leygardagur 9. oktober 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyri einum ári síðan
fekk bilasølan Ivan
Johansen Bilar, sum
fyrsta bilasøla í Føroy-
um, altjóða ISO9001
góðkenning. Í september
2004 bleiv skipanin
endurskoðað og stað-
festast kundi at fyritøk-
an framhaldandi held-
ur góðskustøðið, og at
tað enn tá er hækkað á
avísum økjum
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
ISO (International Standardisa-
tion Organisation) er ein al-
tjóða samskipan av ásettum
standardkrøvum til góðsku-
skipanir.
ISO 9001 er ein góðsku-
skipan sum tryggjar at t.d. ein
fyritøka lýkur altjóða krøv, tá
talan er um góðsku og tæn-
astu.
Endamálið er fyrst og frem-
st at nøkta krøvini frá kund-
unum, og krøvunum sum før-
oysku myndugleikarnir áseta
– umframt at hava greiðar inn-
anhýsis mannagongdir, sigur
Áki Andreasen, góðskuleið-
ari, sum hevur hevur sett
skipanina í verk, hjá Ivan
Johansen Bilum
Allar innanhýsis manna-
gongdir eru feldar á blað og
allar umvælingar, klárgerðing,
rustviðgerð og sølur verða
skrásettar og eftirmettar.
Fyritøkan hevur við ISO
skipanini eisini fingið fastar
mannagongdir, tá talan er um
viðurskifti sum t.d. starvs-
fólkapolitikk, samstarvsavtal-
ur, hvørjar veitarar fyrtøkan
samstarvar við, eftirkanning
av teimum amboðum, ið verk-
staðurin nýtur, krøvum sum
sett verða goymslu og bila-
sølu, tænastustøði og kunda-
nøgdsemi.
Til dømis útfylla kundarnir
eitt oyðublað, har spurt verð-
ur, hvat tey hildu um tænast-
una tá bilurin seinast var á
verkstað, um hann varð væl
frágingin, hvussu góðskan
var í mun til kostnaðin og um
gjørdar avtalur vórðu hildnar.
Sama er galdandi fyri bila-
søluna, goymsluna og rust-
viðgerðina.
Oyðublaðið verður sent
ópostað aftur til Ivan Johan-
sen Bilar.
Fyri kundan er hetta ein
trygd og tryggjar møguleikan
fyri einum sakligum sam-
skifti millum viðskiftafólk og
fyritøkuna.
ISO9001
góðkenningin
fevnir um sølu og umvæling
av nýggjum og brúktum bil-
um av teirra egnu merkj-
unum, sølu av eykalutum og
Dinitrol rustviðgerð av øllum
bilum.
Starvsfólkið
hjá
Ivan
Johansen Bilum hava skyldu
at fylgja teimum ásetingum,
sum eru í ISO skipanini.
Ásetingarnar í góðskuskip-
anini áseta m.a. at skipanin skal
endurskoðast
(endurcerti-
fiserast) einaferð um árið fyri
at tryggja góðskustøði.
Somuleiðis ásetur góðsku-
skipanin at góðskuleiðarin
allatíðina skal skjalprógva at
abeitt verður eftir áseting-
unum og at møguligar betr-
ingar verða settar á dags-
skránna og framdar.
Leiðslan hevur somuleiðis
skyldur, tá talan er um ISO
skipanina. Nevnast kann út-
búgvingartørvur og førleika-
menning hjá starvsfólkunum.
Arbeiðsumhvørið
hjá
starvsfólkunum, umframt at
leiðslan hevur skyldu at taka
mál upp sum starvsfólk koma
við.
Góðskuleiðarin er umboð
leiðslurnar hjá starvsfólk-
unum og umboð starvsfólks-
ins hjá leiðsluni.
Í september 2004 bleiv
skipanin endurskoðað av Det
Norske Veritas í Føroyum.
Staðfestast kundi at einasta
ISO góðskugóðkenda bila-
søla í Føroyum framhaldandi
heldur góðskustøðið, og at
tað enn tá er hækkað.
Frits Jacobsen í Kollafirði
er settur í starv hjá Ivan
Johansen Bilum, og uppgáv-
an hjá honum er m.a. at hava
kvalitetkontroll við øllum um-
vælingum, sum verða gjørdar.
Leiðslan
og
starvsfólk
fegnast um góðskustøði og
eingin ivi er um at hetta gagn-
ar bæði starvsfólkatrivnað-
inum og viðskiftafólkunum
okkara, sigur Áki Andreasen,
góðskuleiðari hjá Ivan Johan-
sen Bilum.
