Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar Hesi komu heim við Tjaldrinum: Sosialurin 24. mai 1927: S/S »Tjaldur« ankom i Gaar, medhavende følgende Passagerer: Mr. og Mrs, Dowd, Hr. Dr. Rasmussen og Frue, Frk. Mortensen, Hr. og Fru Kaaber, Fyringeniør Bring, Direktør Geertsen, Fru Telegrafbestyrer Finsen, Fru Nolsøe Jacobsen, Frk. Ingeborg Poulsen, Frk. Birgitte Johannessen, Hr. Nygaard, Hr. Børge Jensen, Hr. Peter Andreasen, Hr. Hans Debes, Hr. Johan Barth Hansen, Fru Maskinmester Thjellefsen, Frøknerne Hammer, Elisabeth Joensen, Marie Olsen og Sanna Djurhuus. 1948: Flog­ vøll­urin í Vág­um kann ikki nýtast Sosialurin 15. mai 1948: Ætlanin hevur verið at fáa Før­oyar upp í flogsambandið við út­heimin, men eitt av tí sum ger, at hetta fæst ikki í lag, er tað, at flogvøllurin í Vág­um kann ikki nýtast. Menn frá loft­ferðar­sýn­ i­num í Danmark hava verið og kann­að vøllin, og siga teir, at bein­an­vegin er váðaligt at lenda á honum. Flogfør kunna neyð­lenda, men skuldi hann ver­ið nýtt­ ur til vanlig ferðamannafør, kundi væntast, at tey sorl­að­ ust, tá ið tey skkuldi seta seg nið­ur. Skal tí Føroyar koma upp í flog­sam­band­ið, má nýggjur flog­vøllur verða gjørdur, siga teir. Alt, ið er bannað, er spennandi SOSIALURIN 1970 1970: Sex er eitt halgimenni her á landi, hóast vit liggja frammalaga millum Norðanlond við børnum fødd uttan fyri hjúnarlagið, verður sagt í greiní Bergmál: S osialurin skrivaði soleiðis 7. februar í 1970: »Grannalond okkara eru klárt á odda innan pornografi og ann­ars við sexi yvirhøvur, og um hes­in táttur ikki hevur gjørt seg gald­andi í sama mun her hjá okk­ um, er vert at taka hann til um­ hugs­unsar. Hvønn týdning kynslívið hevur í lívi­num, er einum og hvørjum greitt, hóast vit alt annað enn rópa upp um tað, tí hetta er nakað dýra­ bart fyri tey flestu og skal helst hand­far­ast varliga. Tað er bert við tey, ið sanda okkum nærmarst, at vit tora at tosa hart um sex, porno og annað tílikt – um vit yvir­høv­ur tosa við nakran Einki dulsmál Slikt ger, at tað er ein vissur vandi við at fara inn á eitt tílíkt evni, sam­stund­is sum vit vita, at tað er eingin før­oy­ingur, ið ikki hevur verið í song við tí øvugta kyninum, áðrenn við­kom­andi bleiv giftur, ella sum ong­an­tíð hevur tikið eitt porno­blað í hondina. Harafturímóti vita vit, at porno­ bløð­ini verða lisin, og hjá nøkr­um verða tey tikin fram um tann, ið onn­ur vilja kalla fyri »mentaðan« lesn­að. Somuleiðis er tað nærmast ó­hugs­andi, at fleiri siga seg nei takk til ein song­ar­felaga. Tá ið pornobløðini verða lisin, er greitt, at tað eru nøkur, ið nøkt­ ast við hendan lesnað. Men porno­ bløð­ini eru ikki at síggja alment, ið hvussu er bert ein brøkpartur, og tí er tað ein vissur spenningur at fáa hend­ur á tey. Helst skal bíðast til eing­in annar er inni í útsølubúðini, og ikki ger tað tað sama, hvør selur. Enn einaferð: Alt ið er bannað er spennandi! Pornografi er ikki lógarbannað, men tá ið fjøldin ikki góðtkeur slíkt, er hetta bannað á sín hátt. Gamlir fordómar Tá ið porbobløðini ikki kunna liggja sam­an við øðrum bløðum, er hetta fyrst og fremst gamlir foródmar, vit hava at dragast við. Sex er eitt ann­að halgi­menni her á landi, hó­ast vit liggja frammalga millum Norð­ an­lond við børnum fødd uttan fyri hjúnar­lagið. Tá ið nú pornolesnaður ger seg so nógv galdandi rundan um okk­ um, er sjálvandi væntandi, at hann eis­ini floym­ir inn her, og tí mugu vit bera tað so í bandi, at tílíkur lesn­ að­ur verður líka so nátúrligur, sum ein hvør annar, tí fyrst tá hava vit blakað okkara fórdómar yvir borð og kunnu rætta teimum, ið lesa slík bløð, eina frelsandi hond, so tey ikki nýtast at føla seg sum nakr­ir sál­ arliga brekaðir samfelagsborgarar.« Sosialurin endurgevur hendan dagin í 1970 grein úr »Bergmáli«, sum var málgagnið hjá Sosialistismum Ungmannafelag, SU Brot úr Sosialinum í mai 1948