Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 23 í skipanini og læna út. Haraftrat miðla tey tilfarið á ymiskan hátt, m.a. við framløgum, fundum og fram­sýningum. Eisini ráðgeva og sparra starvsfólk við brúkarar. How – Hvussu gera bókasøvn­ ini? Vit hava eina bóka- og til­fars­ saml­ing , sum umboðar dygd, fjøl­ broytni og er tíðarbær. Úrvalið er átrúnaðarliga, moralskt og pol­it­ iskt óheft. Borgarin hevur ókeypis at­gongd og lánimøguleika. Why – Hví hava vit bókasøvn? Ein orðing kundi verið, at vit hava fólka­bókasøvn fyri at upplýsa og stimbra borgaran til ein upplýstan og kompetentan medborgara í ein­ um demokratiskum samfelag. Men henda orðing kann tillagast og mál­rættast til lokal viðurskifti. Áðrenn vit broyta og mod­erni­ sera alt bóka­savns­virk­semi í óðum verk­um, vil eg endurtaka, at tað ber væl til at velja at halda fast við upp­ runa­ligu endamálsorðingina ella enn­tá skerpa hana enn meira, og eis­ini at halda fram við siðbundna virk­sem­in­um. Tað týdningarmesta fyri at menna og reka eitt við­ kom­andi bókasavn er at gera sær greitt, hví hetta bókasavnið er sett á stovn júst her, og hvørjar lokalar av­bjóð­ingar bókasavnið her á stað­ num skal arbeiða við. Eftir at tann spurn­ingurin er svaraður, ber til at av­gerða hvussu og hvat hetta bóka­ savnið skal gera. Og meta um hvør tørvur er á játtan, starvs­fólk­um og hølis­um­støð­um. Ymiskir logikkir Tá spurningurin um hví vit hava bóka­søvn skal svar­ast, er við­kom­ andi at vita hvørj­um logikki ein hugs­ar í. Um eitt­hvørt er logiskt at gera, so er tað tí at tað gevur mein­ ing í mun til ein serligan logikk - ein se­r­ligan hugs­ un­ar­hátt. Í hvussu so er trígg­ ir logikk­ir ella hugs­ an­ar­hátt­ir eru við­kom­ andi í hes­um sam­bandi: Tann ment­an­ar­ligi, tann sosiali og tann bú­skap­ar­ligi. Tað er meiningsfult at hava góð og viðkomandi fólka­ bóka­søvn í mun til fleiri logikkir. Mentanarligur logikkur Tá vit argumentera fyri, hví bóka­ søvn hava týdning, so er tað oftast í mun til tann mentanarliga logikkin. Vit siga, at bókasøvn hava stóran ment­anarligan týdning, tí tey m.a. varð­veita bókmentanarliga arvin, miðla hann og geva atgongd til góð­ ar bókmentir og álítandi vitan. Tey gera eisini bókmentaliga arvin við­ kom­andi og livandi við ymiskum til­tøk­um. Hetta er meiningsfult í mun til mentanarligan logikk. Sosialur logikkur Bókasøvn eru eisini tilvitað um sín sosi­ala týdning. Í mun til sosi­al­an logikk er bókasavnið týdn­ing­ar­ mik­ið, m.a. tí at øll hava ókeypis at­gongd til vitan, upplivingar og tæn­astur. Bókasavnið er ein frí­ stað­ur fyri einhvønn, sum ynskir upp­lýsing, vitan ella bara frið. Tað er grundað í sosialum logikki, at bóka­søvn eru almenn og alt er ókeyp­is fyri borgaran, soleiðis at óan­sæð hvønn sosialan status tú hev­ur, so hev­ur tú møguleikan at koma í sam­band við fjøl­broytt­ar og dygd­ar­góðar upp­lýs­andi bók­ment­ ir og uppliv­ing­ar. Alt fyri at tú skalt gerast eitt meira upp­lýst menn­ iskja og betri sam­fe­lags­borgari. Búskaparligur logikkur Haraftrat kunnu bókasøvn eis­ini hava aðrar leiklutir, sum eru grund­aðir á aðrar logikkir. Ein teirra er tann bú­skap­arligi lo­gikk­urin. Tá spyrja vit, um tað loysir seg peningaliga at hava bóka­savn­ið. Svarið er sjálvsagt treyt­að av, hvat virksemið er á bóka­savn­in­um umframt, hvussu bein­leið­is ein roknar peningaliga av­kast­ið av bókasavninum. T.d. ber til at siga, at um fólk flyta til eina kommunu orsaka av einum góðum bókasavni, so gevur tað meining í mun til bú­skap­ar­ligan logikk at hava eitt bóka­savn. Tí her hugsar man, at nýgg­ir borg­ ar­ar geva nýggja skatta­inn­tøku og eru møguliga við til at virð­is­ økja framleiðsluna á stað­num. Men onnur meira bein­leið­is