hósdagur 4. mai 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Síðani fyrsta apríl hevur støðan hjá barnakonum á
Landssjúkrahúsinum verið hættislig, siga ljósmøðurnar,
sum ikki undir nøkrum umstøðum vilja góðtaka støðuna
ÁKI BERTHOLDSEN
S
íðani fyrsta apríl hevur
støðan hjá barnakonum á
Landssjúkrahúsinum ver
ið hættislig!
Tað staðfesta ljósmøðurnar
á Landssjúkrahúsinum í eini
drúgvari kæru til Sirið Stenberg,
landsstýriskvinnu í heilsumálum.
Í kæruni, vit hava fingið innlit í,
siga tær, at síðani fyrsta apríl hevur
trygdin hjá barnakonum á Lands
sjúkrahúsinum verið í vanda.
Tað er hent eftir at leiðslan á
Landssjúkrahúsinum skar ígjøgn
um og býtti føðideildina á Lands
sjúkrahúsinum sundur í tvey, har
onnur deildin er ein føðideild, har
ein ljósmóður var leiðari og hin
deildin er ein barsilsdeild, har ein
sjúkrarøktarfrøðingur er leiðari.
Áður var talan um eina felags
deild, har ein ljósmóður var leiðari.
Og ljósmøðurnar halda eisini,
at tað er sjálvsagt, at leiðarin skal
vera ljósmóður, tí tað er einasti
fakbólkur sum til fulnar hevur teir
fakligu førleikarnar til tað.
– Útbúgvingin til ljósmóður er
skræddaraseymað til alt barna
konuøkið, og gevur okkum ser
førleika og heimildir, sum eingin
annar fakbólkur hevur, siga tær í
kæruni til landsstýriskvinnuna.
– Sostatt kann ein ljósmóðir,
sjálvstøðugt, røkja barsilsrøktina
hjá frískum kvinnum og børnum,
og, í samráð við lækna, seta sjúkar
kvinnur og børn, í viðgerð.
– Ljósmøðurnar eru sostatt ein
asti fakbólkur, ið hevur førleikan,
og heimildina til at seta neyðuga
viðgerð í verk, tá ið bráðneyðugar
og vandamiklar støður taka seg
upp í barsilstíðini, leggja tær aft
urat.
Og tær gera eisini púra greitt,
at tær góðtaka undir ongum um
støðum, avgerðina, mátan og av
leiðingarnar av henni, siga tær í
kæruni til landsstýriskvinnuna.
Fakliga stigið er alt
annað enn nøktandi
Men ljósmøðurnar siga, at nú bars
ilsdeildin í stóran mun er mannað
av sjúkrarøktarfrøðingum, sum
hava lítlar ella ongar royndir innan
barsilsrøkt, er fakliga stigið alt ann
að enn nøktandi.
Og nú eru ongar ljósmøður til
arbeiðs á deildini, tá ið støður taka
seg upp, har ein ljósmóður er best
skikkaði fakbólkur at taka sær av
trupulleikanum.
Tær vísa nevniliga á, at ljósmøð
ur fara ikki til arbeiðis á eini deild,
har aðrir fakbólkar hava leiðsluna,
har tað fakliga rætta er, at ein ljós
móður hevur leiðsluna.
– Sostatt hava ongar ljósmøður
starvast á barsilsdeildini síðani
fyrsta apríl, tí eingin ljósmøðra
faklig leiðsla er á deildini.
Tær leggja afturat, at hetta
hava ljósmøðurnar gjørt leiðsluni
á Landssjúkrahúsinum púra greitt
í fleiri ár.
Tær siga kortini, at síðani nýggja
skipanin varð sett í verk, eru ljós
møður boðsendar á barsilsdeildina,
tá ið óvæntaðir trupulleikar stinga
seg upp, og tá fara tær sjálvsagt til
hjálpar.
Men tað er tað dagliga virksemi,
tær ikki longur hava ávirkan á.
– Vit meta, at tað er sera álvar
samt, at fólk verða sett at arbeiða
á barsilsdeild, hóast tey ikki hava
førleikarnar at meta um tey mest
álvarsomu viðurskiftini, sum
kunnu íkoma í barsilstíðini siga
ljósmøðurnar.
– Ein sera týdningarmikil part
ur av tilboðnum til føroysku barna
konuna er, at har er størst møgu
ligur samanhangur, við somu
starvsfólkum.
– Hetta tryggjar besta tilboðið
og tí er tað púra eyðsæð fyri okkum,
at vit eiga at hava eina deild, sum er
undir leiðslu av eini ljósmóður, har
samanhangur er ímillum viðgongu,
føðing og barsil, og so vit so eisini
hava eina nýggja neonataldeild,
ella pinkubarnadeild, við sjúkra
røktarfrøðiligari leiðslu, har pinku
børn, sum eru fødd ov tíðliga, og
onnur, liggja, siga ljósmøðurnar.
Hurrað ígjøgnum
Í kæruni til landsstýriskvinnuna,
vísa ljósmøðurnar eisini á, at eftir
sáttmálum skulu munandi broyt
ingar í starvsviðurskiftunum ger
ast í samráð við tær, men tað er ikki
hent í hesum føri.
Tey siga, at tað, sum nú er hent,
er ein týðandi broyting, tí nú hava
ljósmøðurnar mist minst ein trið
ing av sínum virkisøki.
Men broytingin varð als ikki
gjørd í samráð við tær, tí hon varð
kunngjørd 29. mars og varð sett í
gildi longu tann 1. apríl, ella bara
tríggjar dagar seinni.
Hetta hildu ljósmøðurnar vera
so vanvirðisligt og ósømiligt, at
tær fóru av fundinum, ein fyri og
onnur eftir.
Tey halda eisini at tað er
óskiljandi, at leiðslan á Lands
sjúkrahúsinum væntar, at ljós
møðurnar glaðbeintar fóru til
arbeiðis á nú barsilsdeildini, hóast
leiðslurætturin var tikin frá teim
um
– Skelkurin av at viðurkenna,
at vit starvast undir einari leiðslu,
ið ikki tekur nøkur sømilig atlit til
okkum sum fakbólk, hevur fingið
flestu ljósmøðurnar at umhugsa
at kanna aðrar starvsmøguleikar,
siga ljósmøðurnar í kæruni til Sirið
Stenberg.
Fakligi førleikin at vera um barnakonur á Landssjúkra
húsinum er ikki til staðar og tað er at seta trygdina
hjá barnakonum í vanda, siga ljósmøðurnar
Hetta hava ljósmøð
urnar gjørt leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum
púra greitt í fleiri ár
Tær fóru av
fundinum,
ein fyri og
onnur eftir
SETA
TRYGDINA
HJÁ BARNA-
KONUM
Í VANDA
8