mánadagur 8. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinastu árini hevur tað ikki verið óvanligt fyri amerikonsk umboðsfólk í Danmark at vitja í Føroyum. Áhugin
fyri Føroyum tók dik á seg, eftir at fleiri lond fingu ein størri politiskan áhuga í arktiska økinum. Fyrrverandi
sendimaðurin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, var nakrar ferðir í Føroyum. Hann er nú farin úr starvi, men fyribils
sendikvinnan, Laura Lochman, var í seinastu viku á vitjan í Føroyum og kunnaði seg um føroysk viðurskiftir.
Sólvit E. Nolsø
Laura Lochman var upprunaliga
starvssett í fyrisitingini hjá sendi
manninum
í
Keypmannahavn,
Rufus Gifford, men í samband við
stjórnarskiftið í USA í januar, fór
hann frá sum sendimaður. Laura
Lochman hevur síðan virkað sum
sendikvinna, inntil sessurin verður
settur av nýggjum.
Hon er komin til Føroya at
kunna seg um føroysk viðurskiftir
og at tosa við føroyskar politikarar
um hvørjar avbjóðingar standa fyri
framman í politisku skipanini her
heima.
Legði merki til hvussu
gott tit hava tað
Eitt, ið nógv hevur verið tosa um,
er búskaparliga støðan her heima.
Laura Lochman sigur, at hon er
veit, at tá ein búskapur, sum okk
ara, í stóran mun er tengdur at
einum náttúrutilfeingi, tá kann
tað ganga skjótt hvønn vegin. Eitt
tíðarskeið var hon aðalkonsul í
Calgary í Kanada, ið er eitt av stóru
í ídnaðarøkinum innan olju og gass.
Eins og hjá okkum, so kann tað
verða soleiðis, at í teimum góðu tíð
unum gongur sera væl, meðan tað
kann fella skjótt tá tíðirnar skifta.
– Eitt tað fyrsta eg leggi merki til,
er hvussu hvussu gott tit hava og
hvussu væl tað gongur í Føroyum.
Nógv ferðafólk koma hendaveg
og nógv fólk koma in nog út úr
handlum. Tit byggja stórar tunlar
og nógvar stórar verkætlanir eru
í gongd. Mann leggur merki til
hvussu væl tað gongur, sigur Laura
Lochman.
Laura Lochman hevur verið á
fundi við nógvar politikkarar her
heima, fyri at kunna seg um hvat
hendir í Føroyum. Hon leggur
dent á, at túrurin er fyri at fáa
kunning og tí er hon varin við at
gera viðmerkingar. Millum annað
um stórmál hjá okkum, so sum
fiskivinnunýskipanina. Tó vil hon
siga somikið, at hon fegnast um, at
stovnsrøkt er blivin ein partur av
nýggju fiskivinnunýskipanini hjá
landsstýrinum og tað er eitt øki, ið
flestu flokkar kunnu semjast um.
– Stovnsrøkt er umráðandi ikki
bert fyri tykkum, men fyri okkum
øll, tí tað eru nógvir stovnar, ið
ferðast millum lond, so tað ávirkar
okkum øll, sigur Laura Lochman.
Arktis fær størri týdning
Í nógv ár hevur verið ein øktur
áhugi í økinum kring arktiska økin
um. Serliga frá fleiri stórveldum
so sum Russlandi og USA. Tað er í
kjalarvørrinum av, at tað gerst alt
meira atkomuligt norður til økið,
í samband við at ísurin bráðnar
meira og meira.
Føroyar eru ikki uttan týdning
í hesum sambandi og áhugin fyri
okkum er eisini øktur seinnu árini.
Fyri einum árið síðani var Ray
Mabus, amerikanskur herflotaráð
harri, á vitjan í Føroyum og fyri
tveimum árum síðani var ein bretsk
fregatt á vitjan í Føroyum. Jens
Christian Svabo Justinussen, Ph.D
í samfelagsvísindum, viðmerkti tá,
at tað var tekin uppá, at stórveldini
byrjaðu at fáa áhuga fyri Arktis og
Føroyum aftur.
Laura Lochman játtar eisini,
at Arktis hevur fingið ein størri
týdning seinnu árini.
– Tað verður størri dentur lagdur
á politikkin í arktiska økinum og
vit eru einki undantak í so máta.
Amerikanski uttanríkisráðharrin
verður við á komandi fundi í
arktiska ráðnum, ið verður í Alaska
og vit hava eisini eina skrivstovu í
okkara uttanríkisráði, ið tekur sær
av arktiskum viðurskiftum, sigur
Laura Lochman.
Trump staðfest sín
stuðul til NATO
Tað eru stórar politiskar rembingar,
ið fara fram nógva staðni. Ikki
minst í Evropa. Laura Lochman
sigur, at tað verður fylgt væl við
tí, sum fer fram, tí nógv av teimum
londunum, ið nú uppliva tvørrandi
politisk rák, eru samstarvsfelagar
hjá USA.
Amerikansi forsetin, Donald
Trump, var undir valstríðnum til
forsetavalinum, harðrendur í orð
og tal mótvegis gomlum samstarvs
feløgum hjá USA, ið ikki tóku nóg
stóra ábyrgd í altjóða politikki,
men harafturímóti lótu USA sita
eftir við rokningini. Hann segði
fleiri ferðir, at tíðin var komin at
endurskoða samstarvsavtalurnar
við millum annað NATO.
– Eitt er hvat hann segði undir
valstríðinum. Eftirfylgjandi hev
ur hann tó staðfest, at hann
framhaldandi vil samstarva við
NATO. Hann hevur havt fundir
við Stoltenberg (aðalskrivaran í
NATO) og fingið váttanir fyri, at
NATO ger sítt fyri at berjast móti
til dømis altjóða yvirgangi, sigur
Laura Lochman.
solvit@sosialurin.fo
Legði skjótt merki til hvussu
væl tað gongur í Føroyum
SENDIKVINNA