hósdagur 4. mai 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
6
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
P
ersónligur ágangur, ótol
andi viðurskifti, illvilji,
væntandi samstarv, sátt
málabrot, meiningsleysar
grundgevingar, manglandi læknar,
væntandi hoyringar, ábyrgdar
loysi, valdsstríð millum fakbólkar,
væntandi virðing fyri ljósmøðrun
um og vánaligt arbeiðsumhvørvi
eru bara nakrar av ákærunum, ið
hegla yvir Landssjúkrahúsið og
leiðsluna í eini kæru, ið tær fimt
an ljósmøðurnar, ið eru í føstum
starvi á Landssjúkrahúsinum,
hava sent Heilsumálaráðnum 15.
apríl viðvíkjandi viðurskiftum á
føðideildini og Landssjúkrahús
inum.
Kæran gevur eitt innlit í uppfat
anini hjá einum starvsfólkabólki
um støðuna á landsins einastu
føðideild, og myndin, ið verður lýst,
er alt annað enn føgur.
– Støðan er hættislig og krev
ur bráðfeingis viðgerð og átøk!
Arbeiðsumstøðurnar hjá ljós
møðrunum eru ótolandi. Støðan er
so mikið álvarsom, at vit meta at
almenningurin eigur at fáa innlit
í støðuna, og vit heita tískil á tykk
um um at bera skjótt at, at finna
eina nýggja og betri loysn, skriva
ljósmøðurnar í kæruni.
19 punktir
Tað er eftir, at leiðslan á Lands
sjúkrahúsinum hevur framt
bygnaðarbroytingar á føðideildini,
og koyrt deildina sundur í tvær
deildir, at ljósmøðurnar hava víst
á sína ónøgd, og at enda kært av
gerðina og onnur viðurskiftir á
Landssjúkrahúsinum til Heilsu
málaráðið.
– Kæran tekur útgangsstøði í av
gerð hjá sjúkrahússtjóranum tann
29. mars 2017, at frátaka ábyrgd og
leiðslu av innløgdum barnakon
um eins og barsilsøkinum, t.v.s.
minst triðingin av øllum arbeiðs
økinum hjá ljósmøðrunum, men
snýr seg eisini um grundleggjandi
trupulleikar á Landssjúkrahúsin
um, skrivar ljósmøðurnar í kæruni,
og leggja aftrat.
– Vit gera púra greitt, at vit und
ir ongum umstøðum góðtaka av
gerðina, mátan og avleiðingarnar
av henni.
Sjálv kæran er sett upp í 19
punkt, og kann býtast upp í tríggj
ar bólkar. Punkt eitt til trý fevna
um viðurskifti viðvíkjandi leiðandi
ljósmóðurini, punkt fýra til tíggju
eru um avgerðina at sundurbýta
føðideildina á Landssjúkrahús
inum, punkt 11 til 16 snýr seg um
arbeiðsumhvørvið á Landssjúkra
húsinum og punkt 17 og 18 eru
væntandi fakligar dygdir á Lands
sjúkrahúsinum.
Finnast at leiðsluni
Tað er serliga Johnny í Grótinum,
stjóri á Landssjúkrahúsinum, ið
stendur fyri skotum í kæruni, og
verður hann fleiri ferðir lagdur
undir fyri brotin lyftir, sáttmála
brot, manglandi virðing, persón
ligan ágang og at siga ósatt fyri
ljósmøðrunum.
Sum lesast kann aðrastaðnis í
blaðnum, so ynskir Johnny í Grót
inum ikki at gera viðmerkingar
til kæruna meðan málið verður
viðgjørt, men greitt er, at sam
starvið millum partarnar er so illa
farið, at tað helst verður torført at
skapa álit aftur millum stríðandi
partarnar, óansæð hvørja niður
støðu Heilsumálaráðið kemur til.
Ljósmøðurnar leggja tó ikki
alla ábyrgdina á sjúkrahússtjóran.
Leiðslan sum heild verður løgd
undir ikki at taka atlit til ljósmøð
urnar, harímillum verða nevnd
varastjórin við sjúkrarøktarligari
bakgrund, starvsfólkaleiðarin,
leiðandi yvirlæknin á skurðdeildini
og fyrrverandi deildarleiðarin hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum á føði
deildini.
Til ber at lesa lesa yvirskriftirnar
á teimum 18 punktunum aðra
staðni í blaðnum, umframt at in.fo
næstu dagarnar fer at gera meira
við málið.
LEMJANDI KRITIK
AV LANDSSJÚKRA
Støðan er
hættislig
og krevur
bráðfeingis
viðgerð og
átøk! Arbeiðs
umstøðurnar
hjá ljósmøðr
unum eru
ótolandi
Vit gera púra greitt,
at vit undir ongum
umstøðum góðtaka
avgerðina, mátan og
avleiðingarnar
av henni
Landsstýriskvinnan
og stjórin hava ongar
viðmerkingar
Tað hevur eydnast at fingið eina viðmerking um
málið frá hvørki Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu
í Heilsumálum, ella Johnny í Grótinum, stjóra á
Landssjúkrahúsinum.
Sirið Stenberg sigur seg ikki kunna gera nakra
viðmerking til eitt kærumál, meðan Johnny í
Grótinum ynskir ikki at gera nakra viðmerking til
málið, meðan tað verður viðgjørt.
Miðlahúsið hevur tó fingið upplýst, at Johnny í
Grótinum hevur frá Heilsumálaráðnum fingið freist
til í dag, 4. mai, at svara kæruni frá ljósmøðrunum.
Av tí, at landsstýriskvinnan ikki ynskir at úttala
seg um málið, so er óvist nær ljósmøðurnar kunnu
vænta, at Heilsumálaráðið er liðugt at viðgera
kæruna.
Í drúgvari kæru til Heilsumálaráðið
leggja ljósmøðurnar á Landssjúkra
húsinum ikki fingrarnar ímillum
í teirra lýsing av støðuni á
Landssjúkrahúsinum. Stjórin,
varastjóri, starvsfólkaleiðarin og
læknar standa øll fyri skotum.