Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mai 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017 SOSIALURIN 52 29 Komandi partur Í komandi parti verður restin av teirri einastandandi søguni hjá hesum báðum systrum og um samhaldið í ættini. Jonny fekk sína lívsuppgávu Hvussu álvarsom støðan var, fekk eg váttað ein dag, mamma fór til Søldarfirðar at vitja beiggja sín, Garða Jákup. Eg var 14 ára gomul og skuldi ansa eftir Valentinu.  Hon lá í seing­ini, og so rópar hon nývaknað og bað um breyð. Tá hevði hon enn mál. Eg fari so og gevi henni breyð, og hon etur sjálv. Tá hugsaði eg, at nú er hon frísk, tá ið mamma kem­ur aftur. Men tá ið hon royndi at koma upp úr seingini, datt hon. Í fyrsta umfari vóru tað for­eldr­ ini og eg sjálv, sum passaðu Val­en­ tinu. Hetta kravdi sjálvsagt meira og meira, sum tíðin gekk, og tað gekk afturá hjá henni. Fyrstu tíðina kundi eg kort­ ini fara burt­ur onk­un­tíð. Eg var eitt skifti í húsi í Klaks­vík hjá Bettu Justinussen, sum var lær­ ari. Hon var   gift við Poul,  ættaður úr Svínoy. Hann var kendur frá skip­inum Fuglaberg. Betta var ætt­ að úr Rituvík, f. Højgaard.  Somu­ leið­is var eg  í Havn í húsplássi. Eisini fór eg til Gøtu og lærdi at seyma hjá Palla Thomsen, skradd­ aran. Her hava nógvar kvinn­ur lært at seyma gjøgnum árini. Með­an eg var har, var eisini Maria hjá Eiðis Hans Jacob í Syðru­gøtu, Katrina, dóttir Martin í Eldu­vík og Hanna hjá Maljari í Norðra­gøtu. Hon giftist seinni við Poul Ol­sen í Klaksvík, sum saman við beiggj­ anum, Jógvan, hevði Lítlu Bed­- ing. Eg búði hjá Jóannes hjá Mikkjali í Barbu­stovu, sum var verfaðir til tveir av mínum beiggjum, Søren Jac­ob og Jógvan. Jógvan og Mat­ ilda búðu har tá. Men tað skal eisini sigast, at tá eg var burtur var tað ikki so væl dámt. Tað var jú so strævið heima við eini so sjúkari dóttir. Tá ið  Rosa,  dóttir Signu og Søren Jacob,  varð fødd,var eg í Gøtu. Sørin Jacob kom inn í grind. Tá sigur hann: “Tú má koma út aft­ ur við mær”. Tá høvdu tey eisini brúk fyri mær. Eg bleiv tí meira og meira bundin at húsinum. Signa kom í húsið Sørin Jacob giftist í 1940 við Signu Mikkelsen úr Syðrugøtu, og tey giftust inn hjá okkum. Tá Signa kom   vóru í húsinum brøð­ur­nir Esmar, Meinhard og Jógvan, mamma og pápi,  Val­en­ tina umframt eg sjálv. Hetta skuldi so merkja, at eg kundi vera leysari, og tað var eg eis­ini til tíðir, annars hevði eg slett ikki sloppið út. Eg kundi onkuntíð arb­eiða sild í Lynfrost. Men so bleiv mamma sjúk. Hon fekk giktfepur, og hon skuldi liggja á rygginum í níggju mánaðir heima hjá okkum. Hetta kom om­ aná alt annað, og tá mátti eg vera heima. Tað var sum so eingin annar møgu­leiki hjá mær. Signa fór at eiga børn, og tað gav henni nokk at gera. Men kortini var eg leysari av tí, at tey búðu her. Mátti hjálpast við øllum Tá vit komu til 1946 kundi Val­en­ tina  rópa, men ikki ganga. Hon kom altíð upp og varð sett í ein stól, men tað mátti hon eis­ini hjálpast við. Hon varð so løgd seinnapartin á degi og kom so upp aftur. Henni dámdi sera væl at lesa, hetta kundi hon gera megin partin av síni tíð. Men í nógv ár var hon ikki før fyri at blaða sjálv. Tá hon skuldi blaða í bókini ella blaðnum, so rópti hon, og tann sum tá var næst, skuldi so koma og blaða. Hon las inntil hon segði: “Tak blað­ið frá mær.” Hon kundi tosa fyrstu tíðina, men tað var so óskil­ ligt, at tað var næstan bara eg, sum skilti hana. Hon gav eisini tekn, sum eg skilti.  Hon skuldi eisini lyftast í stól­inum og beinini skuldu javnan flyt­ast. Hetta vóru øll í húsinum um at gera. Tað var ikki nógv hjálp at fáa. Eina ferð fekk hon tvær pútur, sum kundu stuðla henni. Hon fekk eina ferð ein koyristól frá al­ menn­um stovni, men hon kundi ikki sita í honum, og stólurin fór av­stað aftur. Hetta merkti eisini, at Valentina heldur ikki slapp út fyri dyr. Hetta var ein gongd í sjúkuni, sum lækn­arnir ikki kundi skilja. Tað kom eina ferð ein danskur lækni, sum vildi fáa greiði á hes­ um. Men hesum kom so einki burt­ ur úr. Men Poul Olsen, komm­unu­ lækn­in, segði eina ferð, at hann fór at royna í 14 dagar at geva henni eitt annað slag av tablettum, sum var fyri Parkinsonsjúkuna, tí hon rist­ist so illa við hvørt. Men hetta toldi hon ikki, so hes­um kom held­ ur einki burtur úr. Kundi einki sjálv Tað mátti altíð onk­ur vera inni hjá  Valentinu. Hon kundi ikki eta sjálv og mátti tí mat­ast.   Hon mátti eis­ini hjálp­ast, nærum ber­ast, út á wc. Tað var eisini mín uppgáva.  Eg svav eisini altíð inni hjá Val­en­tinu. Tá ið hon rópti, fór eg upp, men tíbetur sovn­aði eg altíð aft­ur. Svøvn­gáv­ ur hevði eg góð­ ar. Eg fór eis­ini upp fleiri ferðir hvørja nátt at venda henni. Tað kundi hon sjálv­ andi ikki gera sjálv. Tað eydnast henni eisini at sleppa undan liggi­sár­um, hetta fekk eg rós fyri frá lækn­unum. Í gomlu húsunum var so trongt, at hvørt kvøld mátti eg tak div­ an­ina inn í kamarið, og tá fekst hurð­in ikki aftur. Morgunin eftir skuldi divanin út aftur, áðrenn eg kundi fara at hjálpa henni. Fyri at siga sum er, so skilji eg ikki nú, at hetta lat seg gera. Søren Jac­ob bygdi nýggj hús í 1950, og vit fluttu inn hagar. Tá var meira pláss, og tað gjørdist eitt sindur lætt­ari. Kamarið hjá okkum var part­ víst býtt sundur av ein­um hálv­ veggi. Mamma og pápi svóvu øðru­megin, og eg og  V­al­en­ tina  hinumegin.   Pápi   doyði í 1957.  Inn til  mamman doyði í 1972 svav eg í kam­arinum hjá mammu, og Val­en­tin­a ­lá hinu­meg­in hálv­ vegg­in.   Eg hevði faktisk einki kam­ar sjálv. Tá ið mamma doyði lá eg inni hjá henni. Hon var so trong, men so sig­ur hon: “Legg teg og sov góða. Eg haldi, at eg fari at sovna”.  Eg sat mest­sum undir henni, tá ið hon doyði. Eftir tað vóru eg og Valentina  ein­sam­allar um kamarið.Tá ið Val­ en­tina kom upp, varð hon sett í sín stól, sum var settur í duraopinum mill­um kamarið og køkin. Tá kundi hon síggja inn í køkin og eyg­leiða tað, sum hendi har. Hans, beiggi Signu, var so fittur í hond­unum. Hann fekk lagt hita úr køk­inum inn í kamarið.  Tá var ikki vanligt at hava hita aðra staðni enn í køkinum. Jonny og Meinhard Meinhard, sum doyði so brádliga. Foreldrini hjá Jonny, Rakul og Jóan Magnus Barndómsheimið hjá Jonny, sum var fyrsta ramman um hesa søgu