Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 22 Tíðargrein Svend Højgaard Leiðari: Bókasavnið við Løkin T að er púra vanligt at fólk spyrja, um tað framvegis er brúk fyri bókasøvnum í dag. Alt er jú talgilt og at­komu­ligt um­veg­is al­netið. Bøk­ur, grein­ar, myndir og video eru beint við hondina, og vit hava tí ikki brúk fyri bóka­goymsl­ um eins og fyrr, verður sagt. Hetta eru eisini viðkomandi og neyðugir spurn­ingar at seta. Men áðrenn vit, sum vara av bókasøvnum, koma við okkara vanliga standardsvari, vil eg við hesi grein royna at víðka fat­anina av, hvat eitt tíðarhóskandi bóka­savn er. Fyri tað fyrsta meini eg, at fólka­ bóka­søvn­ini kring landið als ikki nýtast at vera eins. Avbjóðingar­nar eru ymiskar í teimum ymsu komm­ un­un­um, og hetta eigur at – ella kann – avspegla virksemið á teim­ um ymsu bókasøvnunum. Tískil kann man lættliga grundgeva fyri, at tað virksemi, sum í dag er á bóka­søvnunum kring landið, er mein­ings­fult og nøktandi. Men tað ber eisini til at grundgeva fyri, at bóka­søvn kundu gjørt nógv ann­að og meira, enn tey gera í dag. Vón­ andi fáa lesararnir og nývaldu komm­u­nu­stýr­is­limir kring landið eina ábend­ing um, hvussu teir kunnu brúka hetta amboðið – fólka­bóka­savn­ið – sum liggur í teirra politiska amboðskassa. Meira enn mentanarpolitikkur Í dag virka bókasøvn serliga inn­an mentanarpolitikk, sum pol­it­ikk­ar­ ar í mentanarnevndum vara av. Men um vinnunevndir, sosialar nevnd­ir og onnur eisini duga at síggja møguleikan í hesum pol­ it­iska amboðnum, sum vit kalla fólka­bóka­savn, so síggja vit eis­ini hvussu sterkt og fjølbroytt sam­ fe­lags­gagn eitt alment fólka­bóka­ savn kann gera. Og tá vænti eg ikki at vit so ofta fara at hoyra spurningin, um vit enn í dag hava brúk fyri bóka­ søvn­um. Eitt fólkaræðisligt og idealistiskt átak Sambært grein 1 í bóka­savns­lóg­ini er endamálið við fólka­bóka­søvn­un­ um at “fremja upplýsing, lær­dóm og mentanarligt virksemi”. Bóka­ søvn skulu soleiðis styrkja fólka­ ræð­ið m.a. við at geva atgongd til álít­andi og aktuella vitan, umframt at seta hesa vitan í perspektiv t.d. við til­tøk­um, so sum fyrilestrum, fram­sýn­ing­um, fundum, umframt við bóka­útláni. Harumframt hevur bókasavnið enn sum áður bøkur og annað til­far innan fagrar bókmentir og fak­bók­ ment­ir. Fyri at røkka sínum endamáli hev­ur bókasavnið minst tríggjar vødd­ar at spæla uppá. Og jú sterk­ ari vøddarnir eru, jú betri verður úr­slitið. Fyri tað fyrsta krevst ein játtan, sum kann fíggja raksturin av bóka­ savns­virkseminum. Harnæst er tørvur á útbúnum og ágrýtnum starvsfólkum við ser­vit­an. Síðani er tørvur á høl­is­um­ støð­um til tað virksemið, sum man ynskir, so sum lesiklivar, arb­ eiðs­pláss, umstøður til fyrilestrar, fund­ir, framsýningar og rúmd fyri krea­tivum verkstøðum og mót­ tøku/­reseptión. Haraftrat koma tænastur um­ veg­is alnetið, sum á ein hátt eisini er eitt rúm og hølisumstøður. Fólkabókasøvnini hava søguliga fe­lags uppruna og endamál. Men tíð­ir og umstøður broytast. Tískil eig­ur endamálið áhaldandi at vera end­ur­skoðað, og at vera orðað neyv­ari í mun til nútíðina og til lok­al­ar umstøður og avbjóðingar. Søgu­liga var fólkabókasavnið sett á stovn sum ein upplýsingarstovnur so­leið­is, at borgarar skuldu fáa ókeyp­is atgongd til álítandi vitan og dygd­argóðar bókmentir. Hetta fyri at borgarin kundi mennast til ein virknan og upplýstan luttakara í demo­kratiska samfelagnum. Síðani internetið bant stóran part av heim­inum saman og “øll” hava at­gongd til “alla” vitan, eru tað summi, sum meina, at tørv­ur­ in á bóka­søvn­um er mink­að­ur. Tey, sum vara av bóka­søvnum, meina tvørt­ur ímóti, at tørvurin á bóka­ søvn­um og serliga væl útbúnum starvs­fólki, er størri enn nakrantíð. Tó munnu flestu vera samd um at leik­lut­urin hjá bókasøvnum er broytt­ur ella víðkaður. T.d. er tað ein avbjóðing hjá okkum øllum at meta um, hvørjar upplýsingar og hvørjar keldur á netinum eru álít­ andi. Eisini er tað ein avbjóðing at duga at avmarka og málrætta tær upp­lýsingar og tað tilfar, sum vit finna. Hetta eru týðandi leiklutir í bóka­savnsvirkseminum í dag. Men hvat meira skulu fólka­ bóka­søvnini leggja dent á í fram­ tíð­ini? Hvat skulu tey gera minni av? Og skulu øll bókasøvnini røkja sín leiklut á sama hátt? Eitt politiskt amboð – eisini lokalt Fólkabókasøvn eru sett á stovn og fíggjað av kommunum og landi. Tískil er tað sjálvsagt eitt pol­it­iskt amboð. Og eitt amboð skal tæna ávísum endamáli. Fólka­bóka­søvn eru eitt nógv und­ir­mett pol­it­isk am­boð í Før­oy­um. Í lands­um­ sit­ing­ini eru fólka­bóka­ søvn­ini skip­að und­ir Menta­mála­ráðnum og í komm­un­unum eru tað ment­an­ar­nevnd­ ir­nar, sum hava ábyrgd av fólka­bóka­ søvn­un­um. Tískil eru fólka­bókasøvn fyrst og fremst hugs­ að sum eitt ment­an­ ar­politiskt am­boð. Og sum so mangt ann­að á ment­an­ar­økinum, so verð­ ur tað ikki rað­fest ser­liga høgt, og verður fyri tað mesta fatað sum eitt trivn­að­ar­tilboð til borgarar. Haraftrat er tor­ført at máta, hvat íkast bóka­savn­ið gevur til samfelagið. Men henda fatanin – at bóka­ savn­ið einans er ein trivnaðar- og ment­an­ar­stovnur – er alt ov snæv­ ur­skygd og avmarkandi fyri menn­ ing­ina av fólkabókasøvnum kring land­ið. Tað eru stórir møguleikar í fólka­bókasavninum – eisini sum vinnu­pol­it­iskt og sosialpolitiskt am­boð! Setið spurningin umaftur Hyggja vit út yvir okkara lítla land við bygdum og býum, so síggja vit skjótt, at bókasøvn eru ikki á hvørj­um tanga. Rætt er, at fólka­skúlarnir allir hava eitt skúla­ bóka­savn, har fleiri hava op­ið fyri al­menninginum ávísar tíð­ir. Men virk­semi hjá teimum flestu av hes­um bókasøvnum er av­mark­að, og umfatar so at siga bert bóka­ út­lán. Eftir eru so nøk­ur fá fólka­ bókasøvn, sum hava longri upp­lat­ ing­ar­tíðir og nakað fjølbroyttari virk­semi. Hesi bókasøvn eru júst nú í eini tíð, har tey royna at til­laga og stað­festa sín leik­lut. Tí er tað við­kom­andi at seta sær spurn­ing­in u m ­ aftur, hví vit hava fólka­bóka­søvn í Føroyum? Og hví eisini í 2017? Spyr: Hvat, hvussu og hví? Hesir tríggir spurningar eru van­ ligir at seta, tá ein fæst við íverk­ set­an, innovatión og menn­ing. Og tað er ongin ivi um, at samfelagið er nógv broytt síðani tað almenna fólka­bókasavnið var sett á stovn í norð­urlendskum høpi fyri eini 100 ár­um síðani. Idealistiskt er orsøkin og uppgávan kanska nøkulunda tann sama í dag sum fyri 100 ár­um síðani, og fyri so vítt eisini í upp­ lýs­ings­tíðini. Men mátin vit røkka hes­um máli ella málum uppá er fjøl­broyttari enn fyrr. Tað er lætt at staðfesta “hvat” bóka­savnið ger. Eisini er tað lætt at siga “hvussu”. Men tann áhuga­ verd­asti og neyðugasti spurn­ing­ urin at seta er: hví? Hví hava vit bókasøvn í 2017, og hví er virksemið so sum tað er? Her er eitt dømi um, hvussu hesir spurningar einfalt kundu verið svaraðir í mun til fólkabókasøvn. What – Hvat gera bókasøvnini? Keypa bøkur inn, skráseta tær Bókasøvn eru politisk amboð Fólkabókasavnið kundi gjørt nógv størri, fjølbroyttari og meira málrættað samfelagsgagn, um politikarar vistu hvørjir møguleikar eru í hesum almenna stovninum.