur Arge
– Zagreb, Kroatia
Føroyska U17 landsliðið hevði á
middegi í gjár sína seinastu venj
ing undan dystinum móti Skot
landi, sum verður í dag klokkan
11. Venjingin var á Spansko leik
vøllinum, sum liggur eitt korter ella
so frá gistingarhúsinum í bussi.
Tórur Jacobsen úr KÍ og Andrias
Edmundsson úr B68 sótu uttanfyri.
Tórur Jacobsen spælir neyvan í
hesi kappingini, men vónin er, at
tað ber til at fáa pínuna í hoftini
vekk. Andrias Edmundsson hevur
ilt fyri bringuna og vandi heldur
ikki. Hann væntar tó at verða tøkur
til dystin.
Tað er ikki beinleiðis heitt í
Kroatia,
men
dysturin
verður
spældur á middegi, so tað kann blíva
ein líktil avbjóðing, um tað er klárur
himmal og sólin stendur høgt.
Tað er greitt undan dystinum, at
Magnus Holm Jacobsen úr B36 og
Bárður á Reynatrøð úr Víkingi ikki
eru við vegna leikbann.
Tí royndu venjararnir báðir, Áki
Johansen og Pól F. Joensen, at telva
til venjingina, so teir kundu finna
fram til besta liðið.
Skotski venjarin rósar
føroyska liðnum
U17 landsliðsvenjari hjá Skotlandi
er Scotland “Scot” Gemmill, sum
er fyrrverandi Premier League
spælari í Nottingham Forest og
Everton. Hann hevur eisini spælt
á skotska landsliðnum og var við
báðum ferðir, tá Føroyar fingu stig
móti Skotlandi.
– Eg var á bonkinum í hasum
báðum dystunum, so eg minnist
tað. Eg hugsi mest um hatta sum
ein lívsuppliving, sum fótbólturin
gevur tær. Tú sleppur at uppliva
heimin, eins og U17 spælararnir hjá
okkum gera nú, sigur Scot Gemmill.
Hann heldur, at føroyska liðið
hevur gjørt tað væl og eftir at hava
sæð dystirnar, so er hann ikki bilsin
av, at føroyska liðið nú er til EM
endaspælið.
– Eg eri ikki bilsin, tá eg siggi
dystirnar hjá tykkum. Eg síggi eitt
gott lið og veit at tað er ikki lætt at
koma so langt í kappingini. Liðið
hevur góðan liðanda, eru væl skip
aðir og sinnaðir at renna fyri hvørjum
øðrum. Tað er nakað vit tosa nógv við
ungar spælarar um í dag. Tað er at
vilja tað nokk og tað gera føroysku
spælararnir, sigur Scot Gemmill.
Venjarin hjá Skotlandi vil ikki
koma ov nógv inn á hansara egna
lið, men heldur seg til at tað er eitt
lið.
– Vit hava verið sterkir higartil,
men nú verður tað torførari. Nú
snýr tað seg ikki um tað, sum er
hent, men um tað sum hendir. Vit
spæla sum eitt lið, og vilja arbeiða
sum eitt lið – eins og tykkar. Tað
skal til fyri at vinna á betri mót
støðu, sigur Scot Gemmill og leggur
afturat:
– Tað verður ein torførur dystur
móti tykkum. Fyrsti dysturin í
einum endaspælið er altíð torførur,
tí bæði liðini eru væl fyrireikaði,
men tað er ógjørligt at vita hvat
fyri dystur talan verður um, sigur
U17 landsliðsvenjarin hjá Skotlandi.
Hann ynskir at hansara spæl
arar bara skulu njóta at verða til
EM, og at einki trýst er á teimum úr
heimlandinum, um at klára seg væl.
trondur@sosialurin.fo
Skráin:
3. mai (kl. 11:00) Skotland – Føroyar Beinleiðis á Rás2
6. mai (Kl. 11:00) Frakland – Føroyar Beinleiðis á Eurosport 2 og Rás2
9. mai (kl. 15:00) Føroyar – Ungarn Beinleiðis á Rás2