hósdagur 4. mai 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
28
Óli Jacobsen
Jonny Lamhauge:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
1. partur
J
onny, sum nú er 90 ára
gomul, hevur eina heilt
serligu og einastand
andi søgu, sum snýr seg um
umsorgan. Hennara lív hevur ver
ið øðrvísi enn hjá teimum flestu.
Millum fyrstu niðursetufólkini
í Rituvík
Abbi og omma í faðirætt, Søren
og Amalia Valentina Lamhauge,
komu úr Lamba. Tey vóru í
1878 triðja húsið av teimum sum
bygdu Rituvík. Tey fingu tilsam
ans 11 børn, tískil er ættin hjá okk
um stór.
Pápi, Jóan Magnus, var elstur
av systkjunum. Hann var tvey
ár, tá ið tey fluttu til Rituvíkar.
Mamma, Rakul, var ættað úr Søld
arfirði.
Høvdu hálva aðru kúgv
Pápi mín var fiskimaður. Hann var
til skips og róði eisini út á Bakka
fjørðinum í Íslandi. Hann smíðaði
eisini hús og hevur smíðað fleiri
hús í Rituvík. Hetta gjørdi hann á
vetri, tá ið menn lógu heima. Eisini
velti hann upp úr nýggjum, so
leingi hann orkaði.
Eg minnist, at vit høvdu hálva
aðru kúgv. Tað var ikki hoyggj til
meira enn tað.
Hetta merkti, at aðra kúnna
høvdu vit saman við Esbern
á Høgabóli í Saltangará. Vit skift
ust um at hava hana aðru hvørja
viku. Tá áttu vit kúnna, fóðraðu
hana og áttu mjólkina. Kúgvin
varð sostatt leidd millum Rituvík
og Saltangará eina ferð um vikuna.
Vit vóru átta systkin. Tað elsta,
Hans, doyði 9 mánaðar gamal, av
kikhosta. Síðan komu Valentina,
Hans, Søren Jacob, Esmar, Jógvan,
Meinhard og eg sjálv sum tað
yngsta.
Meinhard fórst í
bestu árum
Meinhard hevði undir krígnum
arbeitt hjá eingilskmonnum í Søld
arfirði við bygging av oljutang-
um.
Tá Esmar í 1946 fór til Ísland at
arbeiða við flogvallarbygging hjá
amerikanarum, helt hann, at hetta
kundi eisini kundi vera nakað hjá
Meinhardi. Tað helt hann eisini, og
hann fór til Íslands í mai hetta ár.
Men hetta endaði ikki væl. Ein
sunnumorgun fóru nakrir føroy
ingar ein súkklutúr. Millum teirra
vóru Esmar og Meinhard og systk
inabarn teirra, Meinhard Hansen
av Nesi. Tá kom ein bussur fram
við, og teir fóru út á vegkantin.
Hvat ið hendi ella ikki, vita vit
ikki. Meinhard datt inn undir
bussin og doyði á staðnum.
Hetta var sjálvandi eitt sjokk.
Mamma fekk bræv frá honum í
juni mánað, har hann skrivaði, at
“nú koma vit skjótt heim og tað
gleða vit okkum til”.
Hann skrivaði eisini til mín, at
hann hevði keypt mær súkklu.
Meinhard var næstyngstur av
okkum, einans 23 ára gamal, og
hann var so ógvuliga fittur. Og
nú kom hann heim við Dronn
ing Alexandrine 14 dagar seinni í
kistu.
Tann sunnudagin, sum hetta
hendi, droymdi eg Meinhard, at
hann kom aftur av báti, og hann
rætti mær eina dukku og súkklu.
Hetta fortaldi eg mammu sama
morgun, sum vit fingu deyðsboðini
seinni um dagin.
Súkkluna fekk eg eisini heim
við, men hon var skamfílað. Hetta
var nevniliga sama súkklan hann
hevði, tá ið vanlukkan hendi.
