Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sjómanstrúboðarin, Tórleif Jo­hannesen, vitjaði herfyri um­borð á nýggjasta skip­ in­um í føroyska flotanum, farma­skipinum Mykines. Tað er Smyril Line, sum hev­ur keypt skipið at sigla við farmi millum Torlákshøfn í Ís­ landi, Rotterdam í Hálandi og Havn­ina. Á túrinum heim til Føroya, tá vitjað varð umborð, hevði Myki­nes eisini verið inn í Hirts­hals eftir nøkrum trail­ar­ um. Skipið hevur fingið eina góða byrjan; alt hevur riggað væl, og Mykines roynist eisini sera væl í sjónum. Farmurin úr Føroyum og Ís­landi er mest feskur og fryst­ ur fiskur, og farmurin heim úr Há­landi er mest bilar, bussar, last­bilar, gravmaskinur, hús­ vogn­ar og ymiskt annað stykkja­góðs. Størsti skipsmotorur Tórleif Johannesen vísir á, at Myki­nes er bygdur í Noregi í 1996. Skipið er 139 metrar langt og 23 metrar breitt. Mot­or­urin er ein Wartsila 20.000 HK, sum sambært sjó­manstrúboðaranum er størsti motorur í føroyska skipa­flot­anum. Myki­nes hevur heili átta dekk og hevur pláss til 500 bilar og 100 trail­ar­ar. Tvær mann­ing­ar á 12 mans hoyra til Myki­nes. Teir eru umborð í fýra vikur og so heima í fýra vik­ur. Skip­ið hevur eisini aspir­ant­ar (lærlingar) umborð. vilmund@sosialurin.fo ­ Føroya størsti skipsmotorur GOTT VEÐUR: Mai mánaði hevur higartil roynst avbera væl til veður. Tað hevur verið turt, og sólin hevur sæð. Hóast hann hevur ligið høgur í ættini, hevur lotið ikki verið serliga kalt. Tá tað so hevur stilt av, og sólin hevur sæð, hevur tað í løtum verið rættiliga lýtt. Myndin er tikin á Malarenda í Nólsoy leygardagin Vilmund Jacobsen Umborð á Ågot, sum er í Grønlandi, eru teir nú byrjaðir at taka ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, eru um­støð­ur­ nar hjá útróðrarmonnum í Grønlandi og Føroyum hesa ársins tíð rættiliga ym­isk­ar. Nú ísurin í Grønlandi byrj­ar at tiðna, sleppa út­ róðr­ar­menn aftur til út­ róðr­ar, og tað kemur ikki minst teimum til góðar, at før­oyska frystilínuskipið Ågot júst er komin til Grøn­ lands at taka ímóti fiski. – Vit eru byrjaðir at taka ímóti fiski. Fyrsta dagin var nógv­ur ísur, men nú sær betri út, og í gjár tóku vit ímóti sjey tonsum. Soleiðis segði skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, tá Sosi­al­urin frætti fríggja­ kvøld­ið. Ågot liggur úti fyri Iluli­ sat og innhandlar fisk, sum tað verður rópt. H a n n vís­ir á, at í byrj­an­ini koma teir at leggja frystu veið­ ina upp í Ilulisat. – Annars skulu vit norð­ ur í Ummanaq-fjørðin, tá ís­urin brotnar har, og tá fara vit at landa har uppi. Hetta sær bara gott út, og vit vænta, at her verður nógv at gera. Skiparin væntar, at Ågot fer at vera í Grønlandi tað mesta av hesum árinum. Nú er komið so væl áleiðis við niðaru lon í Sørvágs skúla, at bygningurin er reistur. Arbeiðið verður liðugt, tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina Bátahugni í Hvalvík Vilmund Jacobsen Bátafestivalur hevur júst verið á Toftum, og um tvær vikur verður bátastevna í Vestmanna. Men, Bátahugnin, sum nøkur fylgjandi ár hevur verið í Hvalvík, stundar nú eisini til. Hesin verður nevniliga hildin leygardagin 27. mai. Bátahugnin í Hvalvík er eitt vælumtókt tiltak, sum savnar nógvar bátar og nógv fólk. Eins og undanfarin ár verður aftur í ár siglt av Selatrað til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag skipar fyri ymiskum tiltøkum við bátahylin. Bátahylurin í Hvalvík er dagførdur, og her eru maritimu umstøðurnar av teimum allar bestu. - Á sama hátt sum í fjør, verða bátarnir aftur í ár lagdir í nummarrøð, og tí kann tað vera ein fyrimunur at melda bátin til í góðari tíð, siga tey í Sundalags Bátafelag. vilmund@sosialurin.fo Øðrvísi umstøður Hetta eru ikki somu umstøður til útróður, sum føroyskir útróðrarmenn hava. Men, nú minkar ísurin, og umstøðurnar gerast betri Mynd: Hjaltur Poulsen Nakrir av manningini umborð á Mykinesi Mynd: TJ-myndir Motorurin í Mykinesi er ein Wartsila 20.000 HK, sum sambært sjómanstrúboðaranum er størsti motorur, sum er í nøkrum føroyskum skipi