Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Børn leggja skjótt til merkis, tá stemningurin ella rutinurnar í heim­inum broytast. Tí hava tey frá byrjan brúk fyri at vita tað, tá mamman ella pápin hava fingið krabba­mein. Børn eru nevniliga neyvir eyg­ leiðarar til vaksnamanna­heimin. Tey hava eina hugskygda vitan og varnast skjótt, tá tingini broytast. Børnini hava tí brúk fyri, at for­ eldrini siga teimum sannleikan, um annar parturin hevur fingið stað­fest krabbamein. Umstøðurnar broytast Eru børnini nóg stór, er tað eisini eitt gott hugskot longu í byrjanini at lata tey vita, hvat tað er, sum ger, at umstøðurnar eru broyttar. Longu, meðan kanningar fara fram, sum skulu staðfesta, um tal­ an er um krabbamein, broytast flestu foreldur og eru øðrvísi, enn tey plagdu at vera. Foreldrini gerast minni nærverandi, og tey eru kenslu­liga ávirkað, og hetta leggja børnini skjótt til merkis. Hevur tú heimabúgvandi børn, er týdningarmikið, at foreldrini heilt frá byrjan fortelja teimum um sjúkuna. Tað kann tykjast trupult at for­telja um krabbasjúku, meðan tú sjálv-/ur roynir at læra teg at finna leiðina í nýggju støðuni. Men, alt eftir aldri, hava børn brúk fyri at fáa eina frágreiðing um, hví mamman ella pápin eru øðrvísi ella tykjast kedd. Tað skal ikki vera neyðugt hjá børnunum at gita seg fram til, hví so er. Onkur hevur eisini havt ringar royndir, sum ikki hevur fortalt børn­unum um støðuna. Kanska valdu foreldrini at bíða við at siga nakað, til greitt var, hvat slag av krabbameini talan var um. Í onkrum føri eru børn vorðin óð og hava hildið, at tey ikki kunnu hava álit á sínum foreldrum, tá tey ikki søgdu teimum um sjúkuna í góðari tíð. Fyrireika samrøðuna Nógvir krabbameinssjúklingar við heimabúgvandi børnum vita ikki, hvussu tey skulu fortelja sínum børnum um nýggju støðuna. Tað kann tí vera eitt gott hug­ skot at fyrireika samrøðuna við børn­ini, soleiðis at foreldrini longu frammanundan hava hugsað um, hvat og hvussu nógv børnini skulu hava at vita. Tað er eisini eitt gott hugskot at fyrireika seg upp á teir spurningar, sum børnini kunnu seta. Er talan um fleiri børn, eru ráð­ ini, at best er at fortelja teimum um støðuna, meðan øll eru samlað, um tað letur seg gera. Tað er um­ráð­ andi, at børnini hava fingið somu upplýsingar - og at tey øll hoyra somu spurningar og svar. Børnini kunnu nevniliga uppliva støð­una minni ógvusliga, tá tey eru samlað. Tað hevur stóran týdning, at børnini hoyra um sjúkuna frá for­ eldr­unum sjálvum - og ikki frá øðr­ um børnum. Tað er eisini gott fyri børnini at vita, at tey eru partur av felags­ skap­inum - at tey soleiðis fáa at vita um sjúkuna, áðrenn øll onnur hava fingið tað at vitað. Aldur avger tørvin Eru børnini ymisk í aldri, eigur fyrsta samrøðan at snúgva seg um tað, sum øll børnini skilja. Er talan eitt nú um tvey børn, har annað er trý og hitt er 13 ár, er sjálvsagt stórur munur á, hvat tey hava tørv á at vita. Tá er neyð­ugt í framhaldandi samrøðu at fara longur í dýpdina við tí eldra barn­ inum. Foreldrini eiga eisini at siga við børnini, at tey fáa meira at vita, tá tingini eru greiðari. Smærri børn hava trupult við at skilja, hvussu fólk kunnu vera sjúk, tá tey annars síggja frísk út. Tað kann eisini vera trupult hjá smærri børnum at skilja tíðina - hvussu nógv ein mánaði ella eitt hálvt ár er. Umráðandi er, tá foreldrini greiða børnunum frá slíkum álvars­ máli, sum krabbameinssjúka er, at samrøðan fer fram í tryggum umstøðum heima við hús, og tað er ikki minst umráðandi at geva sær góðar stundir. Smærri børn skulu oftast hava kunningina í smáum bitum, og tey hava sjáldan brúk fyri longum sam­ røðum. Meðan snakkað verður um sjúk­ una, kunnu smáu børnini knappliga snakka um heilt onnur ting - ella, tey bara fara út at spæla. Tá kunnu foreldrini siga, at ”nú hava vit snakkað nóg mikið hesaferð, og vit kunnu snakka meira um sjúkuna ein annan dag…” Kelda: www.cancer.dk HEILSA Fortel børnunum um sjúkuna Tað kann vera trupult hjá foreldrum at fortelja sínum børnum um krabbasjúku, men tað er ógvuliga umráðandi, at hetta verður gjørt. Eru børnini ymisk í aldri, eigur fyrsta samrøðan at snúgva seg um tað, sum øll børnini skilja Børn varnast skjótt, tá tingini broytast heima við hús. Tí er umráðandi, at tey fáa at vita, hvør orsøkin til broyttu umstøðurnar er - eisini, tá talan er um krabbamein