Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Í fjør vann KÍ kappingina um Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síð­ani 1999, tá teir á Tórsvølli vunnu ser­liga lagdir í fyrru hálvfinaluni sum var í Klaksvík móti NSÍ, har KÍ ógvuliga sannførandi vann 4-1. Tá so onnur hálvfinalan skuldi leik­ast í Runavík, var talan um eina mestsum ómøguliga uppgávu fyri runavíkingar, sum heldur ikki megnaðu at skora ímóti KÍ í tí hálvfinaluni, ið endaði 0-0, so­leið­ is at KÍ við samanlagdum sann­ førandi 4-1 sigri leikti seg í steypa­ fin­aluna. Sum heild var talan ta løtuna um rættu­ligt kompleks hjá NSÍ ímóti KÍ, tí í landskappingardystinum sum kom aftaná fyrru hálv­fin­al­ una, møttust liðini aftur í Klaks­ vík á Norðoyarstevnu. Talan var um mestsum endurtøku av fyrru hálv­fin­aluni, tí í lands­kapp­ing­ar­ dyst­inum vant KÍ enn einaferð burt­urúr NSÍ, har endaliga úrslitið var 4-0. Mikukvøldið hittast so somu lið­ ini aftur í hálvfinaluni, har runa­vík­ ing­ar hava nakað at hevna frá fyrru hálv­finaluni í fjør. Síðani tær báðar uppgerðirnar í Klaksvík millum feløgini fyri ein­ um ári síðani, hava uppgerðirnar mill­um liðini bæði verið nógv øðr­ vísi. Í seinnu hálvu í fjør vann NSÍ ein­samallu uppgerðina sum teir høvdu ímóti KÍ í tí hálvuni, meðan lands­kappingardysturin millum lið­ini í ár endaði við 2-2 javnleiki í Klaks­vík. Talan er tískil um eina opna og spennandi hálvfinalu, har bæði liðini eisini eru í mestsum sterk­ astu manning. Einastu leik­ar­ar, ið helst ikki vera tøkir til fyrru hálvfinaluna í Klaksvík miku­ kvøld­ið eru teir báðir vinstrabeintu verju­leikararnir, Ísak Simonsen hjá KÍ, og Jann Ellingsgaard hjá NSÍ, umframt NSÍ miðvallarin, Jann Mart­in Mortensen, ið er leik­bann­ að­ur. Nógvir eru ivasamir í Gundadali Í hinari hálvfinaluni, sum er granna­upp­gerð millum HB og B36, er talan um eina sera opna og spennandi uppgerð. Meðan B36 seinastu trý kappingarárini hevur havt eina lítla yvirvág á HB í landskappingini, hevur HB hig­ar­til í ár fingið eina betri byrj­ Mikukvøldið vera hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Talan er um sera spennandi uppgerðir í báðum dystunum, har KÍ og NSÍ møtast í aðrari hálvfinaluni í Klaksvík, meðan hin er grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36. ÍTRÓTTUR Upptakt: NSÍ HEVUR NAKAÐ AT HEVNA Í KLAKSVÍK