Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er sermerkt í næstbestu deildini í ár, at einki av teimum trimum liðunum, ið kunnu flyta upp í bestu deildina – B68, AB ella Giza Hoyvík, hava fingið eina serliga góða byrjan uppá kappingarárið í næstbestu deildini. Eftir sjeynda umfar liggur einki av teimum trimum liðunum millum trý tey ovastu, har tað ístaðin eru eyka­liðini hjá NSÍ, KÍ og HB, ið liggja á heiðursmerkja plássunum. B68 og Giza Hoyvík spældu ikki B68 kundi tó ligið á heiðurs­merkja­ plássið eftir hetta umfari, men teirra dystur ímóti Giza Hoyvík um vikuskiftið var útsettur. Tað er enn ikki greitt nær dysturin millum B68 og Giza Hoyvík verður spældur. Oddaliðið vann tepran sigur Oddaliðið, NSÍ, spældi sunnudagin grannauppgerð á heimavølli móti Víkingi. Úrslitið var, at runa­vík­ ing­ar vunnu dystin 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt miðvallarin, Jann Benjaminsen, miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann smekkaði eitt fríspark beinleiðis í netið. HB bankaði grannarnar Í Havn var grannauppgerð mill­ um HB og B36, har HB undan dyst­inum hevði fingið eina greitt betri byrjan enn B36. Talan er um væl mannað eykalið hjá HB í ár, sum hevur fleiri evnaríkar leik­ arar á liðnum, umframt ávísar leik­arar við nógvum royndum, so sum Andrew av Fløtum, Páll Mohr Joensen og Poul Thomas Dam. Tað var eisini stórur munur millum liðini sunnudagin, tá HB vann heili 4-0. Stóri profilurin til dystin var framrættaði HB leik­ arin, Adrian Justinussen, ið bert spældi ein hálvleik. Tann hálv­ leik­in, ið hann spældi, megnaði Adrian Justinussen eisini at koma á máltalvuna tvær ferðir, áðrenn hann í hálvleikinum var avloystur av Andrew av Fløtum. Í seinna hálv­ leiki skoraði HB so tvey mál afturat, tá fyrst Hans Jákup Annfinsson, og síðani Ari Mohr Olsen øktu um leiðsluna fyri HB. B68 og AB eru størstu biðlar Í hinum báðum dystunum sum vóru leiktir, var talan um greiðar sigrar í báðum dystunum. KÍ vann greiðan heimasigur móti eyka­ liðnum hjá TB/FCS/Royn við siffr­ unum 5-2, meðan AB vann greiðan útisigur móti ÍF í Fuglafirði við 4-0. Sostatt kann einki lið í verandi løtu flyta upp í bestu deildina sum støðan er nú. Men tá hugsað verður stríðið um uppflyting, eru AB og B68 tó størstu biðlar. Útskiftingin í hópinum hjá eykaliðunum hjá teimum størri feløgunum er ofta størri móti end­ anum av kappingarárinum, enn hjá feløgum sum spæla við besta liðnum í næstbestu deildini, og tí er ikki óhugsandi at bæði AB og B68 skjótt fara at liggja millum trý tey ovastu liðini í næstbestu deildini, og sostatt kunnu tryggja sær upp­ flyting til bestu deildina aftur komandi ár. Sum støðan er í løtuni, tykist Giza Hoyvík ikki at vera ein avbjóðari til uppflyting. Úrslitini í 1.deild um vikuskiftið: B68 – Giza Hoyvík (Útsettur) NSÍ – Víkingur 1-0 KÍ – TB/FCS/Royn 5-2 HB – B36 4-0 ÍF – AB 0-4 Tað er ikki eydnast at fáa hálv­leiks­ støður og málskjúttar frá um­ farinum. Støðan í 1.deild: 1. NSÍ – 8 dystir – 19 stig 2. KÍ – 7 dystir – 15 stig 3. HB – 7 dystir – 14 stig 4. AB – 7 dystir – 12 stig 5. B68 – 6 dystir – 12 stig 6. TB/FCS/Royn – 7 dystir – 10 stig 7. Víkingur - 7 dystir – 9 stig 8. Giza Hoyvík – 6 dystir – 5 stig 9. B36 – 7 dystir – 4 stig 10. ÍF – 8 dystir – 0 stig Sum støðan er í næstbestu deildini eftir sjeynda umfar, eru tað eykaliðini hjá teimum trimum stóru feløgunum, NSÍ, KÍ og HB, ið liggja á trimum teimum fremstu plássunum í deildini. NÚ KANN EINKI FLYTA UPP Ódnartøk í Runavík Bárður Skorheim Guttesen Annað umfar av várkappingini í Ódnartøkum var um vikuskifti. Róð var tríggjar ferðir 140 metrar í trimum ymsum riðlum. Nakrar nýggjar manningar vóru at síggja síðani síðsta umfar, ímeðan summ­ ar manningar ikki vóru við aftur hesa fer. Fyrsti riðil Fyrsti riðil var rógvin av 5-mannaførum kvinnum, barna­ róðri dreingjum og 5-mannaførum gent­um. Tó so at kvinnurnar á Jall­ inum fingu góða kapping í fyrsta róðrinum, vunnu tær allar tríggj­ar róðrarnar, eins og í fyrsta umfarið. Ingibjørg vann allar róðr­arnar á Falki í barnaróðri dreingj­um, ímeð­ an Firvaldur vann allar sínar róðrar sannførandi í 5-manna­før­um gent­um. Báran kom á mál áðrenn Blikur tvær ferðir, og liggja tí javnt í kappingini um annað plássið og hesi bátastøddini. Annar riðil Barnaróður gentur, 6-mannafør menn og 8-mannafør róðu í øðrum riðili og her var 6-mannafari Sunda­ báturin at síggja fyri fyrstu fer í Ódnartøkum í ár. Teir vístu kreftir og megnaðu at vinna tann eina róðurin og vóru annars beint eftir Hvessing. Ingibjørg og Árnfirðingur vóru í serflokki og vunnu allar tríggjar róðrarnar sannførandi og føra eisini samlaðu kappingina í hvør sínari bátastødd. Triði riðil Síðsti riðil var rógvin við 5-manna­ førum dreingjum, 6-mannaførum kvinnum og 10-mannaførum. Drek­ in Reyði var ikki við hetta umfari, men ætlar eftir øllum at døma at møta til síðsta umfari. Ormurin Langi var møttur at kappast ímóti Klaksvíkingi men máttu eftir trý umfør ásanna at Klaksvíkingur var skjótari báturin. Sølmundur sum var einasti guli báturin til Ódnartøkini hetta umfari vann sannførandi allar róðrarnar í 6-mannaførum kvinn­ um. Fípan Fagra vann, eins og Sølmundur, allar sínar róðrar, men við harðari kapping við Sílið, sum í altíð lá fáar hundraðpartarnar aftanfyri. Um uppmøtingin var javnari og kappingin tikin meira í álvar kundi samlaða kappingin skjótt blivið spennandi, men tíverri er kapp­ ingin mestsum avgjørd í flestu báta­støddum. Síðsta umfarið verð­ ur sum vant á bátastevnu í Vest­ manna 20. mai.