hósdagur 4. mai 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
24
TVEIR IVASAMIR
Steffan Løkin mátti av vøllinum við skaða í stórutá móti
dystarenda. Hann hevði ilt aftaná dystin, men vónar at verða
klárur til dystin móti Fraklandi. Tórur Jacobsen úr KÍ var
ikki tøkur móti Skotlandi. Arbeitt verður við at fáa hann
tøkan. Teir báðir eru áleypararnir í hópinum, so tað
veru eitt sindur um skifting, um teir ikki kunnu spæla.
Í ein tíma livdi dreymurin um fyrsta stigið í einum EM endaspælið.
Tá samanumkom bleiv tað til fyrsta dystin í einum EM
endaspælið, men hóast uppgávan bleiv loyst á skinsaman hátt,
so standa vit eftir við ongum. Skotar vóru størri og sterkar
TRÓNDUR ARGE
Zagreb, Kroatia
F
øroyskur fótbóltur
hevur skrivað søgu
til EM endaspælið
fyri U17 landslið hjá
dreingjum, sum er í Zagreb í
Kroatia. Føroyska liðið gjørdi
at kalla alt tað, sum bar til
í dystinum móti ósigraðu
skotunum, men tað var ikki
nokk. Allir møguleikar fyri
at verða undirmettur rúka
sama dagin, sum tú vinnur
teg víðari til EM-endaspælið.
Skotar vóru væl fyri
reikaðir og vístu onga náði
í press-spælinum. Tað var
eisini uppiborið at Skotland
vann dystin, men tað er
eisini ein sannroynd, at
skotski venjarin, ”Scot”
Gemmill, tóktist ein trýstur
maður, tá klokkan gekk móti
tímanum og einki mál varð
komið. Tíverri fyri okkum, so
brast fyri nevn hjá skotum
áðrenn klokkan kom um
tíman.
Nógv ivamál
undan dystinum
Føroyska liðið byrjaði ferð
ina til Kroatia longu leygar
morgunin. Fyrst var vant í
Kastrup og síðani hevur liðið
fyrireikað seg á várveðrinum
í Kroatia. Tað hevur givið
nakrar avbjóðingar, at lið
skiparin, Fróði Rasmussen
úr B36, umframt menn sum
Lukas Giessing, Gundur
Ellingsgaard
Petersen
og Jógvan Petersen ikki
vóru við vegna skaða.
Teir hava verið partur av
undankappingini.
Afturat tí, so sótu
varaliðskiparin, Bárð
ur á Reynatrøð og mið
vallarin Magnus Holm
Jacobsen uttan fyri við
leikbanni.
Hetta gjørdi millum
annað, at Asbjørn Heð
insson úr 07 Vestur bleiv
fluttur á høgra bakk, meðan
Sjúrður Pauli Nielsen úr NSÍ
koma at spæla á einum eitt
sindur óvandum vinstra
bakki. Í miðverjuni valdu
venjararnir at seta risarnar
báðar, Dann Fróðason
úr 07 Vestur og Andrias
Edmundsson í miðverjuna.
Í málið kom Bjarti Vitalis
Mørk úr HB. Tað bleiv eisini
tíðliga greitt, at áleyparin úr
KÍ, Tórur Jacobsen, ikki bleiv
klárur til dystin.
Tað er her við
hoyra heima
Stemningurin í hópinum
er góður og tað merktist
ikki á ungu monnunum hjá
okkum, at hetta er fyrstu ferð
nakrantíð, at eitt føroyskt
landslið spælir í einum EM-
endaspælið. Hóast skotar
fingu ein framúr møguleika
heilt tíðliga í dystinum, so
vardi føroyska liðið
væl.
Bjarti Vitalis Mørk hevði
onkra stórbjarging og risar
nir í miðverjuni vunnu
flestu av sínum tvídystum.
Undan dystinum var
nógv fokus á vinstra vong
inum hjá Skotlandi, Glenn
Middleton. Hann hevur
spælt á besta liðnum hjá
Norwich og hevur verið
framúr í undankappingini.
Asbjørn Heðinsson fekk til
uppgávu at dekka hann, og
tað gekk avbera væl eftir
umstøðunum. Tíverri fekk
Asbjørn Heðinsson eitt
heldur klossut seinna gula
kort, tí tað avspeglar ikki
góða avrikið hjá honum.
Í fyrra hálvleiki pógvaðu
ungu menninir hjá okkum,
at teir hoyra heima í einum
EM-endaspælið
Knekka aftaná
ein tíma
Nakrar ferðir sleppa vit við
skrekkinum, men ein tími er
farin – og tjúgu minuttir eru
eftir – kemur knekkið. Vit
satsa í so nógv í verjuni og
skotar sleppa til baklinjuna
og skjóta bóltin innfyri til
innksifta Innes Cameron,
sum skorar.
– Verjan spælir væl ótrú
liga væl, men í hasi støðuni
satsa vit og tað
kostar, sigur Pól
F. Joensen.
Løtu seinni er
málverjin óheppin
og rakar ikki bóltin
nógv væl, skotar eru
knappir á bóltinum og
skorar til 2-0. Løtu seinni
verður Asbjørn Heðinsson
útvístur og nú snýr tað seg
bara um at halda tætt.
– Vit spæla móti einum
heilt ótrúliga sterkum liði
í dag. Teir eru sterkari enn
okkara á at kalla øllum
plássum. Okkara dreingir
gera tað til UG, men tað
eru tvær villur sum skotar
skora uppá. Teir hava bólt
in nógv, men vit standa
væl á vøllinum, sigur Pól F.
Joensen.
Í hálvleikinum er tó ongin
munur á máltalvuni.
– Í hálvleikinum føla
dreingirnar, at teir eru við
í dystinum. Vit hava verið
í hesi støðuni fyrr, har vit
eru trýstir, men skora. Tað
skuldi so ikki verða í dag,
sigur Pól F. Joensen.
Fyrireika seg
til Frakland
Í hinum dystinum í bólkinum
hjá okkumu hendi tað
óvæntaða, at Ungarn vann
á favorittunum úr Fraklandi.
Tað merkir, at fraklendingar
eru trýstir undan dystinum
móti Føroyum. Karvið hjá
teimum er ein sigur.
Føroyska liðið vandi
ikki hósdagin, men gekk
ein túr, har tað bleiv strekt
út og gjørt eitt sindur av
morgunfimleiki.
– Vit hava valt ikki at
venja dagin eftir dyst. Okk
ara spælarar verða harðari
koyrdir enn flestu av lið
unum, sum vit spæla í móti.
Vit hava bóltin minni og
arbeiða harðari. Tí er meiri
brúk fyri hvíld, sigur Áki
Johansen, sum saman við
Pól F. Joensen stendur á
odda fyri U17 landsliðnum.
Dysturin móti Fraklandi
verður leygardagin klokkan
11. Rás2 sigur frá dystinum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
U17 LANDSLIÐIÐ
FALL VIÐ ÆRU
Í ZAGREB
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Skrivaðu føroyska fótbóltssøgu í Kroatia