34
Jón Johansen og Leif Johansen, stjórar, Áki Andreasen, góðskuleiðari og Jógvan T. Joensen, goymsluleiðari við ISO-9001 góðkenningini
Ivan Johansen Bilar, ISO 9001:
Fyritøkan heldur góðskustøðið
35
Ivan Johansen Bilar, ISO 9001:
Frits Jacobsen settur sum kvalitetskontroll
Frits Jacobsen er settur
í starv hjá Ivan Johan-
sen Bilum. Uppgávan
hjá honum er m.a. at
hava kvalitetskontroll
við øllum umvæling-
um, sum verða gjørdar
KVALITETSKONTROLL
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
ISO 9001 góðkenningin krev-
ur at kvalitetskontroll er við
øllum
umvælingararbeiði,
sum verður gjørt hjá Ivan
Johansen Bilum.
Ein av uppgávunum hjá
Frits Jacobsen er at fylgja við
meðan arbeiðið fer fram.
Síðan skal hann eftirhyggja
bilin, tá hann er liðugur,
kanna um alt er gjørt, sum tað
skal, og royndarkoyra bilin.
Um okkurt brek er við bil-
inum, sum kundin ikki hevur
biðið um at fáa gjørt, verður
tað viðmerkt.
Frits er 38 ára gamal og út-
búgvin
bilmekanikari
og
maskinist. Hann hevur starv-
ast í bilbranchuni í meira enn
20 ár, og er hann ein royndur
maður innan vinnuna. Hann
arbeiddi eisini í mong ár sum
sjálvstøðugur.
Rustviðgerð er í stóran
mun ein spurningur
um álit millum kund-
an, og tann sum ger ar-
beiðið. Dansk Tekno-
logisk Institut gevur
Dinitrol rustviðgerðini
hjá Ivan Johansen Bil-
um besta karakter fyri
væl úr hondum greitt
arbeiði
RUSTVIÐGERÐ
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Um bilurin skal rustviðger-
ast og nær er ein spurningur,
sum nógvir bileigarar mugu
taka støðu til. Um talan er
um ein nýggjan bil, sum eftir
ætlan skal halda í nógv ár, er
eingin ivi um, at tað er best
at rustviðgera beinanvegin.
Er hinvegin talan um ein
góðan brúktan bil, kann ein
góð rustviðgerð leingja nógv
um livitíðina hjá bilinum.
Sagt verður um rustvið-
gerð av bilum, at tað er sjáld-
an ov seint, men ongantíð ov
tíðliga at fáa tað gjørt.
Rustviðgerð er í stóran
mun ein spurningur um álit
millum kundan, og tann sum
ger arbeiðið, tí kundin hevur
ikki møguleika at kanna
eftir, um arbeiðið er væl
gjørt.
Hóast bilverksmiðjurnar
gera nógv fyri at seta bilar-
nar so væl saman sum møgu-
ligt við m.a. at galvanisera
og zinkviðgera plátulutirnar,
vísur tað seg, at til okkara
váta og saltkenda veðurlag er
tað ikki nøktandi.
Tað er Dansk Teknologisk
Institut sum stendur fyri hes-
um eftirkanningunum, ið
kallast VKO-R (Værksteds
Kontrol Ordning vedrørende
Rustbeskyttelse).
Dinitrol rustviðgerðin er
góðkend
av Teknologisk
Institut og verður tilmæld av
FDM.
Tað at viðgerðin er góð-
kend av Teknologisk Institut
gevur teimum rætt til at inn-
kalla bilar, ið hava verið til
Dinitrol viðgerð, til kanning-
ar.
Tá fólk frá Teknologisk
Institut hava verið í Føroyum
og kannað bilar, sum eru
rustviðgjørdir
hjá
Ivan
Johansen Bilum, hava teir
fingið besta karakter fyri væl
úr hondum greitt arbeiði.
Tað sum í høvuðsheitum
gongur fyri seg undir eini
rustviðgerð er, at fyrst verða
ymiskir lutir avmonteraðir
sum t.d panel og innaru
skermarnir, tá tað er gjørt,
verður bilurin hátrýstreins-
aður og síðan turkaður, og
síðan verða holini boraði,
bert um tað er neyðugt.
Tá bilurin er turrur, verða
tey ymisku Dinitrol-produkt-
ini sproytað, har tey eiga.
Síðan verða panel og inn-
arskermar monterað aftur,
proppar settir í holini og
bilurin vaskaður og klár-
gjørdur.
Til hvørt ein einstakt bil-
modell eru kort við nágreini-
ligum upplýsingum um kon-
struktiónina á bilinum, og
hvørji amboð ið skulu brúk-
ast. Alt verður gjørt eftir for-
skriftunum.
Ivan Johansen Bilar, Dinitrol:
Rustviðgerð – ein spurningur um álit
Kaj Boetius hevur Dinitrol rustviðgerðina um hendi hjá Ivan Johansen Bilum
Uppgávan hjá Frits Jacobsen er m.a. at hava kvalitetskontroll við øllum umvælingum, sum verða gjørdar. Aftanfyri sæst ein bilur
hjá Dansk Teknologisk Institut
Mynd: Jens Kr. Vang