Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. mai 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 an uppá landskappingina enn brotssparkskapping móti Vík­ ingi. Tá vóru lunnarnir fyri góða kappingarárinum og steypa­sigr­in­ um grannarnir. Munurin er tó ikki nógv­ur, tí einans tvey stig skilir lið­ini bæði, ið liggja sum ávikavist nummar 5 og 6 í Effo-deildini, sum støð­an er nú. Tað sum hevur eyðkent sein­ astu mongu uppgerðirnar millum HB og B36 er, at talan hevur verið um dystir sum í flestu førum eru end­aðir við javnleiki. Soleiðis var eis­ini fyrr í ár, tá liðini hittust í Effo-deildini. Úrslitið tá var 2-2 javn­leikur í einum dysti, har liðini áttu hvør sín hálvleik. Til hálvfinaluna mikukvøldið vald­ar stór óvissa í hópinum hjá báð­um liðunum. Tá HB leyg­ar­ dag­in spældi á heimavølli móti TB/FCS/Royn, sótu fleiri leikarar utt­an­fyri. Millum annað tríggir av nýggju donsku leikarunum hjá HB – Martin Bergvold, Daniel Elly Ped­er­sen og Sebastian Pingel, um­framt eisini Ári Mohr Jónsson. Tað tykist vera heilt greitt at teir báð­ir, Martin Bergvold og Daniel Elly Pedersen, ikki vera tøkir til granna­upp­gerðina mikudagin, með­an útlit eru fyri at Sebastian Pingel og Ári Mohr Jónsson fara at spæla. Eisini mótstøðuliðið hjá HB miku­kvøldið, B36, hevur sein­ astu tíð­ina verið nógv skert. Størstu fram­rættaðu profilarnir í hóp­inum, Luk­asz Cieslewicz og Philip Lund, hava seinastu nógvu dystirnar sit­ið uttanfyri við skaða, umframt nógv­ar aðrar. Tá B36 spældi ímóti EB/Streymi leyg­ar­ dag­in stóð tað so mik­ið illa til í hóp­inum hjá B36, at tíggju leikarar ikki vóru tøkir. Tað væntast at onkrir av teim­ um vera tøkir til hálvfinaluna móti HB mikukvøldið, har útlitini til Phil­ip Lund tykjast at vera góð. Tað er tó ov tíðliga at siga enn, tí tá B36 hevur seinastu venjingina und­an dystinum móti HB, sum verð­ur týskvøldið, skulu fleiri av leik­ar­unum hjá B36 testast fyri at vita um teir eru førir fyri at spæla. Mill­um teir, ið skulu testast eru mill­um annað Høgni Eysturoy og Philip Lund, ið báðir koma at styrkja nógv um liðið hjá B36, með­an lítil útlit eru fyri at Lukasz Ciesle­wicz fer at vera millum leik­ ar­arnar á vøllinum. KÍ – NSÍ verður spældur klokkan 18:00. HB – B36 verður spældur klokkan 18:00. KÍ – NSÍ 3-1 Til dystin móti NSÍ havi eg KÍ sum hampiliga greiðan favoritt. Umframt at teir tykjast hava funnið stevið í seinastuni, so meti eg eisini, at teir hava ávísar fyrimunir fysiskt. Teir hava eisini havt gott tak á NSÍ tær báðar seinastu ferðirnar, liðini hava møtt hvørjum øðrum við Djúpumýru. Her hevur KÍ vunnið 4-1 og 4-0, og eg síggi fyri mær, at KÍ saktans kann brúka hesi bæði úrslitini í einum tílíkum dysti. Fyri KÍ er tað eisini sera umráðandi, at teir nú hava fingið gongd á øll tey offensivu essini. Bæði Páll Klettskarð og Jóannes Bjartalíð hava alla tíðina verið væl og virðiliga spældir inn á liðið. Men nýggi áleyparin, Albert Adu, hevur havt ávísar avbjóðingar fyrstu tíðina í felagnum. Hann tykist tó av álvara at hava funnið formin, og hetta kann heilt víst fáa týdning. NSÍ hevur í sínum lag ikki fingið ta bestu byrjanina uppá landskappingina. Ikki tí, teir eru við, har tað er stuttligt, men teir hava havt trupulleikar ímóti onkrum liðum, sum teir annars uttan stórvegis hóvasták hava vunnið trygt ímóti seinnu árini. Hetta sigur mær, at NSÍ kanska ikki rættiliga hevur funnið stevið enn í hesum kappingarárinum. Eitt gott úrslit ímóti KÍ í steypakappingini kann tó saktans gera eina minni góða byrjan upp á kappingarárið til eina meira enn góðkenda byrjan, men eg trúgvi tó, at hetta verður trupult. B36 – HB 1-2 Tað er altíð ilt at meta um lokaluppgerðina í Havn, og at síggja til eru hesir dystirnir aloftast púra opnir. Í so máta er hesin ikki nakað undantak. Hóast tað so havi eg HB sum lítlan favoritt. Tað tykist, sum HB er við at finna stevið í landskappingini, og fyri teir í HB hevur tað eisini stóran týdning, at teir í makedonanum