og sjónlig búskaparlogisk argument eru eisini. Tað er t.d. tá bóka­savn­ ið bjóðar tænastur til vinnu­lív­ið, sum t.d. hølisumstøður til pro­ jekt­arbeiði, framsýningar, markn­ að­ar­átøk ella móttøkur. Eis­ini tá bóka­savnið skaffar vís­inda­lig­ ar grein­ar til vitanartung virk­ ir. Ella tá bóka­savn­ið skip­ar fyri skeið­um, fundum ella um­støð­um til fjar­lestur og netfundir. Har­ aftrat kunnu nevnast tæn­ast­ur til íverksetarar ella “karri­eru­ráð­ geving”. Ger ein staðbundnan cocktail Eitt bókasavn kann saktans blanda hes­ar logikkir og skapa eitt breitt bóka­savns­til­boð. Í fleiri førum kann sig­ast, at eitt ávíst tilboð er mein­ings­fult í mun til fleiri logikkir sam­stund­is. Eitt dømi um hetta eru ókeypis skeið og fyrilestrar, sum t.d. kunnu hava eitt mentanarligt inni­hald og stimbra eitt forvitni, sum sosialt merkir, at borgarar verða upplýstir ella vinnuliga út­ búgv­in og styrkt. Jú betri nágreinað endamálið við teimum ymisku tættunum í virk­sem­in­um er, jú lættari ber til at máta, hvussu meiningsfult og effekt­fult virksemið á bóka­savn­ in­um er. Soleiðis ber eisini til hjá bóka­søvnunum sum heild at hava eitt felags yvirskipað endamál, sam­stund­is sum tey velja ymiskar hættir at røkka hesum endamáli. Sostatt kunnu bókasøvnini kring landið eisini hava rættiliga ym­iskt virksemi, alt eftir hvørjar lok­alu avbjóðingarnar og um­støð­ ur­nar eru. Tá bókasøvnini fyrst og fremst eru kommunalt fíggj­ að­ir stovn­ar, so er tað sjálv­sagt at bóka­søvn­ini eiga at seta sær mál sam­an við lokalu komm­unu­po­lit­ ikk­ar­un­um. Bókasavnið er ein Sveis­ara­knívur Við atliti til yvirskipaða endamálið, sum er felt í bókasavnslógina, eiga fólkabókasøvn tí at taka støði í sínum lokalsamfelag. T.v.s. at átaka sær leiklutir, sum fyri­halda seg til aktuellar av­bjóð­ing­ar í nær­um­ hvørv­inum. Átaka sær leiklutir í lok­al­um ment­an­ar­poli­tikki, sosi­ al­politikki, vinnu­poli­tikki v.m. Bókasøvnini í Føroyum royna eft­ir førimuni at vera virkin, við­ kom­andi og sjónlig. Í Føroyum eru fleiri ítøkilig dømi um virksemi, har bókasøvn eru politisk amboð í mun til mentan, vinnulív og á sosi­ ala økinum. Men tað tykist, sum at virk­ sem­ið í mestan mun sprettir úr ágrýtnum starvsfólkum á bóka­ søvnunum. Politikkarar tykj­ ast ikki nóg tilvitaðir um, at teir hava hetta multiamboðið – henda Sveisaraknívini í sín­um amboðskassa. Hesin Sveis­ara­ knív­urin kann gera stóran mun í komm­ununi, alt eftir hvørji tól knív­urin inniheldur og hvussu sterk tey eru. Tólini í hesum sveisaraknívinum eru sum sagt: • starvsfólk við ymiskum fak­ kunn­leika, førleikum og áhuga­ mál­um • játtan • hølisumstøður Verandi bókasøvn hava eitt stórt ófor­loyst potientiali at gera mun í nær­sam­fe­lagnum. Uppgávan hjá okk­ara fólka­valdu er at koma á tal við starvsfólkini á sínum bóka­ søvn­um, og saman meta um hvønn leik­lut bókasøvnini kunnu átaka sær í mun til lokalar avbjóðingar og menn­ingarætlanir. Og saman má met­ast um, um starvsfólkahópurin er nøkt­andi í tali ella førleikum, um játt­anin og hølisumstøður eru nøkt­andi í mun til ynskiliga virk­ sem­ið. Bókasavnið nýtist ikki at vera eitt smalt tilboð til ein lítlan skara av borg­ar­um. Bóka­savnið kann vera tann breiði stovn­urin, sum kann rúma ment­an­ar­ligum, sosi­ al­um og vinnu­lig­um tilboðum. So­ leið­is kann bókasavnið samstundis vera t.d. eitt siðbundið bókasavn, eitt framsýningarhøli, eitt alment stað har borgarar hittast, eitt kon­ sert­høli, ein kunningardiskur, eitt skeiðs­høli, ein almennur pallur fyri lok­alt virksemi íroknað vinnulív. Á henda hátt er bókasavnið tann pol­ it­iski Sveisaraknívurin. Og amboðini gera nyttu, alt eftir hvussu væl tey eru fyri. Sterkir vødd­ar lyfta meir enn veikir.