Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 Vilmund Jacobsen Mikudagin 10. mai klokkan 08.30 verður tað, sum rópt verður, ástaðisfundur um alt kai­økið í Norðragøtu. Fevnt av hesum er vinnuøkið, grót­ brot­ið, bátahylurin, neystini og økið á Oyruni. Í Eysturkommunu siga tey, at orsøkin til henda ástað­isfund er, at komm­ un­an vil hoyra, hvat borgarar, báta­eigarar, neystaeigarar og vinnu­lívið á staðnum ímynda sær um framtíðarætlanir á kai­øk­in­ um í Norðra­gøtu. Fundurin verður í Báta­ savn­in­um í Leirvík, og her verður eisini høvi til kaffi­ munn, eins og dronu­filmur av økinum verður vístur. Umleið klokkan 9 verð­ur farið yvir á kaiøkið í Norðra­ gøtu. Í Eysturkommunu siga tey, at ástaðisfundurin er al­ mennur, og øll eru hjarta­liga væl­komin. Smábátahavnir Eysturkommuna hevur smá­ báta­havn í Leirvík, Norðra­ gøtu, Syðrugøtu og undir Gøtu­eiði. Her er møguligt at leiga sær pláss til bátin. Kommunan hevur eisini eina reglugerð fyri bátapláss á landi, og henda reglugerð er gald­andi fyri bátar í økjum, sum Eysturkommuna varðar av, og sum eru tiknir upp og standa á bátaplássunum í Eyst­ur­kommunu. Henda reglugerð kom í gildi hin 30. juni í 2016. Vilmund Jacobsen Nú veðrið seinastu dag­ ar­nar hevur verið so gott, hava ivaleyst fleiri longu ver­ið úti og grillað fyrstu ferð. – Ein slíkan góð­veð­ ursdag sum fríggjadagin var lag á manni at grilla - og hvat er tá betri at grilla enn makr­el­ur? Í góðveðrinum fríggja­ dag­in valdu starvsfólkini hjá Varðanum í Gøtu at grilla makrel. – Makrelur hóskar væl til at grilla, tí hetta er ein lut­falsliga feitur fiskur. Á Varðanum vísa tey á, at føroyingar ikki eru so vanir at eta makrel, men júst hesin háttur at tilreiða fisk­in er kanska júst tann rætti. Tá tiltakið - Á Grynnuni - var í Tórsgøtu og Vágsbotni leyg­ar­dagin, varð eisini borðr­reitt við makreli frá Varð­an­um Pelagic. vilmund@sosialurin.fo Føroyingar eru ikki so vanir at eta makrel, men makrelur riggar væl at grilla, bæði sum heilur fiskur og flak Í Eysturkommunu vilja tey nú hava at vita, hvat borgarar, bátaeigarar, neystaeigarar og vinnulív í kommununi hugsa um kaiøkið í Norðragøtu –- Ólíkindi eru helst orsøkin til færri vitjanir í Koltri í ár. Tað er í góðveðrinum um dagarnar, at fyrstu ferðafólkini í ár hava vitjað. Tað sigur fyristøðumaðurin í Koltri, Bjørn Patursson. Eiga 200 tons eftir í Íslandi Vilmund Jacobsen Seinastu vikurnar hevur línu­skipið Sandshavið staðið á bedingini hjá Mest í Havn. Teir vóru á veg til Íslands og vóru at kalla komnir á fiski­leið í íslendskum sjógvi fyri pásk­ ir, tá stevnurørið fór at leka. – Ráðini, vit fingu, vóru at koma heim til Føroya at umvæla skipið, og tað gjørdu vit. Nú skipið kortini hev­ur staðið á bedingini hesa tíð­ina, er skipið eisini vorðið vask­að og málað. Eyðvarður Petersen sigur, at tá skrúvutoyið verður klárt aftur, helst í dag ella týs­dag­in, væntar hann, at skip­ið samstundis er málað, heilt úr botninum og upp í mastra­toppin. – Longu tíðliga í hesum ár­in­um høvdu vit bara nakrar heilt fáar fiskidagar eftir á grynri vatni undir Føroyum. So, eg vænti, at vit fara til Ís­lands, tá vit loysa aftur. Skiparin sigur, at Sands­havið eigur umleið helmingin av íslandskvotuni eftir – ella eini 200 tons – og helst verður farið yvir hagar bein­an­vegin, tá skipið er klárt. – Teir níggju dagarnir, sum vit eiga eftir á grynri vatni undir Føroyum, kunnu tó trífaldast, um vit fara út á djúpt vatn at fiska longu og brosmu, men hetta riggar ofta frægast um summarið, sig­ur Eyðvarður Petersen.a. vilmund@sosialurin.fo Makrelur á grillini Ástaðisfundur um kaiøkið í Norðragøtu Sp/f Rock í Vági fer á Atlantic Fair í Klaksvík í døgunum 9.-11. mai at sýna fram spildurnýggjar og øðrvísi trollemmar til flótitrol. Stórur, góður og leskiligur makrelur. Riggar væl at grilla, bæði sum heilur fiskur og sum flak