Aleksandar Stankov tykjast hava funnið mannin, sum skal skjóta málini. Harafturat eru teir ógvuliga væl skipaðir defensivt, og hetta kann gerast avgerandi í einum so stórum dysti. B36 hevur hinvegin í sínum lag verið hart rakt av skaðum í gjøgnum árið, og eg trúgvi, at mongu skaðarnir lættliga kunnu koma at følast í einum so stórum dysti. Ikki tí, tað ljóðar, at onkrir av leikarunum, sum hava sitið uttan fyri við skaða í eina tíð, verða klárir til dystin móti HB – eitt nú Philip Lund og Høgni Eysturoy. Tað er sjálvandi týdningmikið fyri B36, um hesir leikararnir verða tøkir til dystin, og tað er alt annað líka ein fyrimunir fyri teir hvítu. Sjálvt um B36 hevur verið fleiri av profilunum fyri uttan vegna skaða, so hevur spælið á vøllinum verið sera gott. Hóast hetta, so hevur B36 havt trupult við at avgera dystirnar, og tann trupulleikin kann lættliga gerast enn størri móti einum vælskipaðum HB-liði. Tí havi eg HB sum lítlan favoritt. TEITUR JOENSEN Fyrrverandi EB/Streyma leikari tippar B36-HB Ein dystur, sum eftir papírinum eigur at borga fyri einum rimm­ ar­dysti B36 er tað liði sum eftir mínari metan hevur spælt tann besta fótbóltin, men hevur ikki megnað at fáa nó góða úrstøku burturúr. Um teir skulu gera sær nakrar vónir um at koma víðari, so skulu teir til at fáa meir balanca í verjupartinum, tá teir eru í álop, soleiðis at teir ikki fáa mál ímóti sær í einari skjótari umstillng. Styrkin liggur heilt sikkurt í at flyta bóltin skjótt runt, og samstundis at hótta í bakrúm. Her hava teir verið góðir til at flyta síðubakkar langt niðan á vøllin, soleiðis at teir kunna trýsta mótstøðuliðið langt aftur. Vandin við tílíkum spælistílið, er sjálvandi, at um man missur bóltin, so kann HB gerast vandamiklir í einari umstilling Skal HB fáa sær nakran fyrimun til tann næsta dystin, so er umráðandi at teir binda fast í verjupartinum, og samstundis gera alt fyri at skora mál (telur dubult á útivølli) Styrkin hjá HB er at spæla bein­ leið­is, serliga í einari umstilling, har teir kunna hótta B36 mest. Eg vildi tó mett, at HB eigur at skifta eitt sindur ímillum at spæla bein­leiðis, og at halda uppá bóltin, inntil teir fáa eina opn­ing í B36 verjuni. Hetta tí, at HB hevur nógvar teknisk væl­leik­ andi leikarir, sum hava brúk fyri at hava kontrol á bóltinum/stýra dystin. Meting: 3-1 til B36 KÍ-NSÍ Á sama hátt sum við B36 og HB, so rokni eg við einum rimmardysti KÍ er eftir mínari meting tað liðið, har leikarnir eru best tilvitaðir um sína rollu a liðnum. Tað vil siga, at allir leikarir virða tað positión teir leika í. Tí fáa teir ikki so nógv mál ímóti sær í einari umstilling. Í uppspælinum eru teir eisini til­vit­ að­i­r um teirra dygdir, har teir sum oft­ast spæla langar bólta eftir Páll Klettskarð har teir síðani fáa renn­ingar í bakrúm, og eisini eru klár­ir til at vinna bólt nr. 2. Men eg haldi eisini, at KÍ kann hótta NSÍ uppá aðrar mátar, tí at teir hava leikarar við tekniskt góðum før­leikum og ferð. Við at skifta ímill­um at spæla langar bóltar, og at kombinera seg ígjøgnum úti í síðunum, meti eg, at KÍ vil standa seg væl NSÍ: Eitt lið, sum er eitt sindur tor­ført at rokna út. Hava havt tað torført í ár við at vinna dystir á teim­um sokallaðum “botnliðum” har teir árini fyri hava vunnið allar teir dystirnar sannførandi. Hetta merkir kanska tað, at mót­støðu­lið hava lisið NSÍ av. Kann man steðga innlegggum hjá Árna Frekriksberg, so hevur NSÌ sjálvandi ein trupulleika, tí at teim­um vantar aðrar gjøgn­ um­brots møguleikar, so at ein Klæm­int Olsen kann blíva ein hótt­an. NSÍ fer sjálvandi at gera alt fyri at fáa eitt gott út­gangs­ støð­ið við at spæla offensivan fót­bólt. Kunnu teir samstundis hava eina góða balansu á liðnum, so skuldu teir havt ein rímuligan møgu­leika fyri einum góðum út­ gangs­støðið Meting: 2-2 ØSSUR HANSEN Fyrrverandi landsliðsleikari og núverandi fótbóltsmennari tippar ÍTRÓTTUR NSÍ hevur nakað at hevna frá fyrru hálvfinaluni móti KÍ í Klaksvík í fjør.