Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 danskarar hava ov lítla vitan um og áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, men eg haldi, at tað er blivið munandi betri við hesum millum bæði danskar embætisfólk og politikarar, heldur Dan Knud­sen. Gott samskifti Dan Michael Knudsen held­ ur seg hava havt eitt gott sam­skifti við føroyingar – líka­mikið um tað hevur verið á almennum ella privatum stigi. – Eg havi verið opin og tosi við øll fólk. Eg havi ikki gjørt mun á fólki ella politikarum, um tey eru fyri ella ímóti ríkis­felagsskapinum, ella um tey eru til høgru ella vinstru. Tað er ikki altíð, at eg eri samdur við fólk, men tað kann mann eisini tosa um, sigur Dan Knudsen. – Tað er í nógvum førum ein fyrimunur, at forholdini í Føroyum eru smá. Tað er lætt at fáa samband við fólk, tú veitst, hvørji fólkini eru, og tú kanst bara taka telefonina og ringja. Tað er lætt at koma at kenna fólk, og so er eisini lættari at fáa ein góðan dia­ log. Nú eg fari í starv í Dan­ mark, har politiska skipanin og samfelagið annars er nógv størri, fái eg eina avbjóðing, og tað kann verða, at eg fari at sakna tey smáu forholdini og tøttu sambondini í Før­oy­ um. – Onkuntíð havi eg hugs­ að, at tað kann gerast í so trongligt í Føroyum, tí øll kenna øll, men nú fáa vit at síggja, hvussu eg fari at trívast í einum størri saman­ hangi í Danmark. Nýggja starvið Ríkisumboðsmaðurin sein­ astu nýggju árini fer nú í starv á norðuratlantisku skriv­stovuni hjá danska for­ sætis­málaráðnum, har hann verður ráðgevi í før­oysk­um og grønlendskum viður­skift­ um. Tá ið Dan Knudsen og familj­an fluttu til Føroya í 1997, høvdu tey ikki eina greiða ætlan um, at tey skuldu verða verðandi í Før­ oyum. – Vit høvdu ikki lagt neyv­ar ætlanir um, men tað lagaði seg soleiðis, at vit blivu verðandi í Føroyum. Vit hava trivist sera væl í Før­oyum, og vit hava havt góð og spennandi arbeiði at røkja. Nú skiftir Dan Knud­sen arbeiðspláss, og arbeiðs­ stað­urin verður frameftir í Keyp­mannahavn, men tætta tilknýtið til Føroyar verður varðveitt. – Konan og dóttirin verða búgvandi í Hoyvík, og sonurin lesur í Keyp­manna­ havn, har eg eisini fari at arbeiða. Eg fari tó at pendla eitt sindur millum Danmark og Føroyar. – Eg hevði brúk fyri ein­ um skifti nú, og so kom møgu­leikin at arbeiða í for­ sætis­málaráðnum. Hetta er ikki ein verulig flyting til Dan­markar, men meir ein møguleiki at royna eitt nýtt starv. Eg skal ikki útiloka, at eg kundi tikið av einum spennandi arbeiði í Føroyum aftur einaferð, sigur Dan Knudsen. Og nú ríkisumboðs­mað­ urin takkar fyri seg, held­ur hann, at standurin í viður­ skiftunum millum Før­oyar og Danmark er góður. – Sum heild er sambandið millum Føroyar og Danmark gott. Onkur mál eru, har part­ arnir eru ósamdir – til dømis á uttanríkispolitiska økinum og í sambandi við nýggju føroysku stjórnarskipanina – men tað eru í málum, sum partarnir kenna væl, og sum teir støðugt samskifta um. Tað er ein góður dialogur millum partarnar – eisini í málum, har ósemja er – og tað er sera positivt, sigur Dan Michael Knudsen. Mikudagin millum kl. 15.00 og 18.00 er móttøka hjá Ríkisumboðnum í Føroyum, har Dan Michael Knudsen fer at takka fyri seg sum ríkis­umboðsmaður. UNDIR FÝRA EYGUM Hvat gert tú, tá ið tú tekur tær av løttum? – Mær dámar væl at renna, og eg fái nýggja orku av einum góðum rennitúri. Eftir ein arbeiðsdag er tað gott at koma út í fríska lufta, og mær dámar eisini væl at renna saman við fólki, so renningin eisini fær eitt sosialt ískoyti, og eg kann hitta onnur fólk, enn tey eg hitti gjøgnum arbeiðið. Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? – Tað verður sungið nógv í Føroyum, og eg eri til teir løttu sangirnar. Ein sangur, sum mær dámar væl, er »Einki er sum summarkvøld við strendur«. Mær dámar eisini væl Frændur, sum eg nærmast vaks upp við undir lestrinum í Odense, tá ið eg byrjaði at koma saman við føroyingum, og Teitur Lassen. Fólk eru sera gestablíð við danskar gestir Ríkisumboðsmaðurin er vanliga við, tá ið almennir danskir gestir eru á vitjan í Føroyum. Mest umtalaðu vitjananir eru tær hjá danska kongshúsinum, sum plaga at vera fimta hvørt ár. – Tað er ein stór og krevj­ andi uppgáva at skipa fyri vitjan hjá kongshúsinum, tí vanliga eru eini hundrað fólk involvera í vitjanina allatíðina. Men samstarvið við løgreglu, føroyskar myndug­leikar og onnur er gott, og bæði í Havn og úti um landið eru fólk sera gesta­blíð, sigur Dan Knud­ sen. – Nógv av vitjanini hjá drotningini er í føst­ um rammum, og tað ger tað lætt­ari. Mín hugs­an er, at betri alt er til­rætta­ lagt, lættari er at gera vitjanina meira óformella. Drotningin er góð at hava við at gera, og hon er veru­ liga hugtikin av Føroyum. Hon hevur sera stóra vitan um Føroyar, og tað er ikki altíð, at eg klári at fylgja við, sigur Dan Knud­sen. – Tað hevur eisini verið sera hugaligt at komið út um landið, tá ið vit hava havt politikarar ella onnur á vitjanum í Føroyum. Fólk eru sera gestablíð og fyri­ komandi, og tað hava bæði eg og gestirnir fegnast um. Tað hevur eisini havt týdning fyri meg at koma út um Havnina at hitta fólk, og tað havi eg fingið nógv høvi til, tá ið vit hava havt danskar gestir her í Føroyum, sigur Dan Knud­ sen. – Tað hevur avgjørt verið ein fyrimunur, at eg havi føroyska familju og skilji føroyskt, hóast eg ikki tosi tað. Eg haldi meg kenna føroyska mentan og hugsanarhátt, og tað havi eg kent sum ein styrki í mínum arbeiðið sum ríkisumboðsmaður, sigur Dan Knudsen Mynd: Álvur Haraldsen UM Dan Michael Knudsen 55 ára gamli Dan Knudsen er ættaður úr Vejle og hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur. Hann er giftur Margrethu Justesen av Viðareiði, og tey eiga tvey børn. Í 1997 flutti familjan til Føroya at búgva, og tá fór Dan Knudsen í starv sum fulltrúi í landsstýrinum. Í 2000 gjørdist hann fulltrúi og síðani ráðgevi hjá Ríkisumboðnum í Føroyum, og í 2008 tók hann við sum Ríkisumboðsmaður. Nú fer Dan Knudsen í starv í danska forsætismálaráðnum, har hann skal vera ráðgevi á norðuratlantisku skrivstovuni, sum fæst við ríkisfelagsskapin og harvið eisini føroysk og grønlendsk viðurskifti.