Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKULDSETTIR FYRI DRÁPSROYND BLÓÐIÐ FLEYT Á Skuldsettir fyri drápsroynd: Øks, gággari og knívar vóru í brúk, tá ið ein maður mundi mist lívið á Landavegnum í Havn um vikuskiftið. Fýra fólk eru skuldsett. – Hatta er tað ræðuligasta eg havi sæð, siga vitni við Sosialin Barbara Holm Tá ið ungi maðurin varð álop­in og lá á Landavegnum í Havn, vóru tað fleiri fólk, sum komu á staðið áðrenn løgreglan. Hesi fólkini sóu ógvus­ligu sárini, sum mað­ urin hevði um allan kropp­ in, og tað lá fyrstu løtuna á teimum at lívbjarga mann­ inum. Hann var við vit eina góða løtu, men svímaði í løt­ um, tí hann var so illa við­ tikin og manglaði nógv blóð. Vitnir, sum Sosialurin hevur tosað við siga, at tað var sera nógv blóð á vegnum, sum rann frá alskyns sárum hjá álopna manninum. Fleiri fólk vóru á staðnum, áðrenn løgreglan kom, tí fleiri sóu tað, sum hendi og vóru skjót út úr húsum og bilum í nærumhvørvinum. Hesi gjørdu sítt besta til at steðga bløðingini hjá viðtikna manninum við tepp­um, klæðum og øðrum. Løg­reglan var skjót og man­s­sterk á staðnum løtu seinni, og somuleiðis gjørdu løgreglufólk alt fyri at steðga bløðingini. Maðurin hevði sambært vitnunum mist sera nógv blóð, tí eitt gott petti av vegnum var reytt við blóði. Løgreglan og portørarnir úr Landssjúkrahúsinum fáa eisini rós frá vitnunum, sum Sosialurin hevur tos­að við. Tí sagt verður, at løg­ reglan og portørarnir vóru sera professionell og dugdu væl at greiða frá støð­uni, stabilisera mannin og hand­ fara tey, sum vóru rundan um mannin áðrenn myndug­ leikarnir komu á staðið. barbara@sosialurin.fo – Tað ræðu­ ligasta eg havi upplivað – Hatta ynski eg ikki, at nakar skal uppliva ella síggja, siga vitni, sum Sosialurin hevur tosað við Teir skuld­ settu Teir báðir menninir í Føroya Rætti leygardagin eru ávikavist 24 og 21 ár. Hini báðir, sum vóru í rættinum sunnudagin, eru ávikavist 17 og 18 ára gamlir.