týsdagur 9. mai 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. mai 2017 · Nr. 54
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1999:
Hvalbiar
prestur
kosin
Nýggjur prestur skal setast
í Hvalba 1. februar ár 2000.
Tríggir umsøkjarar eru til
starvið, og í gjárkvøldið var
innstillingarfundur í Hvalba,
har kjósast skuldi, hvør helst
verður tann nýggi presturin.
Hóast fundurin ikki var
fyrr enn blaðið varð prenta,
skilir Sosialurin, at ætlanin er
at innstilla Ólav Rasmussen,
sum í løtuni starvast sum tíð
indamaður hjá SvF, til starv
ið. Hann hevur guðføðiligt
embætisprógv frá Háskóla
íslands.
Einans tríggir umsøkjarar
er til prestastarvið í Hvalba.
Einasti føroyski umsøkjarin
var Ólavur Rasmussen. Hinir
eru báðir úr Danmark, og sum
Sosialurin skilir er annar um
60 ára aldur, meðan hin, sum
er yngri, ikki hevur starvast
sum prestur í langa tíð.
Hvalba
hevur
ligið
í
prestaloysi síðani í heyst, tá
Andreas Andreassen segði
seg úr starvi.
Sosialurin 30. november 1999
Tingarbeiði við teldu
SOSIALURIN 1999
Hópur av upplýsingum um mangt og hvat, ið kann nýtast í vanliga tingarbeiðinum, finst á
internetinum. Tí er teldan eitt ógvuliga hent arbeiðsamboð hjá tingfólki
S
osialurin skrivaði soleiðis 30.
november í 1999:
»Finnbogi Ísakson, løgtings
formaður, heldur internetið vera eitt
so týðandi og hent arbeiðsamboð, at
tað er neyðugt, at øll tingfólk hava
høvi at nýta hetta arbeiðsamboð dag
liga. Tí hevur hann biðið teldufyri
tøkur um tilboð upp á góðar teldur,
sum tingfólk í felag kunnu keypa fyri
lagaligan prís.
Mugu gjalda sjálvi
Á privata arbeiðsmarknaðinum
gerst tað alt meira vanligt, at ar
beiðsgevarin útvegar starvsfólku
num teldur. Grundgevingin fyri
hesum er, at starvsfólkini gerast
meira virkin, tá tey eisini hava
møguleika fyri at arbeiða heiman
ífrá.
Men tingfólk kunnu tó ikki vænta
sær, at løgtingið keypir teimum eina
teldu í part. Finnbogi Ísakson ásannar,
at teldan og ikki minni internetið
er ógvuliga hent arbeiðsamboð hjá
tingfólkum, men tað er enn ikki vorð
in vanlig mannagongd, at almennir
arbeiðsgevarar útvega starvsfólku
num teldur, og tí fer løgtigið heldur
ikki at gera tað.
Finnbogi Ísakson heldur tó, at mál
ið um ókeypis teldur til tingfólk eigur
at viðgerast. Spurningurin er nevn
iliga, um ein fartelda til hvønn ting
sessin hevði gjørt løgtingsarbeiðið
meira virki. Harafturat nemur ting
formaðurin við spurningin, um tað
er rímiligt, at starvsfólk á privata ar
beiðsmarknaðinum skulu hava betri
sømdir enn til dømis tingfólk.
Løgtingið á internetinum
Løgtingið hevur heimasíðu á inter
netinum, har øll løgtingsmál, gerða
bók løgtingsins, gerðabøkur fyri
tingnevndirnar, yvirlit yvir tingfólk
og mangt annað er at finna.
Hendan heimasíðan verður nógv
vitjað av fjølmiðlum, tingfólkum og
samfelagsáhugaðum annars.
Finnbogi Ísakson heldur heima
síðuna hjá løgtinginum vera ógvuliga
kærkomna hjá løgtingslimum, og vísir
hann á, at til ber hjá tingfólkum at lesa
lógaruppskot, gerðabøkur, og finna
slóðir til ymiskt annað, ið hevur við
tingarbeiði at gera, á hesi heimasíðu.
Tí heldur hann tað hava týdning, at
tingfólk hava møguleika at sleppa inn
á hesa heimasíðu. Og er tað millum
annað fyri at betra um hendan møgu
leikan, at tingformaðurin hevur biðið
um tilboð uppá teldur.
Bjóða telduskeið
Tað er eingin loyna, at summir
tinglimir ikki eru serliga stinnir í at
handfara eina teldu. Tí fingu allir
løgtingslimir eftir valið í 1998 høvi
at luttaka á telduskeiði. Og sam
bært tingformanninum vóru tað
fleiri, ið tóku við hesum tilboði.
Spurningurin er so, um løgtings
formaðurin enn einaferð ætlar sær at
bjóða tingfólkum á telduskeið, nú tey
fáa møguleika at útvega sær teldur
fyri bíligan penga.
– Tað er als ikki óhugsandi, at løg
tingið aftur fer at bjóða tingfólkum at
luttaka á telduskeiði. Teldan og inter
netið eru, sum áður nevnt, ógvuliga
hent arbeiðsamboð. Tí haldi eg tá vera
neyðugt, at tingfólk í hvussu so er
læra seg at brúka eina teldu so mikið
væl, at tey duga at brúka internetið.
Finnbogi Ísakson vísir á, at tað ikki
bert er løgtingsins heimasíða, sum
er áhugaverd í løgtingsarbeiðinum.
Hann heldur internetið sum heild
hava týdning, tí væl ber til at sam
skifta gjøgnum internetið, og haraft
urat kunnu allar hugsandi upplýsing
ar heintast á internetinum.
Í løtuni hevur hvør einstakur
flokkur eina teldu standandi á Gamla
Apoteki, so heilt ómøguligt er ikki hjá
tingfólkum at sleppa framat einari
teldu.
Tilboðini uppá teldur til løgtings
limir verða tingformanninum í hendi
1. desember.«
Finnbogi Ísakson heldur, at allir tinglimir eiga at duga at handfara eina
teldu so mikið væl, at teir sleppa á internetið
Mynd: Álvur Haraldsen
Sosialurin 1. desember 1999