Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54 NN STØRSTA NÝGGJARI TÍÐ »Nú gerst Bretland eitt strandaland og dynamikkurin í samráðingunum kann gerast ein heilt annar« Aksel V. Johannesen RÁÐSTEVNA 23. juni í 2016 var ein fólkaatkvøða í Bretlandi, har veljarin skuldi geva til kennar hvørt hann ynskti Bretland í ES ella ikki. Úrslitið var, at 51.9% atkvøddu fyri at fara og 48.% ynsktu at verða verandi. Bretland byrjar samráðingarnar við ES í ár, har finnast skal fram til treytirnar fyri at Bretland og ES fara hvør til sítt. Eftir ætlan verða samráðingarnar lidnar á sumri 2019. Óli Samró hevur í fleiri ár verið ráðgevi innan fiski­ vinnu og hevur arbeitt al­tjóða í nógv ár. Hann segði í framløgu sínari, at eftir hansara sannføring, so verður tað politikkur, sum til seinast fer at verða av­ger­andi hvussu fiski­ vinnu­av­talur og annað fer at síggja út. – Eg meti, at vit koma at síggja fleiri uni- og bi­ late­ralar avtalur eftir Brexit, tá Bretland gerst stranda­land. Tað verður í áhugamálinum hjá teim­ um flestu at gera tað. Vit kunnu til dømis gera av­ talur við okkara granna­ lond fyri hvørt fiskaslag. Tað er einki, ið forðar fyri tí. Eg rokni í veruleikanum við, at hetta fer at verða ein vanligar máti at býta fiskin millum sín í framtíðini, segði Óli Samró. Hann metir, at prin­ sippið við relativum sta­ bil­iteti, har ein fastur pro­ sentpartur av kvotunum er ásettur sum býtislykil, er ein farin tíð. – Eftir Brexit, tá Bret­ land gerst eitt stranda­ land, verða tað so nógv áhugamál í sam­ráð­ing­un­ um, at tað verður vón­leyst at halda fast í tann gamla býtislykilin. Eg vænti, at vit fara fáa fleiri ser­av­ talur, ið lond gera mill­um sín, heldur enn at verða fe­lags um kvoturnar, sigur Óli Samró. Óli Samró segði, at tá mann gjørdi eina semju í 1982 um ein altjóða lóggávu innan sjófart, var støðan ein heilt onnur enn hon er í dag. Millum annað hevði eing­in nakran møguleika at gera stovnarmetingar tá kvotur og annað skuldi býtast og tí bleiv alt lagt í hendurnar á havstovum, ið gjørdu tilmælir. Síðan tá hevur tøknin ment seg so nógv, at vitanin, ið trolarar og onnur før fáa, ofta er líka góð og betur. – Politikkur fer at verða avgerandi