mánadagur 8. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu er at koma ígjøgnum føroyska veturin?
– Tað veldst um, hvussu veturin er. Er tað ein vetur við kava og sól, er tað
lættari, og myrkrið órógvar meg ikki so nógv. Men er tað ein vetur við
nógvum ódnum, kann tað verða tungt. Ein danskur vetur kann verða gráur
og tungur, og í Føroyum er í minsta lagi meira variatión.
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– New Zealand er eitt spennandi og fjølbroytt land hinumegin
jørðina, sum eg havi hoyrt nógv gott um. Tað er eitt land,
sum gevur møguleika fyri at verða aktivur á ferðini, og
fólkini skulu vera sera gestablíð.
Eyðun Klakstein
Mikudagin verður almenn
fráfaringarløta hjá Ríkis
umboðnum í Føroyum. Dan
Michael Knudsen, sum síð
ani januar í 2008 hevur verið
ríkisumboðsmaður í Før
oyum, gevst nú í starvinum
og fer til Danmarkar at
starvast á skrivstovu hjá for
sætismálaráðnum.
Tá ið Dan Knudsen fekk
starv sum fulltrúi hjá Ríkis
umboðnum,
var
hann
í
grundini mest sum á veg
av landinum aftur, eftir at
familjan flutti til Føroya trý
ár frammanundan. Tá fór
Dan Knudsen í starv sum
fulltrúi í landsstýrinum, men
um aldarsskiftið hevði hann
fingið starv hjá Fyns Amt.
Hann broytti tó hugsan, tá
ið eitt starv gjørdist tókt
hjá Ríkisumboðnum. Dan
Knudsen søkti og fekk starv
ið, og tað gjørdist byrjanin
til 17 starvsár hjá Ríkisum
boðnum. Fyrst næstan átta
ár sum fulltrúi og ráðgevi, og
síðani nýggju ár sum ríkis
umboðsmaður.
– Eg var væl fyrireikaður
til at taka við sum Ríkis
umboðsmaður, tí eg hevði
arbeitt hjá Ríkisumboðnum
í fleiri ár frammanundan
og hevði arbeitt undir trim
um ymiskum ríkisumboðs
monnum, sum eg hevði lært
ymiskt frá. Tað kendist sum
eitt natúrligt stig at taka, tá
ið tók yvir sum ríkisumboðs
maður, og eg var væl inni í
øllum arbeiðnum og málum
hjá Ríkisumboðnum, sigur
Dan Knudsen.
– Eg hevði eisini ein stóran
fyrimun í, at eg hevði arbeitt
í umsitingini í landsstýrinum
og var komin at kenna fólk.
Eg var ikki nýggjur í Føroy
um, tá ið eg tók við sum
ríkisumboðsmaður, og eg
hevði gjøgnum meira enn
10 ár fingið góð sambond í
Føroyum, og fólk í politisku
skipanini
og
aðrastaðni
kendu meg. Eg skuldi ikki
byggja nakað álit upp frá
grundini, men kundi brúka
tær royndir og sambond,
sum eg hevði fingið.
Tá ið Dan Michael Knud
sen læs á lærdu háskúlanum
í Odense, hitti hann Mar
grethu Justesen av Viðareiði,
sum gjørdist kona hansara.
Tað hevur eisini givið Dan
Knudsen eitt gott innlit í før
oysk viðurskifti.
– Tað hevur avgjørt ver
ið ein fyrimunur, at eg
havi føroyska familju og
skilji føroyskt, hóast eg
ikki tosi tað. Eg haldi meg
kenna føroyska mentan og
hugsanarhátt, og tað havi
eg kent sum ein styrki í
mínum arbeiðið sum ríkis
umboðsmaður, sigur hann.
Danskt umboð
í Føroyum
Hóast tilknýti til Føroyar
og føroyska samfelagið hev
ur verið tætt, er ríkisum
boðsmaðurin umboð fyri
almenna Danmark í Før
oyum, og tað hevur Dan
Knudsen ikki roynt at fjala
út yvir.
– Ríkisumboðsmaðurin
er fyrst og fremst ein
danskt umboð í Føroyum,
og hann er eygu og oyru hjá
donskum myndugleikum.
Eg havi verið embætismaður,
og eg føri ikki politikk, men
eg havi lagt meg eftir at for
midla
politisk
sjónarmið
báðar vegir. Eg havi roynt at
fingið føroyskar og danskar
myndugleikar at skilja sjón
armiðini hjá hvørjum øðrum.
– Eg havi roynt at ver
ið upp á forkant, so at tað
slepst undan so nógvum
trupulleikum sum gjørligt.
Friðarligari tað er í viður
skiftunum millum Føroyar
og Danmark, betri er tað,
sigur Dan Knudsen.
Týðandi partur av arbeið
num hjá ríkisumboðsmann
inum er at fylgja við polit
iskum og samfelagsligum
viðurskiftum í Føroyum og
at kunna danskar myndug
leikar um gongdina. Hetta
verður gjørt í regluligum
samanfatandi frágreiðingum
til
forsætismálaráðið
og
aðrar danskar myndugleikar,
men eisini í dagliga samskift
inum um ymisk mál.
– Eg havi brúkt nógv tíð
til at fylgja við í føroysk
um viðurskiftum, og tað
havi eg tímað væl, tí eg havi
ein natúrligan áhuga fyri
politikki og samfelagsvið
urskiftum. Eg havi fylgt
við í miðlunum, havi sam
skifti við landsstýri og eri
í løgtinginum, og so havi
eg eisini roynt at komið út
millum fólk. At vera ríkis
umboðsmaður er langt frá
altíð eitt átta-til-fýra arbeiði.
Í grundini ert tú ríkisum
boðsmaður alla tíðina, sigur
Dan Knudsen, sum heldur
at júst hesin parturin av ar
beiðnum hevur verið tann
mest áhugaverdi.
– Viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark eru
áhugaverd. Tað eru sjálvandi
ósemjur um ymisk mál,
men eg haldi, at bæði før
oyingar og danskarar duga
betri og betri at tosa sam
an um hesi mál – bæði á
embætismannastigi
og
á
politiskum stigi. Partarnir
er greiðir yvir, at teir eru
ósamdir í summum málum,
men teir tosa erligt og opið
um tað og eru konstruktivir
í samskiftinum.
– Frá føroyskar síðu hev
ur tað stundum verið sagt, at
- Tað er í nógvum førum ein fyrimunur, at forholdini í Føroyum eru
smá. Tað er lætt at fáa samband við fólk, tú veitst, hvørji fólkini eru,
og tú kanst bara taka telefonina og ringja, sigur Dan Michael Knudsen,
sum nú gevst eftir nýggju ár sum ríkisumboðsmaður. Samstundis,
sum hann hevur verið fremsta umboð hjá danskarum í Føroyum,
hevur hann umvegis føroysku konuna tætt tilknýti til Føroyar
LÆTT AT FÁA
SAMBAND
VIÐ FÓLK Í
FØROYUM