Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. mai 2017 · Nr. 53 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge U17 landsliðið hevur í dag havt sína seinastu lands­liðs­ venjing á hesum sinni. Við 2-0 tapinum fyri Skotlandi, og 7-0 tapinum fyri Fraklandi, hevur føroyska liðið útspælt sín møguleika á hesum sinni. Tvær ferðir hevur hetta lands­liðið vunnið seg víðari fyri at koma til EM. Í báðum førum spældi Føroyar avger­ andi dystir í triðja umfari í bólkaspælinum. Soleiðis verð­ur ikki hesaferð. Nú spæla vit bara fyri æruni. Eftir til samans 17 ár sum venjarar hjá U17 landsliðnum er tíðin nú komin at enda fyri Áka Johansen og Pól F. Joensen. Áki Johansen hev­ ur verið venjari í tíggju ár. Í sjey av teimum hevur Pól F. Joensen verið hjálparvenjari. Eftir dystin í morgin móti Ungarn, taka nýggju fót­ bóltsmennararnir hjá Fót­ bóltssambandinum yvir. Umhugsa fleiri møguleikar Tað sær út til, at Áki Jo­ han­sen og Pól F. Joensen um­hugsa at gera onkrar broytingar til seinsta dystin. Tað hevur gingið illa at fáa skapt møguleikar og tí er ein møguleiki, at tað verða broytingar í álopinum. Higartil hevur glimtað í Hanusi Sørensen úr FC Midt­ jylland og Tóruri Jacobsen úr KÍ. Teir hava spælt á vengrunum og har skulu teir renna nógv. Spurningurin tykist verða, hvussu vit fáa mest burturúr teimum. Ungarn er væl betri enn vit geva okkum far um. Millum annað vinna teir á Fraklandi, sum tó er væl betri í dystinum – men tað sigur eitt sindur. Tí ber ikki til at tveita alt fram og spæla álopsfótbólt, men ein hugskot at fáa brúkt ferðina hjá Hanusi Sørensen og Tóruri Jacobsen í álopinum. Bara ein ivasamur Tað er líkt til, at tað bara er Steffan Abrahamsson Løkin, ið er eitt ivamál til dystin. Fyri fyrstu ferð er einki leikbann. Asbjørn Heðinsson kemur inn á høgra bakkin aftur. So hava venjararnir fleiri møguleikar á miðjuni. Ungarn skal hava stig í dystinum, fyri at koma víð­ ari. Tí kann Ungarn ikki spara spælarar til dystin, men tað merkir at tað bara er annað liðið, sum kann spæla frígjørt. Tað kann eisini verða ein fyrimunur. Seinasta venjingin var á Vrapce leikvøllinum, sum er ein av trimum góðum venj­ingarvøllum, sum U17 landsliið hevur vant á í Kroatia. Eins og fyrsta dagin, so er talan um gott verður og góður hugburður á vøllinum. Nú fáa vit so at síggja, um tað eisini er nokk til at skriva enn ein kapitul í U17 ævintýrinum – tað krevur eitt mál, ella enntá eitt stig. trondur@sosialurin.fo Leygardagin hendi so tað, sum vit vita kann henda fyri eitt føroyskt landslið. U17 landsliðið tapti heili 7-0 fyri Fraklandi og tað var ikki ein mál ov lítið. Føroysku dreingirnir vóru um ein háls frá byrjan. Frammanfyri upptøkutólunum hjá sjónvarpsstøðini Eurosport blivu vit bukaðir av. So nógv sum ongin annar í einum EM endaspælið fyri U17 landslið. Tí hava vit í dag ein uppgávu, at minnast at hesir ungu garparnir hava slóðað fyri í føroyskum fótbólti. Teir hava lyft yvirleggjara fyri hvat ber til hjá einum ungdómslandsliðið í fótbólti. Sjáldan er fyrsta ferðin uttan bakkast. Ongi spor eru at fylgja og tú mást finna fram sjálvur. Vegurin er knortlutur og avbjóðingar á vegnum nógvar. Tað er sjáldan glæsiligt at ganga fremst í mótvindi og mótbrekku. Vit mugu bara ikki gloyma at hesir ungu menninir hava víst okkum vegin. Vit hava sæð tað fyrr. Besta dømi er okkara størsta ítrottarstjørna, Pál Vitalis Joensen. Hann prógvaði, at tú kanst koma til Olympisku Leikirnar, sjálvt um tú ikki eingongd hevur ein 50 metra hyl. Ímynda tær, at vit bara høvdu hálvar vøllir í Føroyum. Pál Vitalis Joensen náddi ikki sínum máli í hvørki London ella Rio, men størstu gávuna gav hann øllum føroyskum ítróttarfólkum. Trúgvuna og prógvið upp á, at tað ber til. Sama gjørdi U21 landsliðið hjá monnum í hondbólti, tá teir vunnu seg víðari til HM endaspælið í Algeria í summar. Í dag trúgva allir ungir hondbóltsspælarar upp á, at teir kunnu eisini vinna seg víðari til HM. Og hví ikki? Eg var eitt sindur bangin, tá eg fór ein rundtúr á føroyskum miðlunum og sosialu miðlunum eftir dystin. Vit kunnu til tíðir útmerka okkum í at niðurgera, men hesa ferð bleiv eg ótrúliga fegin, tá eg sá at flestu viðmerkingarnar vóru positivar. Harmligt úrsligt, men eitt herðaklapp fyri at hava slóðað fyri. Vónandi eydnast tað dreingjnum at seta eitt virðiligt punktum fyri ævintýrið, tá teir í morgin klokkan 15 spæla seinasta dystin í EM endaspælinum, sum verður móti Ungarn. Líkamikið hvat hendir, so hava hesir spælararnir uppiborið ein risa móttøku, tá teir koma heim. Teir hava skrivað fótbóltssøgu og slóðað fyri! Tróndur Arge – Zagreb, Koratia Vit hava eina uppgávu í dag! SETA PUNKTUM FYRI EITT ÆVINTÝR Í morgin spælir føroyska U17 landsliðið seinasta dystin í EM endaspælinum. Tað er greitt, at liðið ikki kann koma víðari, og tað er greitt at hetta er seinasta uppgávan á hesum sinni hjá Áka Johansen og Pól F. Joensen sum venjarar hjá U17 landsliðnum Mynd: Hans Erik Danielsen