týsdagur 9. mai 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sólvit E. Nolsø
Síðan bretska fólkið seinasta
summar valdi, at Bretland
skal melda seg úr ES, hev
ur nógv verið tosa um
hvussu framtíðar Evropa
fer at síggja út, tað verði
seg politiskt, búskaparliga,
sosialt og so framvegis.
Hvussu Evropa fer at síggja
út landafrøðisliga, hevur eis
ini verið eitt ivamál, tí fleri
hava óttast, at onnur lond nú
ynskja sær eina fólkatkvøðu
eisini, men tær stúranir eru
tálmaðar nógv, serliga eftir
at fyrst Geert Wilders tapti
valið í Hollandi, men serliga
eftir at Marine Le Pen tapti
forsetavali í Fraklandi.
Hvussu er og ikki, so er
tað ein veruleiki, at Bret
land fer at melda seg úr ES.
Tað gjørdi nýggja forsætis
málaráðkvinnan
Theresa
May, heilt greitt. Tað fyrsta
hon meldaði út, eftir at hon
yvirtók sessin frá David
Cameron, var, at hon fór at
halda áfram við Brexit kósini.
Fyrr í ár segði hon so alment,
at 2019 var árið, tá Bretland
skuldi úr felagsskapinum.
Tískil skulu svar nú finnast
uppá allar spurningarnar,
ið standa opnir eftir at eitt
limaland í ES, sum tað fyrsta,
velur at melda seg úr.
Fyri okkum í Føroyum
er tað mest áhugaverda,
hvat fer at henda á fiski
vinnuøkinum. Fiskur er til
samans góð 96% av okkara
útflutningi. Av teimum út
fluttu vit í 2015 fyri tríggjar
milliardir til ES, harav út
flutningurin til Bretlands
var áljóðandi góðar 591 milli
ónir. Harvið er Bretland okk
ara fremsti samstarvsfelagi
av øllum ES londum.
Farec International við
Óla Samró skipaði mána
dagin fyri eini forvitnisligari
ráðstevnu á Hotel Hafnia fyri
at fáa sett hesi viðurskiftir
undir
sjóneykuna.
Undir
yvirskriftini Brexit – Tað vita
vit, hevði hann sett saman
eitt toymi av monnum, ið
hvør í sínum lagið legði fram
um hvørja ávirkan Brexit
kann hava á ymisk økir, ið øll
høvdu við fiskivinnu at gera.
Allir eru teir serfrøðingar
innan sítt yrki, bæði alment
og privat, og royndu eftir
førimuni at siga frá hvørjar
kreftir gjørdu seg galdandi í
samband við Brexit manna
gongdina og hvussu tað
kundi fara at enda.
Størsta uttanríkispolit
iska avbjóðing júst nú
Løgmaður var tann fyrsti
at fáa orðið. Aksel V. Jo
hannesen niðurspældi ikki
leiklutin, ið Brexit hevur á
okkum. Hann segði, Brexit
er størsta avbjóðing á uttan
ríkispolitiska økinum, ið vit
hava júst nú. Serliga í sam
band við komandi bretska
leiklutin sum strandaland
í
fiskivinnusamráðingum,
har tað fyrr hevur verið ES,
ið hevur verið strandalandið.
– Nú er tað Bretland,
sum er strandaland og tí
kann dynamikkurin í sam
ráðingunum gerast ein heilt
annar, segði løgmaður.
Løgmaður segði, at vit
kunnu vænta stórar broyt
ingar á handils- og fiski
vinnuøkinum, men at lands
stýrið fór at gera tað, ið
kravdist fyri at fáa eina góða
avtalu uppá pláss.
– Okkara mál á handils
økinum er púra greitt: Vit
vilja hava líka góð ella betri
viðurskifti
við
Bretland
komandi árini. Tað sama
ger seg galdandi á fiski
vinnuøkinum, segði Aksel V.
Johannesen.
Júst tey orðini, at hava
sum mál, var ein afturvend
andi táttur á ráðstevnuni.
Allir, ið løgdu fram kundi
siga, at avgerð Bretlands fór
at hava stóra ávirkan, ikki
bert á Bretland, men sanni
liga eisini á restin av Evropa,
tí sambondini vórðu so sam
anvovin.
Sjókøki hjá ES
minkar nógv
Esben Svendrup frá danska
uppsjóvarframleiðslufelag
num segði, tað fór at hava
stórar fylgjur fyri fiskiskap
í Evropa, um Bretland slapp
at halda fram við sínum ætl
anum um, at taka rættin til
teirra 200 fjórðinga sjóøki.
Esben Svendrup førdi fram,
at líka síðan fiskimarkið var
flutt út á 200 fjórðingar í 1977,
hevur Bretland, sum gjørdist
ES limur í 1973, verið partur
av fiskvinnupolitikkinum í
ES og tískil hevur teirra 200
fjórðinga
mark
ongantíð
havt
nakran
praktiskan
týdning, tí tað hevur altíð
verið ein partur av tí felags
evropiska økinum.
– Vit fara at krevja okkara
søguliga rætt til at fáa atgond
til bretska økið. Bretar hava
ongantíð havt økið fyri seg
sjálvar og fylgjurnar høvdu
rakt nógv, um teir velja at
steinga fyri øðrum tá teir
eru farnir úr ES, segði Esben
Svendrup.
Esben Svendrup segði,
at altjóða lóg skuldi í síðsta
enda avgera hesi viðurskiftir,
men trupulleikin var, at
UNCLOS, ið er atjóða lógar
verkið innan sjóferð frá 1982,
ikki hevur lagt upp fyri eini
støðu sum hesari, har eitt
land tekur seg úr ES og við
tí skapir eina heilt nýggja
støðu.
Jesper Raakjær, profess
ari á universitetinum í Aal
borg, tók í stóran mun undir
við uppáhaldinum hjá Óla
Samró, at tað er politikkur,
sum í síðsta enda fer at av
gera hvussu umstøður og
avtalur eftir Brexit fara at
síggja út. Hann hevur tó fleiri
ferðir mælt til, at allir partar,
ið hava ein áhuga í støðuni,
um at koma saman og finna
ein felags leist at arbeiða
eftir. Jesper Raakjær segði, at
stórar fyritøkur, politikkarar,
fiskimenn eins væl og um
hvørvisfelagsskapir,
øll
høvdu eitt felags áhugamál,
at fáa eina vælvirkandi skip
an eftir at Brexit var blivið
ein veruleiki.
– Politikkur fer at hava
avgerandi
týdning,
men
grundarlagið kann ikki víkja
frá felags áhugamálunum,
segði Jesper Raakjær
solvit@sosialurin.fo
RÁÐSTEVNA
BREXIT EIN TAN
AVBJÓÐINGIN Í
Síðan bretska fólkið valdi at fara úr ES, hava alt
fleiri ivamál stungið seg upp. Eingin tykist heilt
greiður yvir hvussu Ecropa fer at síggja út post-
Brexit, men fleiri hava eitt boð uppá tað
Luttakarar á ráðstevnuni:
• Óli Samró (FO), stjóri á ráðgevingarfyritøkuni
FAREC
• Esben Svendrup (DK), Stjóri á Danmarks
Pelagiske Producentorganisation
• Jesper Raakjær (DK), Professari í Innovative
Fisheries Mangagement við universitetið í
Aalborg
• Torben Foss (NO), advotakur á PwC Seafood
• Guus Pastor (NL), stjóri á European Fish
Processors Association