mánadagur 8. mai 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÁ CHAMPIONS LEAGUE TIL U17
Tað er ikki hissini mótstøða, sum er at finna til
EM endaspælið. Moise Kean, sum áleypari hjá
italia, skoraði sigursmálið móti Kroatia í fyrsta
dystinum, fyri síðani at fara heim til Juventus at
spæla Seria A. Hann hevur millum annað
eisini spælt í Champions League í ár.
Føroysku spælararnir fingu leygardagin ein lærdóm, sum teir seint
koma at gloyma, tá Føroyar taptu 7-0 fyri Fraklandi. Í tí sambandi,
so hyggja vit at framgongdini í føroyskum ungdómsfótbólti,
men eisini eftir hvørjar avbjóðingarnar eru fyri framman
TRÓNDUR ARGE
Zaprecis, Kroatia
Fýra mál í móti aftaná bara
17 minuttir. Tað gingu bara
46 sekund, til bólturin lá
í málinum á fyrsta sinni.
Jú, sanniliga fingu ungu
mennnir á U17 landsliðnum
seg royndar, tá føroyska
landsliðið í øðrum dystinum
í bólkaspælinum tapti heili
7-0 fyri Fraklandi.
Úrslitið
kundi
verið
tveysiffrað, men tað hoyr
ir eisini til søguna, at frak
lendingar skoraðu upp á
næstan allar møguleikarnar
í fyrra hálvleiki.
Dysturin gevur føroyska
fótbóltselskaranum
fleiri
ting at hugsa um. Vit kunnu
gleðast
um,
at
Føroyar
fram um lond sum Portu
gal, Belgia, Sveis, Danmark,
Svøríki og Russland eru
við til EM endaspælið. At
yvirleggjarin fyri hvat eitt
føroyskt landslið kann, er
hækkaður.
Hinvegin
mugu
vit
ásanna, at vit hava ótrúliga
langt upp til elituna í Evropa
– og kanska enntá í heimin
um, sum Frakland er.
Hava vit rakt toppin, ella
kunnu vit mennast enn meir?
FRAMGONGDIN
1: Royndir og duga
at liva sum fót
bóltsspælarar
Eftir fleiri ár við ungdóms
landsliðnum, so hevur van
ligi føroyski ungdómslands
liðsspælarin lært at liva
sum
ein
fótbóltsspælari,
tá hann er á ferð. Spælarar
hava royndir við at verða til
kappingar og duga at liva við
frælsi undir egnari ábyrgd.
Bæði tá tað kemur til venjing
á vøllinum, men eisini við
víkjandi hvíld og kosti.
Eisini hava spælararnir
vant seg við, at tað til tíðir
eru stjórar stjørnur, sum teir
spæla ímóti.
2: Breiddin
Fleiri venjarar vísa á, at tað
í dag eru fleiri spælarar at
velja í millum, sum hava áleið
sama kvalitet. Tað ger, at
liðið tolir betri útskiftingar,
skaðar og gevur venjaranum
fleiri møguleikar við liðupp
stillingini.
Fyrr var talan mangan
um einstakar profilar, sum
at kalla bóru liðið. Tað síggja
vit ikki nógv til longur.
Venjingarnar eru blivnar
væl betri í feløgunum, sum
eisini duga væl at fáa fleiri
spælarar at halda seg til.
3: Spælarar venja
nógv meiri og fara
av landinum fyrr
Ein víðari ágóði av góða
arbeiðinum
í
feløgunum
er, at fleiri spælarar fara av
landinum fyrr. Teir eru van
ir við nógva venjing og tí
halda teir eisini í størri mun
til alla tað venjingina, sum
teir skulu í gjøgnum í einum
útlendskum felagi.
Eisini sæst væl, at før
oysku
feløgini
leggja
meiri við venjing, so teir
spælararnir, sum koma á
landsliðini eru á einum
hægri kvaliteti.
Framtíðar mál:
1: Skúli og
fótbóltur
Vit hava sæð fyrsta
stig - fótbóltsskúlin
í Havn. Har kunnu
ungu fólk í fram
haldsdeildini spæla
fótbólt og ganga í
skúla samstundis. Vit
hava eisini sæð tað við
Páli V. Joensen, sum tók
studentarprógv í Hovi upp
á fýra ár, har serlig atlit vóru
tikin fyri hansara yrkis
svimjileið.
Eitt stórt framstig hevði
verið ein ítróttarbreyt á
miðnám, sum tók fýra ár, so
at okkara ungu ítróttarfólk
høvdu kunna lagt nógv meiri
fyri í ítróttinum. Tey vilja so
gjarna, so hví arbeiða ímóti?
2: Venja einstaklingin
og ikki spæla
fyri at vinna
ungdómskappingar
Tað er ikki semja um hvussu
tú
mennir
góðar
spæl
arar. Summi spæla fyri at
vinna og halda, at um liðið
hjá teimum vinnur gull í
ungdómsrekkjunum,
so
merkir tað góðar spælarar.
Onnur royna at vísa, at
úr ruðuleikanum á einum
vánaligum liði, har koma
sterkastu spælararnir. Helst
liggur veruleikin onkustaðni
har í millum.
Hvørki stóra liðið ella tað
lítla liðið fáa nakað burturúr,
tá úrslitið blívur tveysiffrað.
Her má stoltleikin í at vinna
í ungdómsdeildini skiftast út
við at menna einstaklingin.
Skorar ein spælarar hattrik
hvønn dyst, so skuldi viðkom
andi kanska spælt við teim
um eldru, har hann mennist.
Spælararnir, ið ikki klára at
skjóta hattrik í áðurnevndu
deildini,
kunnu
mennast
har. At tað kostar gull er
líkamikið, um spælararnir fáa
eina betri menning.
Skúladømi
um
at meistaraheiti og spælara
menning ikki altíð gongur
hond í hond er HB. Felagið
vinnur at kalla altíð flest
ungdómsgull, men hevur
torført við at menn spælarar
í hópatali – nakað felagið
hevur fokus á í løtuni. Hin
vegin, so hevur felagið ment
fleiri spælarar, sum eru farn
ir uttanlands – men við betri
spælaramenning hevði tað
helst eisini hildið fram.
Vit hava løtuni góðar lið
spælarar og tað gevur eina
góða breidd. Kanska er tíðin
komin, at seta fokus á ein
staklingarnar aftur, so vit
eisini kunnu menna stóru
profilarnar.
3: Venjingarsentur
Vit kenna tað frá lond
unum kring okkum, men
enn eru vit ikki komin
á mál við eini ætlan um
eitt miðdepil fyri føroyska
fótbóltsmenning. Vit hava
brúk fyri einum stað, har
liðini kunnu samlast í longri
og styttri tíð. Eitt stað har
umstøður eisini eru at kanna
spælarar bæði ítróttarliga
og fysiologiskt. Eitt stað
har vit samla alla okkara
ítróttarvitan.
Ein afturvendandi trupul
leiki hjá føroyskum spæl
arum er, at teir eru ikki eins
væl fyri og mótstøðuliðini,
tá teir umræður kropsstyrki
og skjótleika. Sjálvt um
spælararnir eru farnir at
venja meir, so má næsta stig
verða at venja kropsstyrki
og skjótleika. Tað sóu vit í
ólukkumát í dystinum móti
Fraklandi, har okkum hava
tungar føtur og vandandi
kropsstyrki, at bjóða elituni
av.
trondur@sosialurin.fo
LÆRDÓMUR
FYRI ALLAR
PENGARNAR
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
U17 til EM í Kroatia: