Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 7 HETTA ER IKKI TIL AT HALDA ÚT – Eingin kann arbeiða undir hesum fullkomiliga ótolandi umstøðunum. Tað snýr seg um vikur, í ringasta føri dagar, áðrenn vit ikki klára at liva við hesum longur, sigur ein av ljósmøðrunum, ið hevur skrivað undir kæruna til Heilsumálaráðið. Rannvá Simonsen: HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO H óast tað eru nærum tríggj­ar vikur síðan, at ljósmøðurnar í eini síðstu roynd at broyta av­gerð­ina hjá leiðsluni í Lands­ sjúkrahúsinum, kærdu bygn­að­ ar­broytingarnar á føðideildini, so hava ljósmøðurnar enn ikki fingið eitt svar frá Heilsumálaráðnum. Tað ørkymlar ljósmøðurnar, ið ikki skilja hvussu politiski mynd­ ug­leiki ikki longu hevur lagt uppí stríðið á Landssjúkrahúsinum. – Vit hava roynt at gjørt vart við, at støðan er so mikið álvarsom, at okk­urt má gerast nú. Vit høvdu veru­liga væntað, at tey reageraðu fyrr, og skilja ikki hvat tey bíða eft­ir. Eingin kann arbeiða undir hes­um fullkomiliga ótolandi um­ støð­un­um. Tað snýr seg um vikur, í ring­asta føri dagar, áðrenn vit ikki klára at liva við hesum longur, sig­ur Rannvá Simonsen, ið er ein av teim­ um fimtan ljósmøðrunum, ið hevur sent kæruna til Heilsumálaráðið. Rannvá Simonsen greiðir frá, at ein­asta svarið tey hava fingið frá Heilsu­málaráðnum er, at stjórin hevur fingið til 4. mai at svara kær­ uni, og síðan er ógreitt nær Heilsu­ mála­ráðið verður liðugt at viðgera kær­una. Men meðan heilsumyndugleikin tek­ur sær góðar stundir at við­gera kær­una, versnar støðan hjá ljós­ møðr­unum alsamt, sigur Rann­vá Simonsen. – Støðan er púra kaotisk. Hetta er ikki til at halda út. Sum ljós­ møður orkar man ikki at liva við, at ein barnakona ikki verður pass­að. Tí hava allar møtt til arbeiðis hend­ an mánaðin, hóast tað býður okk­ um ímóti. Vit føla at vónin er við at brenna út, og um man vil hava før­oyskar ljósmøður í Føroyum, so mugu politikararnir blanda seg, tí støðan er so álvarsom nú, sig­ur Rannvá Simonsen og leggur aft­ ur­at. – Vit hava havt eina vón um, at tað fór at eydnast at fáa Johnny í Grót­inum at endurskoða av­gerð­in, og vit hava sent kæru til Heilsu­ mála­ráðið, umframt at okkara fe­lag eisini hevur vent sær til Heilsu­málaráðið, men vit fáa ikki nak­að veruligt svar frá nøkrum. Tað tykist ikki sum tey vita hvussu álv­ar­samt hetta er, sigur Rannvá Sim­on­sen. Um ikki okkurt skjótt verður gjørt við støðuna, so kann end­in væl vera, at tær fimtan ljós­møð­ur­ nar, ið eru í føstum starvi á Lands­ sjúkra­húsinum antin gevast ella verða sjúkrameldaðar. – Vit meta at leiðslan brýtur okk­ara sáttmálar á fleiri punktum, men kortini kunnu vit ikki fara í verk­fall, tí sáttmálin er galdandi til 1. okt­ober. So vit eru noyddar í hvør sín­um lag at gera upp við okkum sjálv­ar, um vit kunnu arbeiða und­ir hesum umstøðunum. Ein møgu­leiki er at siga upp, men tað er eisini sannlíkt, at fleiri mugu sjúkrameldast, tí allar eru strongd­ ar av støðuni, og er tað eisini boða til arbeiðseftirlitið, sigur Rannvá Sim­on­sen. Vit høvdu veruliga væntað, at tey reageraðu fyrr, og skilja ikki hvat tey bíða eftir Sum ljósmøður orkar man ikki at liva við, at ein barnakona ikki verður passað. Tí hava allar møtt til arbeiðis hendan mánaðin, hóast tað býður okkum ímóti KÆRAN 18 punktini: Viðv. leiðandi ljósmóðir: 1. Áhaldandi brot á sáttmálaásettar starvslýsingar fyri leiðandi ljósmóður og deildarljósmóður 2. Vantandi hoyring hjá leiðandi ljósmóður, tá avgerandi broytingar verða framdar innan barnakonuøkið 3. Vantandi møguleikar hjá leiðandi ljósmóður at úttala seg alment um slíkar broytingar, hóast hon hevur evstu ábyrgd og avgerðarrætt í ljósmøðrafakligum viðurskiftum í Føroyum Viðv. avgerð um sundurbýting av føðideildini á Landssjúkrahúsinum: 4. Vantandi vilja til kunning og hoyring av ljósmøðra­bólkinum frá stjórn 5. Mannagongd tá avgerð um grundleggjandi broyt­ingar í arbeiði hjá ljósmøðrunum verða framdar 6. Vantandi ella meiningsleysar grundgevingar fyri avgerðini 7. Vantandi atlit til bestu fakligu førleikar, tá slík avgerð verður tikin 8. Vantandi atlit til lógarfesta ábyrgd hjá ljós­ møðrum og sjúklingatrygd 9. Vantandi fíggjarligt atlit í mun til avleiðingarnar av avgerðini 10. Vantandi atlit til munandi skerjing av arbeiðs­ øk­in­um hjá ljósmøðrum, havandi við sær nógv verri møguleikar hjá ljósmøðrum at starvast í Føroyum í framtíðini Viðv. arbeiðsumhvørvi á Landssjúkrahúsinum: 11. Áhaldandi ágang, illvilja og vantandi vilja til sam­ starv frá øðrum starvsfólkum á Lands­sjúkra­hús­ inum 12. Persónligan ágang frá sjúkrahússtjóranum móti navngivnum ljósmøðrum 13. Grundleggjandi vantandi virðing fyri ljós­møðr­ un­um og arbeiði teirra 14. At valdsstíð millum fakbólkar og serøki sleppa at halda fram 15. Vantandi samsvar millum missión og visjón, strategi­mál og veruleika – at eingin átøk tryggja hesi 16. Leiklutin hjá starvsfólkaleiðaranum. Vánaligan starvsfólkatrivnað og væntandi átøk Viðv. fakligu dygdini á Landssjúkrahúsinum: 17. Vantandi krøv um ábyrgd, samstarv, hoyring og vísindalig atlit til mannagongdir skrivaðar í PLI 18. At ábyrgd ikki verður tikin av trupulleikanum við manglandi føðilæknum KKUR AHÚSINUM