mánadagur 8. mai 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu er status hjá tær
viðvíkjandi drúgva skaðanum
sum tú hevur?
Status hjá mær er at eg eri
byrjaður at ganga normalt aftur
uttan at hava nakað á fótinum, so
nu um góðar tvær vikur fari eg út
at trena saman vid lidinum aftur.
Tað gongur betri enn væntað.
Kennist tað ørkymlandi at sita
uttanfyri, tá hinir spæla við
fullari ferð?
Sjalvandi er tad ikki nakað serliga
stuttligt at siggja allar trena úti
og spæla dyst, tá ið man ikki
kann gera nakað sjálvum og má
hyggja venjingum fra bonkinum.
Men nú fer tað at vera betri, har
eg skjótt sleppi at venja aftur við
liðfeløgunum.
Hvussu trívist tú annars í Noregi
í tínum nýggja felagið?
Eg trívist fantastiskt, eri blivin
sera væl mótikin av øllum í Molde
FK og byrji at kenna býin og alt
rundan um her, so tad kundi ikki
veri betur.
Nær væntar tú at vera tøkur
aftur til at spæla dyst?
Um tað gongur sum tad ger nú,
so hopi eg at vera aftur fyrst i juli
a vøllinum dystarklárur. Men vit
faa at siggja, eitt fet á gangin, og
so fær man at síggja, nær man er
tøkur aftur.
5. Hvat hevur tú at siga til
góðu gongdina hjá lands
liðsliðfelaganum, Gilla R.
Sørensen, higartil í ár í norskum
fótbólti?
Haldi tad er virkuliga flott tað,
ið hann hevur gjørt og man sær
at hann orduliga hevur fingið
spæligleðina aftur og at hann
trívist væl i Bergen. Eg hopi hann
heldur tí uppi, og royni at fylgja
vid hvørjaferð hann spælir dyst.
Vikan ið fór
Flogfóltsfelagið, Fleyr, fyllir
40 ár. Fleyr var fyrsta felag
í Føroyum, sum bert íðkaði
flogbólt sum ítróttarfelag.
Italska stjørnan í AS Roma,
Francesco Totti, boðar frá, at
hetta verður hansara seinasta
kappingarár á hægsta stigið.
Francesco Totti hevur einans umboða
AS Roma sum fótbóltsspælari.
Føroyski landsliðsleikarin,
Gilli Rólantsson Sørensen,
hevur fingið eina flúgvandi
byrjan í Noregi. Hann liggur
næstovast yvir spælarametingar
í kappingarárinum higartil.
Graslíkið í Sørvági verður nú
skift. Nýggi vøllurin í Sørvági
verður frá Idé Møblum.
Kendi hondbóltsvenjarin, Henrik
Gerster, andaðist brádliga í
Danmark, bert 52 ára gamal.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Sonni Ragnar Nattestad
Aldur: 22 ár
Starv: Fótbóltsleikari
hjá Molde (Noreg)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Hvussu eitur Víkinga leikarin, ið varð útvístur
móti 07 Vestur leygardagin?
2 Hvussu kallast Liverpool leikarin, sum sunnudagin
brendi brotsspark í heimadystinum móti
Southampton?
3 Hvussu eitur skotski U-17 venjarin, ið sum leikari
hevur spælt tveir landsdystir í Føroyum við
Skotlandi?
4 Hvør var stóra hetjan og skoraði øll trý málini í
fyrru hálvfinaluni millum Real Madrid og Atletico
Madrid í Champions League?
5 Hvussu eitur Víkinga leikarin, ið skoraði bæði
málini móti 07 Vestur leygardagin?
6 Hvussu kallast toppskjúttin í Effo-deildini?
7 Hvørji vunnu FM í hálvmarathon um vikuskiftið?
8 Hvussu kallast leikarin á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Sorin Anghel
2. James Milner
3. Scott Gemmil,
4. Cristiano Ronaldo
5. Gert Hansen
6. Patrik Johannesen
7. Jan Elmar Sørensen og
Marna Egholm
8. René Shaki Joensen
Fótbóltstroyggjur eru nakað
heilt serligt fyri summi. Tær
umboða ymisk feløg, lond, sigrar,
hendingar og annað, ið knýtast
kann at hvør troyggjan var
júst hendan dystin. Søgurnar
handan troyggjurnar eru
mangar, og í einari danskari
sendirøð, ið kallast Trøje TV,
koma fyrrverandi danskir
fótbóltsleikarar á gátt at sýna
sína samling av troyggjum fram
og at greiða frá søgunum, ið
fylgja við troyggjunum.
Higartil hava menn sum
Martin Jørgensen, Henrik
Larsen, Jesper Grønkjær og
Morten Olsen verið framvið í
sjónvarpsstovuni, har ein og ein
troyggja verður avdúkað og setir
gongd á eina áhugaverda søgu.
Uppsetingin er ógvuliga
einføld. Tað er í einari
sjónvarpsstovu, har ein
ógvuliga væl vitandi vertur, ein
sokallaður troyggju-nørdur, ber
hyggjaran ígjøgnum saman við
gestunum. Hvør sending er alt
frá einum korteri upp í ein lítlan
hálvan tíma.
Troyggjurnar, ið verða sýndar
fram, eru serliga troyggjur, ið
gestirnir hava fingið frá øðrum
leikarum, tá ið teir hava býtt
um troyggju eftir dyst. Tað er
hetta, sum ger tað áhugavert, tí
ein verður sendur ein túr aftur á
gamlar gøtur – gjarna við einari
góðari søgu, ið gestirnir allir sum
ein duga so væl at greiða frá.
Hygg um: Tú hevur áhuga
í fótbóltstroyggjum ella
fótbóltssøgu.
Ikki hygg um: Tú ikki ert til
omanfyri nevnda ella til túnatos.
Hvussu er at hyggja: Hvør
partur er fittliga langur – als
ikki troyttandi. Áhugaverdar
troyggjur og søgur koma undan
kavi.
Hvat sigur tú? Ert tú til søgur
og prát heldur enn drúgvar
dokumentarar, so er hetta frálíkt.
★★★★★★
UMMÆLI
?
Sendirøð:
Troyggju-sjónvarp