mánadagur 8. mai 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR - ÚTISETAR
André Olsen
Føroyski
landsliðsleikarin,
Gilli Rólantsson Sørensen,
gjørdi av álvara um seg
sunnukvøldið, tá felagið hjá
honum, Brann, spældi trupl
an útidyst í norskum fótbólti
móti verandi meistarunum
Rosenborg. Gott og væl
tíggju minuttir fyri leiklok,
tók Gilli Rólantsson Søren
sen og smekkaði eitt lang
skot avstað úr vinstru síðu,
sum ferðaðist framvið mál
verjanum hjá Rosenborg,
uttan nakran møguleika.
Hóast talan var um eina
frálíka kenslu hjá føroyska
landsliðsleikaranum, køvdi
tað gleðina nógv, at Rosen
borg skuldi skora til 2-1 í
tíðini sum dómarin hevði
lagt afturat, soleiðis at Brann
akkurát tapti dystin móti
Rosenborg.
– Eg var sjálvsagt ovur
fegin tá eg sá at bólturin
fór í málið. Eg lovaði gamla
(pápa) áðrenn dystin, at í dag
skuldi eg fáa eitt mál, og tað
eydnaðist eisini. Men akku
rát nú havi eg gloymt alt um
gleðina um málið, tí eg eri so
kolandi skuffaður inná at vit
tapa dystin í yvirtíðini. Tað
er nakað sum vit arbeiða við
fyri tíðina, tí vit hava gjørt
somu feilir í dystum móti
Tromsø og Viking eisini, har
vit eisini hava mist leiðslur í
yvirtíðini, sigur Gilli Rólants
son Sørensen.
Talan hevur higartil verið
um eitt frálíkt kappingarár
hjá Gilla Rólantsson Søren
sen í norskum fótbólti, har
tvøramaðurin hevur verið
millum mest eyðsýndu spæl
ararnar í kappingini. Gilli R.
Sørensen sigur, at høvuðs
orsøkin til góðu gongdina er,
at hann stórtrívist í norska
felagnum.
– Eg veit ikki hvussu tað
ber til at tað hevur hilnast
so væl hjá mær higartil í ár.
Eg venji hart sum eg altíð
havi gjørt, og so njóti eg av
álvara at spæla fótbólt her í
Bergen. Tað hevur heilt sikk
urt eina stóra ávirkan á góðu
gongdina, sigur Gilli Rólants
son Sørensen.
Jákup Thomsen er
við at koma fyri seg
Í næstbestu donsku deildini
sunnudagin, var tað at fegn
ast yvir við føroyskum fót
bóltseygum, at evnaríki, Ják
up Thomsen, nú aftur var at
síggja á vøllinum, tá hann
fekk seinastu tjúgu minutt
irnar í dystinum hjá Skive
móti Hobro, sum Hobro vann
1-0.
Jákup Thomsen fegnast
um, at hann nú kann spæla
aftur eftir eina tíð við nógv
um smáum skaðum.
– Tað var ótrúliga deiligt
at spæla aftur. Keðiligt at
vit skuldu tapa, men dei
ligt persónligt at vera við á
vøllinum aftur. Tað var eis
ini gleðiligt at eg ikki hevði
trupulleikar við at fylgja við
í tempo’inum og nærdystun
um, sigur Jákup Thomsen.
Víðari sigur hann, at
uppstarturin hjá honum í
ár hevur verið darvaður av
einari rúgvu av smáum skað
um.
– Eg havi havt eina rúgvu
av smáskaðum. Fyrst var
tað veska í beininum inni í
fótinum, síðani beklaði eg,
og aftaná fekk eg ein yvir
belastningsskaða í knæðið.
Eg spæli við nógvum tape
á knænum enn, men eg fái
spælt aftur nú, sum er tað
mest umráðandi, nú fleiri
avgerandi dystir eru fyri
framman.
Jákup
Thomsen
sigur
at hann trívist væl í Skive,
har hann nú er útleigaður
til, men at skaðarnir hava
ávirka uppihaldið keðiligt.
– Upphaldið í Skive hev
ur verið blandað. Eg dámi
øgiliga væl at vera ein partur
av hópinum hjá Skive. Mær
dámar sera væl fólkini í
felagnum, og venjarin er
dugnaligur.
Men
nógvu
skaðarnir hava verið troytt
andi. Tó hopi eg, at tað av
álvara nú fer at ganga rætta
vegin, sigur Jákup Thomsen.
Gongur altíð galið hjá
Vejle móti endanum
– René við aftur
Viljormur Davidsen var sum
vant liðskipari hjá Vejle
og spældi allan dystin, tá
Vejle sunnudagin spældi 2-2
javnleik móti AB á heima
vølli. Men annað vikuskiftið
á rað, misti Vejle sigurin í
yvirtíðini, tá AB fekk útjavn
andi málið. Talan er aftur
vendandi søgu hjá Vejle, sum
hevur mist óteljandi stig
seinastu tíggju minuttirnar
av dystunum.
Viljormur Davidsen sig
ur, at høvdu dystirnir hjá
Vejle vart 80 minuttir, hevði
felagið ligið til uppflyting í
bestu deildina, sum støðan
er nú.
– Tað var ekstremt skuff
andi at missa leiðsluna enn
einaferð sunnudagin í sein
astu løtu, tí hetta er hent
so ofta áður. Tað er vilt at
hugsa, at um dystirnir høvdu
vart í 80 minuttir, so høvdu
vit ligið til uppflyting, tí tað
er altíð í 10 teimum seinastu
minuttunum, at tað gong
ur galið hjá okkum, sigur
Viljormur Davidsen, sum
sigur at talan er um ein stór
an trupulleika hjá Vejle.
Viljormur Davidsen sum
seinast í fjør var plágaður av
skaða í knænum, er í vár av
álvara komin fyri seg aftur,
og hann heldur eisini at tað
persónliga hevur gingið fínt
hjá sær hesa hálvuna.
– Tað gongur rætta vegin
hjá mær aftaná skurðvið
gerðina á jólum. Eg føli at
avrikini eru stabil, og spæli
fulla tíð hvønn dyst, so tað
eri eg glaður fyri, sigur Vil
jormur Davidsen.
Hjá Vendsyssel er René
Shaki Joensen nú tøkur aftur
eftir ein longri skaðasteðg.
Hann byrjaði inni sunnu
dagin í útidystinum móti FC
Roskilde, meðan Meinhard
E. Olsen sat allan dystin á
bonkinum. René Shaki Jo
ensen gleðist yvir at vera við
aftur á vøllinum.
– Tað er feitt at vera við
aftur, eftir ein so drúgvan
skaðasteðg. Eg spældi høgri
kantur og eg haldi tað gekk
væl. Eg fekk brúkt ferðina
hjá mær eitt sindur og eg
byrji at orka betri og betri,
sigur René Shaki Joensen.
ÍBV fekk bank
Av føroyingunum í Íslandi,
vóru tað bert Kaj Leo í Bart
alsstovu og Jónas Tór Næs,
ið spældu um vikuskiftið,
meðan Gunnar Nielsen og
FH spæla í kvøld, altso mána
kvøldið. ÍBV, sum í fyrsta
umfarinum fekk javnleik
á heimavølli móti Fjølnir,
spældi í øðrum umfari móti
Stjarnuni á útivølli. Tað gekk
einki serligt hjá ÍBV sunnu
dagin, tí teir taptu heili 5-0
móti Stjarnuni. Báðir før
oysku leikararnir byrjaðu
inni, har Jónas Tór Næs
spældi allan dystin, meðan
Kaj Leo í Bartalsstovu spældi
fyrstu 55 minuttirnar av
dystinum.
GILLI MUNDI VERIÐ
HETJAN Á LERKENDAL
Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, skoraði
dreymamál móti Rosenborg á útivølli sunnudagin, men í yvirtíðini
stjólu norsku meistararnir øll trý stigini. Gilli Rólantsson Sørensen
iðrar seg yvir, at Brann aftur hesa ferð lat mál ígjøgnum í yvirtíðini.
Ein ovurfegin Gilli R. Sørensen hevur júst skorað til 1-1 móti Rosenborg á útivølli her.