Lítið bleiv tá tosað um slíkar
hendingar. Alt var so loyniligt.
Aftaná jarðarferðina segði genta
Esmar, Brynhild, við meg, at nú
skuldi eg koma við sær heim á
Sand, haðani hon var ættað.
Tá ið eg kom aftur var alt burt
urbeint, sum Meinhard hevði átt,
so sum klæðir og annað. Somuleið
is hansara fíni klædningur.
Her var einki eftir í húsinum,
sum minti um beiggjan, og eg tordi
ongantíð at spyrja, hvar tað var
farið. Soleiðis var tað tá. Í dag skal
tosast mest gjørligt í eini slíkari
støðu fyri at kunna koma víðari.
Men Meinhard varð kortini ikki
gloymdur. Fýra brøður kallaðu
hann upp. Onkur abbasonur teirra
er eisini uppkallaður Meinhard.
Valentina hevði bjarta framtíð
Valentina var elst av okkum
systkjum, fødd í 1906. Eg var fødd
í 1926, sostatt vóru 20 ár millum
okkum.
Eg minnist tískil ikki hennara
barndóm. Men Petra, sum giftist
við N.J. Rasmussen, kenda prest
inum í Klaksvík, og hon vóru javn
gamlar .
Petra greiddi seinni frá í eini
grein hjá Jonu Henriksen, at “vit
gingu í skúla fjórðu hvørja viku,
vit fingu nógv fyri og fingu hollan
lærdóm.
Tað liggur til familjuna
hjá Valentinu at lesa nógv, minn
ast væl til og duga væl at siga frá.
Teimum dámdi væl at syngja og
kvøða, og tær báðar lærdu seg
sjálvar kvæði og kempuvísur.”
Petra mintist eisini, at Valen
tina var glað av lyndi, hevði eina
vakra rødd og sang altíð.
Í 1920 vórðu tær konfirmeraðar
í Nes kirkju. Tá ið Valentina var
ógvuliga nom, var ætlanin, at hon
eins og vinkonan, Petra, skuldi
fara á læraraskúla. Petra var ong
antíð aftur í Rituvík, at hon ikki
vitjaði Valentinu.
Lívið broyttist
Men tá ið Valentina var 16 ára
gomul í 1923, broyttist hennara
lív fullkomiliga. Tá fær hon meni
gitis. Hon var tískil longu sjúk, tá
ið eg var fødd.
Herup var lækni á hospitalinum
tá. Hann gav henni heilivág, men
einki hjálpti. Men tá vóru sjálvsagt
ikki teir viðgerðarmøguleikar sum
í dag. Eg minnist hana bara hava
fingið nakrar smáar gular tablettir.
Sjúkan byrjaði við, at hon fekk
so forferdiliga pínu í høvdinum.
Tá var ikki lætt tá á døgum at
koma á sjúkrahúsið. Fyrst varð
hon borin oman í fjøruna.
Læknabáturin kundi ikki leggja
at, so Valentina mátti førast við
einum báti umborð.
Tað segðist, at tað hoyrdist um
alla Rituvíkina, sum hon rópti av
pínu.
Hon lá so eina tíð á gamla
hospitali í Havn. Hon kom heim
aftur, og tað gekk so líðandi afturá
hjá henni. Hon lammaðist meira
og meira.
Eg minnist hana binda, men
tað var nú grúiliga lítið. Eis
ini minnist eg hana kunna renna
yvir til Hans beiggja, sum bygdi
í 1934. Men tá ið hon kom fram
máttu tey lofta henni, annars datt
hon.
Jonny fekk eina serliga lívsuppgávu. Hon var at vera um sína
systir, Valentinu, ið sum frá leið kravdi røkt alt samdøgrið
Ein hugtakandi søga
um umsorgan
Jonny, sum nú er 90 ára gomul
Jonny og Valentina høvdu ein heilt serligan lagnufelagsskap