Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 SKULDSETTIR FYRI DRÁPSROYND LANDAVEGNUM Tað stóð eina løtu um lív, tá ið ein ungur maður stutt eftir midnátt fríggjanáttina varð álopin av tí, sum løgreglan metir vera í øllum førum fýra fólkum. Leygardagin vóru tí tveir mans settir fram í grundlógaravhoyring í Føroya rætti, meðan tveir aðrir vóru settir fram sunnudagin. Í báðum førum var referatforboð, so miðlarnir sleppa ikki at endurgeva tað, sum fór fram, eftir at skuldsetingarnar vórðu lisnar upp. Allir fýra menninir eru skuldsettir fyri drápsroynd og í øðrum lagi grovan harðskap. Teir báðir, sum vóru í rættinum leygardagin, eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, meðan teir skulu sita í isolatión í eina viku. Hini báðir, sum vóru í rættinum sunnudagin, vóru leyslatnir, tí rætturin metti ikki neyðugt at varðhaldsfongsla teir. Teoriir um hví fólk taka lív Barbara Holm – Tað eru nógvar ymiskar teoriir og ymiskar orsøkir til, at fólk taka lívið hjá sær sjálvum ella øðrum. Ein sosiologisk teori hjá Durk­heim sigur, at um tú verður sogin for langt inn í felagsskapin, so hvørvir tín egni samleiki, og tað kann dríva teg so langt. Um tú hinvegin er for langt burtur frá tí kollektiva sam­ felagnum, ja so kanst tú kenna teg heimleysan og utt­ an týdning ella ávirkan, og tað kann eisini dríva teg so langt, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur. Morð er ikki gerandis­ kostur í Føroyum og tí eru or­søk­irnar fyri slíkum ikki lýst­ar væl her heima á klettunum. Men mangar teoriir eru skrivaðar um, hví menniskjan kemur so langt út, og ymiskar orsøkir eru til, at fólk uppliva tað neyðugt at fara so langt. Émile Durkheim, franskur sosiologur, hevur skrivað og granskað nógv í sjálvmorð, og hann finnir eina møgu­ liga teori í menniskjans sam­bandi við fe­lags­skapin. Tí fe­lags­skap­urin er tað, sum definer­ar okkum sum menn­iskju í ógvuliga stóran mun. Men Durkheim vísir á, at kemur tú ov nær felags­skapinum – verður tú sogin so langt inn, at tín egni samleiki hvørvur og tú gerst ráðaleysur. Ert tú hinvegin ov langt burtur frá felagsskapinum, so kanst tú kenna teg uttan týdning í heila tikið og tú missir alt sjálvsvirði. Teoriini frá Durkheim sigur tí, at tað snýr seg um at hava eina javnvág í felagsskapinum so, at fólk sleppa at liva egið lív og kortini eru knýtt at um­ hvørvinum tey liva í. Ein onnur teori er meira sálarfrøðilig. Kendi sálar­ frøðingurin Freud sigur, at inni í okkum hava vit kærleiksfulla drívmegi, men vit hava eisini tað øvugta – eina destruktiva drívmegi. Onkuntíð venda vit teimum kenslunum móti øðrum og onkuntíð móti okkum sjálv­ um. Og her er tað tann sálar­ frøðiliga hjálpin, sum skal til. – Ivaleyst eru nógv før­ oysk dømi um, at familja ella nærumhvørvið traðkar til, tá ið mann sær, at ein persónur stríðist sálarliga, og soleiðis fær mann hjálpt fólki áðrenn tað kemur so langt, sigur Heri Kragesteen. So kenna vit eisini til dømi um, at fólk hava tann hugburð, at tey einstøku fólkini einki eru verd – tað er bert felagsskapurin ella til dømis trúgvin tað snýr seg um. Og hevur tú onga virðing fyri tínum medmenniskjum, so kanst tú lættari koma hartil, at tú metir morð ella sjálvmorðsbumbur til dømis eru vegurin fram.