hósdagur 4. mai 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. MAI 2017
SOSIALURIN 52
30
Arbeiði
Málaraarbeidi
Alt málaraarbeidi verdur gjørt í Hoyvík, Tórshavn og Argjum. Ring og
fá eitt óbindandi tilbod. Imail: pauli@imail.fo
274331
Máling uttandura
Alt uttandura málaraarbeiði orna vit. Ring og fá eitt óbindandi tilboð
596856
Málarameistari Justinussen
Vit gerða alt málara arbeiði innan og uttan. Ring og fá eitt gott
tilboð. 280340
B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt timburarbeiði,
vit garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn
okkum! B.H.C smíð tlf. 218991
Ynskir tú reingerð
Átakið mær at vaska privat fyri fólk í Tórshavn.
508549
Býli í Føroyum
Íbúð søkist í Tórshavn
Vit eru eitt tilkomið par, íð søkja eftur eini íbúð. Vit eru friðarlig, fara
væl um og gjalda til tíðina.Helst so nær miðbýnum sum gjørligt.
590070
Hús ella størri íbúð ynskist til leigu
Hjún við 4 børnum ynskja at leiga eini hús ella størri íbúð í Havn ella
uttanfyri Havnina frá uml. 15.07. Roykja og drekka ikki og fara væl
um. +45 5116 5813 (Tóri)
Íbúð ynskist til leigu
Ábyrgdarfull vaksin kvinna ynskir íbúð/hús til leigu í Havn sum
skjótast.
589304
Fundir
Aðalfundur 2017
Aðalfundur verður í hølum felagsins týsdagin 16.maj 2017 kl 19:30.
Skrá sambært lógum felagsins. Møtið fjølment. Hondbóltsfelagið
Tjaldur
LÝSINGARTORGIÐ
Deildin fyri Endurvenjing søkir eftir
virkisfúsum ergoterapeuti. Talan
er um eitt farloyvisstarv á 35 tímar
um vikuna at seta frá 1. juni 2017
ella skjótast tilber.
Arbeiðsuppgávur
Deildin fyri Endurvenjing í Almannaverkinum
veitir vanliga endurvenjing. Málið er at veita
endurvenjing til borgarar í arbeiðsførum
aldri, har tað við miðvísari venjing ber til
at røkka heilt ella partvís sama førleika
sum frammanundan. Venjing verður givin
í eitt avmarkað og framman undan avtalað
tíðarskeið.
Høvuðsmálið við endurvenjingini er, at borgarin
fær eitt sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og
heimalív. Í endurvenjingini verður støði tikið í
tvørfakligum hugsunarhátti. Ergoterapeuturin
arbeiðir við ymiskum háttaløgum, alt í mun
til, hvørjum málum borgarin ynskir at røkka.
Arbeitt verður eftir málum og virkisætlanum,
sum verða orðað í samstarvi við borgaran.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Almannaverkið, við tænastu
í løtuni í Viðskiftadeplinum og starvsstaði
í Tórshavn. Tann, ið settur verður, má tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann verða
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Tá tænasturnar fevna um alt landið, má roknast
við koyring.
Lønarsetanarviðurskiftini eru eftir sátt mála
millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeut-
felagið.
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi
í seinasta lagi 08.05.2017 kl. 12.00.
av.fo >Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Ergoterapeutur
til deildina
Endurvenjing
í Viðskiftadeplinum
í Tórshavn
MERKISDAGAR
Brúdleyp
Leygardagin 1. juli 2017 giftast Jóhanna Klein Olsen, Hósvík,
og Jonathan Benitez, Meksiko, í Hósvíkar kirkju kl 12.00.
Opið hús verður í Bygdarhúsinum í Hósvík frá kl 18.00 Tey
ið vilja gleða okkum við at hátíðarhalda dagin saman við
okkum,verða vinarliga biðin um at boða okkum frá á tlf
504138 ella 422389 innan 10. juni
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 07.05.2017
verður Hansina Thomsen,
Strendur, búsitandi á
Elliheiminum í Runavík 90
ár. Dagurin verður hildin
á Elliheiminum í Runavík
frá kl. 15 til 18. Tey sum
hava hug at heilsa uppá
Hansinu, eru hjartaliga
vælkomin.
50 ára føðingardagur
31. mai verði eg 50 ár. Vit
fara at halda føðingardagin
leygardagin 27. mai kl. 11 - 15
á Verkstaðnum VÒN,
Hóvabrekka 1, Argir. Tað
hevði glett meg, at sæð
allar mínar góðu vinir og
familjuna til eina hugnaliga
løtu og ein góðan bita.
Hjartaliga vælkomin øll.
Tórur í Puntabyrgi
(tlf. 216510 - punta@olivant.
fo)
80 ára
føðingardagur
9. mai fyllir Eli Olsen
Hvalba 80 ár. Dagurin
verður hildin í heiminum
6. mai frá kl. 13-17. Tey sum
ynskja at heilsa uppá eru
vælkomin.
Gullbrúdleyp
Tann 6. mai hava vit verði
gift í 50 ár, dagurin verður
hildin saman við børnunum.
Hermina og Bjarki
Magnussen
Brúdleyp
Leygardagin 8. juli skulu
vit giftast! Vígslan
verður í Skála kirkju kl.
13.00. Veitslan verður í
Bygdahúsinum í Leirvík
kl. 18.00. Tey, ið ynskja at
hátíðarhalda dagin saman
við okkum, verða biðin at
siga frá áðrenn 15. juni á
tlf. +4591861269 (Maria),
+298281944 (Svenn Arni) ella
á telduposti til Maria-t-01@
hotmail.com, ella
svennarniellingsgaard@
gmail.com. Tit kunnu eisini
senda okkum eini boð her á
facebook.
Brúdleyp
Leygardagin 13. mai giftast
Fríðhild Reinert Norðgerð,
Leirvík og Bogi Johannesen,
Skála. Vígslan verður í Skála
kirkju kl. 13.00. Døgurði
verður fyri innbodnum
kl. 17, og frá kl. 20 eru øll
hjartaliga vælkomin at
hátíðarhalda dagin saman
við okkum á Sjókafeini í
Runavík.
Brúdleyp
Leygardagin tann 27.
Mai kl 14, giftast Guðrið
Müller (Kvívík) og Bárður
Kjartansson Egholm (Eiði)
í Kvívíkarkirkju. Veitsla
verður um kvøldi fyri
innbodnum. Sunnudagin
28. Mai frá kl. 15 verður
brúðarhús á Víkarvegi 35,
Kvívík, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Guðrið og Bárður
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 24 juni hava
vit verið gift í 25 ár. Dagurin
verður hildin í AB - húsinum
frá kl 12.00 - 18.00. Tey,ið
vilja hátíðarhalda dagin
saman við okkum,verða
vinarliga biðin um at siga
frá hjá Jóhannu tlf. 510679
ella Robert tlf.587497 áðrenn
10. juni.
Vit gleða okkum at síggja
tykkum.
Jóhanna og Robert
90 ára føðingardagur
10. mai fyllir Esther K. Berg 90 ár. Dagurin verður hildin í hølinum hjá pizzaria á Tvøroyri.
Opið hús er frá kl 13-17. Øll eru vælkomin.