Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo tíðindi síða 10 Gongur væl í Føroyum Tíðindi síða 5 Eru gestablíð við danir Hóast talan var um stórsigur til Emm­anuel Macron á franska for­ set­a­valin­um í gjár, so er av­bjóð­ing­in hjá fyrrverandi sosialistinum stór, nú hann skal undir at stjórna stóra ev­ropiska landinum, Frankaríki. Mong vóru í døpurhuga, tá tað gekst víðgongda høgraflokkinum so væl upp undir forsetavalið. Mar­ ine Le Pen megnaði við flokk­i­ sínum Front National at vinna seg fram til enda­umfarið á forestavalinum, har frank­ar á fyrsta sinni nakrantíð hvørki kundu velja sosialistarnar ella republikanararnar. Forsetavalið í USA og Brexit í Bret­landi stóð sum skrekkurin um, at franska fólkið eisini kundi finna upp á at gera uppreistur og velja víð­gongda høgra, sum eisini ynskir, at Franka­ríki skal melda seg úr ES. Hóast framgongd til Front Nat­ i­o­n­al, so hevur franska fólkið ikki gloymt søguna hjá flokkinum. Og hóast Marine Le Pen hevur roynt sloppið sær av við okið hjá pápa­ num, so hekk tað kortini við. Tað at hon nýtti so stóran part av val­ stríð­inum at leggjast eftir Macron sigst eisini hava ført til valósgiurin hjá henni. Men hóast valsigurin hjá Mac­ ron er stórur, so er minnilutin hjá Le Pen eisini stórur. Hon megnaði at fáa triðju hvørja atkvøðu. Og tá hugs­að verður um, at bæði sosi­ alist­ar­nir og republikanararnir hava staðið so nøkulunda saman um at stuðla Macron, so er Frank­a­ ríki tvíbýtt, tá uttast høgra megn­ar at savna ein heilan triðing av fólki­ num ímóti etableraðu flokkunum – og tí nýggja flokkinum hjá Macron. Uppgávan hjá Macron verður tí at savna tjóðina aftur. Eina tjóð, sum er spjadd landafrøðiliga, sos­ ialt og mentanarliga – og at skipa eina stjórn við kjølfesti í fólk­inum og einum meirluta í tjóð­ar­ting­i­ num. Franska forsetavalið er eisini eitt varskó til teir gomlu siðbundu flokk­ar­nar. Sosialistarnir og re­ pub­l­ik­an­ar­arnir hava dugað ov illa at lur­tað eftir fólkinum, og tí er gróðr­ar­botnur skaptur fyri eitt nú at Front National slapp upp í part í enda­um­far­inum. Skuldsetingarnar ímóti rep­ub­lik­anska valevninum François Fillon var beinleiðis or­søk­ in til, at hann ikki megnaði at vinna seg frem til endaumfarið. Tí kunnu vit siga, at Macron var heppin. Hann var á rætta stað til rætta tíð. Uppgávan hjá hon­um verður nú at savna tjóðina – sum helst skal gerast saman við teim­ um báðum siðbundu flokk­u­num, sos­i­al­ist­unum og/ella re­publi­k­an­ ar­u­num. Frankaríki valdi evropa Almenna partafelagið Eyst­ ur- og Sandoyartunlar P/F, sum er farið undir at gera tunn­ilin millum Skálafjørðin og Havnina, hevði 2,6 mill­i­ ón­ir krónur í halli í fjør. Tað vísir roknaskapurin, sum almannakunngjørdur á vinnu­vitan.biz. Úrsltið er heldur lakari enn ár­ið fyri, tá hallið var 2,2 mill­i­ónir krónur. Í 2014 var hall­ið 771.000 krónur. Til­ samans hevur almenna fel­ ag­ið havt 5,6 milliónir í halli, síð­ani felagið fór undir sítt virk­semi. Sum vera man nervar tað ikki felagið, at tað koyr­ir við halli, tí tølini eru stór, sum felagið arbeiðir við. Parta­ pen­ing­urin er 45 milliónir krón­ur, og egin­pen­ing­ur fel­ags­ins var við árslok 39,4 mill­i­ónir krónur. Felagið hev­ur ongar inntøkur enn, og brutto­vinningur felagsins er min­us 737.000 krónur. Felagið hevur stóra skuld og nógvan tøkan pen­ing. Samlaða skuldin hjá fel­ag­ num 2,7 milliardir krónur, sum er næstan tað sama, sum tøki peningur felagsins við árs­lok í fjør. Hóast tala er um al­ment partafelag, so fær al­menn­ ing­ur­in ikki at vita, hvussu nógv stjór­in fær í løn, og upp­lýst verður heldur ikki, hvussu nógv fólk starvast hjá fel­ag­num. Men samlaða lø­n­ar­út­gjald­ingin hjá felag­ num til øll starvsfólkini var í fjør 1.829.000 krónur. Í 2015 vóru somu útreiðslur 1.592.000 krónur og í 2014 408.000 krón­ur. Teitur Samuelsen varð sett­ur sum stjóri í felagnum 22. des­em­ber í 2014. Tunnilsfelagið 2,6 milliónir krónur í halli í fjør Emmanuel Macron var á rætta stað til røttu tíð... Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Higartil hevur hallið hjá tunnilsfelagnum verið 5,6 milliónir krónur. Men partapeningurin er 45 milliónir krónur – og tøki peningurin er næstan 2,7 milliardir krónur Hundahvølpurin hjá Løkke fær føroyskt navn Danski forsætirsráðharrin Lars Løkke Rasmussen hev­ ur fingið nýggjan hunda­ hvølp, eftir at familjan í febr­uar misti hundin Bella, sum gjørdist sjúk og doyði. Løkke skrivar á sínum Face­book vanga, at hann í dag vitj­aði hunda­hvølp­ in, sum skal hava før­oyska navn­ið Fríða – hann leggur aft­ur­at, at Fríða merkir vøk­ ur. Hundahvølpurin heldur til hjá mammu sínari, Smilla, sum býr í Esbjerg, og síðst í hes­um mánaðinum flytur hunda­hvølp­ur­in til nýggju fam­ilj­una í Keypmannahavn. Lars Løkke Rasmussen og før­oyska kona hansara Sól­ run Jákups­dóttir hava eisini hund­in Beauty. Hundarnir hjá Løkke eru vakrir Nýggi hundurin hjá Lars Løkke Rasmussen etur »Fríða«. Hin hundurin hjá forsætisráðharrahúskinum eitur »Beauty«