týsdagur 9. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Sýnisgluggarnir hjá MEST á
Atlantic Fair í Klaksvík eru
framleiðsluútgerð hjá fyri
tøkuni í Runavík og skipa
smiðjuparturin í Tórshavn
og á Skála.
Síðan Atlantic Fair var
í Klaksvík í 2015, er nógv
hent hjá MEST. Umframt at
fyritøkan enn marknaðar
førir seg við heimskendu
framleiðarunum sum eitt
nú Wartsila, Desmi og Rolls
Royce, umboðar skipasmiðj
an eisini eitt nýtt krana
merki, MelCal.
Síðan MEST gjørdi avtalu
um at umboða MelCal-kran
arnar í 2016, eru 11 kranar
seldir føroyskum skipum.
– Hetta er eitt stórt tal,
men hetta eru eisini dygd
arkranar, sum vanliga verða
brúktir innan frálandavinnu,
sigur sølu- og marknaðar
leiðarin hjá MEST, Richard
Mortensen.
Hann vísir á, at MEST
hevur avtalu beinleiðis við
framleiðaran í Italia, og tí
kunnu tey bjóða hesar kran
ar fyri kappingarførar prísir.
Sleipa og smíða
Í fleiri ár hevur tað verið eitt
ynski hjá vinnuni í Føroyum
at fáa ein størri sleipara.
Stjórin í MEST, Mouritz
Mohr, sigur, at tað var við
hesum í huga, at tey í fjør
keyptu Samson, sum er
bygdur á Damen-skipasmiðj
uni í Hálandi.
– Samson, sum hevur tvær
til tríggjar ferðir so stóra
orku, sum aðrir sleiparar í
Føroyum, hevur havt fleiri
uppgávur í seinastu. Tað eru
serliga tey stóru skipini, sum
hava tørv á Samson. Talan er
ofta um skip, sum ikki kundu
lagt at bryggju, um Samson
ikki var her, sigur Mouritz
Mohr.
Seinastu tvey árini hevur
MEST staðið fyri bygging av
flakum og tvíkiljum til ali
vinnuna.
Spurdur, um skipasmiðjan
nú er á veg inn aftur í hetta
at smíða nýbygningar, svarar
stjórin í MEST soleiðis:
– Tað er altíð spennandi
hjá eini skipasmiðju og hjá
okkara starvsfólki at fast
halda
handverkið
og
at
vera við til at skapa nakað
nýtt.
At
smíða
tvíkiljur
hevur frá okkara síðu ver
ið eitt stig á leiðini at koma
inn í nýbygningar aftur, og
vónandi verður næsta stig
ið nýggja havrannsóknar
skipið, sigur stjórin.
Framtíðarútlitini
MEST letur annars væl at
undirtøkuni á messuni í
Klaksvík.
– Í 2015 varð okkara básur
heilt væl vitjaður. Vit halda
okkum hava ein viðkomandi
boðskap, sum er, at vit í Før
oyum eru kappingarfør við
onnur lond. Vit hava luttikið
á altjóða ráðstevnum í sein
astuni og eru vorðin varin
við ein vaksandi áhuga frá
útlendskum reiðaríum og
fyritøkum at samstarva við
okkum – ikki minst, nú talan
er um at fáa bygt eina høll
omaná turrdokkina á Skála,
sigur Mouritz Mohr, stjóri í
MEST.
FØROYAR ERU KAPPINGAR
FØRAR VIÐ VEITARAR
Í ØÐRUM LONDUM
Skipasmiðjan MEST er við á Atlantic Fair í Klaksvík, og fyritøkan hevur veruliga gjørt seg út til messuna við ikki
færri enn fýra altjóða undirveitarum á básinum. Boðskapurin er, at vit í Føroyum eru kappingarfør við onnur lond
Føroya
Mynda
kalendari fyri 2018
er nú komin, og tað
er Miðlahúsið, sum
gevur kalendaran út.
Hetta er sjeynda árið, at
kalendarin er í Miðlahús
inum, men upprunaliga var
tað Jákup Andreas Arge, sum
legði lunnar undir Føroya
Myndakalendara, sum hann
tók myndir til og gav út í
nógv ár.
Tað
er
fotografurin,
Jens Kristian Vang, sum
nú eigur allar myndirnar í
kalendaranum. Alt eftir árs
tíðini, eru frálíkar myndir av
bygdum og bygdaløgum.
Tey, sum ynskja sær
Føroya
Myndakalendaran
fyri 2018, kunnu venda sær
til Miðlahúsið á tlf. 341800
og kalendarin verður, sum
dagarnir ganga, eisini at fáa
í nógvum handlum kring
landið.
vilmund@sosialurin.fo
Miðlahúsið við Føroya
Myndakalendara 2018
Alt eftir árstíðini, er kalendarin prýddur við
frálíkum myndum av bygdum og bygdaløgum
TÍÐINDI
– At smíða tvíkiljur hevur frá okkara síðu verið eitt stig á leiðini at koma inn í nýbygningar aftur, og
vónandi verður næsta stigið nýggja havrannsóknarskipið, sigur stjórin í MEST, Mouritz Mohr
Mynd: Vilmund Jacobsen