mánadagur 8. mai 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
RENNING
Um vikuskiftið var FM í
hálvmarathon
runnið
í
Klaksvík. Talan var um eitt
sokallað býar hálvmarathon,
sum bert var runnið inni í
býnum í Klaksvík á einum
rundteini á 5,3 kilometrum.
Samanlagt
var
teinurin
runnin fýra ferðir, soleiðis
at rennararnir fingu teir 21,2
kilometrarnar í beinini, sum
er treytin fyri at talan skal
vera um eitt hálvmarathon.
Starturin og málið til
hálvmarathonið var beint
við
høvuðsdeildina
hjá
Norðoyar
Sparikassa
og
Betesda.
Undan kappingini vóru
tey bæði, Jan Elmar Sørensen
úr Treystinum og Marna
Egholm
úr
Bragdinum
størstu
favorittarnir
til
renningina. Og tað varð
eisini sum væntað tey bæði,
ið struku avstað við FM-
heitunum í hálvmarathon.
Men hjá monnunum var
størri spenningur um fyrsta
plássið enn hjá kvinnunum.
Andrias
Hansen
úr
Bragdinum royndi at hanga í
Jan Elmari Sørensen, men tá
hálvur teinurin var runnin,
megnaði Andrias Hansen
ikki at standa ímóti, tá Jan
Elmar Sørensen setti ferðina
upp aftur longur upp. Jan
Elmar
Sørensen
kom
tí
á mál ein minutt áðrenn
Andrias Hansen, sum tó
kom á mál við einari sterkari
tíð. Á triðja plássinum hjá
monnunum var veteranurin,
Sam Vang úr Bragdinum,
ið var í harðari kapping við
tveir aðrar veteranar úr
Bragdinum, Martin Gravesen
og Henry Olsen.
Hjá
kvinnunum
vann
stórfavoritturin,
Marna
Egholm, úr Bragdinum FM-
heitið við sannførandi tíðini
1:19.21. Næst henni á mál var
Unn Joensen, sum til dagligt
býr í Noregi, og tí ikki rennir
fyri nakað føroyskt felag.
Hon var tí ikki skrásett
sum nummar tvey til FM-
kappingina, har Ella Áarstein
úr Treystinum fekk annað
plássið. Nummar trý endaði
Hallbjørg
Danielsen
úr
Roysninum.
Tíggju teir bestu menninir
í FM
1. 1.14.48 Jan Elmar Søren
sen, 1991, Treysti
2. 1.15.48 Andrias Hansen,
1982, Bragdið
3. 1.20.41 Sam Vang, 1970,
Bragdið
4. 1.21.06 Martin Gravesen,
1967, Bragdið
5. 1.21.42 Henry Olsen, 1964
Bragdið
6. 1.22.32 Regin Zachariasen,
1960, Bragdið
7. 1.25.03 Hjalmar Sjóvará,
1966 Bragdið
8. 1.25.16 Jóhan E. Simonsen,
1969 Bragdið
9. 1.26.55 Niels Poulsen, 1972,
Bragdið
10.
1.28.32 Julian
Gregersen, 1998, Treysti
Og tíggju tær fremstu kvinn
urnar í FM
1. 1.29.21 Marna L.V. Egholm,
1981, Bragdið
2. 1.42.52 Ella Áarstein, 1964,
Treysti
3. 1.43.43 Hallbjørg Daniel
sen, 1973, Roysnið
4. 1.45.49 Elisa Nielsen, 1965,
Bragdið
5. 1.46.29 Mona Rasmussen,
1969, Treysti
6. 1.48.01 Ann-Mari av
Skarði, 1974, Bragdið
7. 1.48.29 Margreth August
inussen, 1973, Hvistan
8. 1.49.04 Helga Súsanna
Johansen, 1981, Treysti
9. 1.51.12 Asta Hubeck-Grau
dal, 1980, Bragdið
10. 1.53.25 Marita Hansen,
1979, Bragdið
SVIMJING:
Um vikuskiftið hava teir
tríggir
føroysku
svimjar
arnir, Óli Mortensen, Alvi
Hjelm og Magnus Jákups
son verið í Danmark, har teir
hava luttikið í kappingini
Handelsbanken Farum Cup
2017. Fríggjakvøldið vunnu
teir báðir ávikavist gull og
silvur, tá teir svumu tein
in 1500 metrar frí. Leyg
arkvøldið svumu so allir
tríggir føroyingarnir, har
tað eydnaðist teimum øllum
at vinna gull heiðursmerki.
Magnus Jákupsson vann
gull á teininum 50 metrar
frí, Alvi Hjelm vann gull á
teininum 200 blandað, með
an Óli Mortensen vann gull
til 200 metrar firvald. Í 4x100
metrar blandað vunnu Alvi
Hjelm og Óli Mortensen
eisini gull sum partur av
liðsvimjingini hjá Hovedsta
dens Svømmeklub.
FÓTBÓLTUR:
Í Danmark eydnaðist tað
FC
Keypmannahavn
um
vikuskiftið at vinna danska
meistaraheitið hetta kapp
ingarárið.
Tað
gjørdist
greitt fríggjakvøldið, tá teir
spældu 1-1 javnleik móti
FC Nordsjælland á útivølli.
Talan er um annað kapping
arárið á rað at tað eydnast FC
Keypmannahavn at vinna
meistaraheitið,
har
teir
gjøgnum alt árið hava verið
í serflokki tað besta liðið í
donskum fótbólti.
FM í hálvmarathon var um vikuskiftið runnið í Klaksvík
JAN ELMAR OG
MARNA VUNNU FM
Í HÁLVMARATHON
Jan Elmar Sørensen og Marna Egholm vunnu sum væntað FM til hálvmarathon
í Klaksvík leygardagin. Her sæst Jan Elmar (í gulum) renna saman við Bubu
Alvi Hjelm og Óli Mortensen, sum hava luttikið
í svimjikapping í Danmark um vikuskiftið.
Mynd: Svimjing.com
FC Keypmannahavn vann um vikuskiftið meistaraheitið annað árið á rað.
Mynd: DR