leygardagur 9. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
5
Búskaparfrøðingur
Skilir ikki vágbingar
Búskaparfrøðingurin,
Magni Laksáfoss, skil-
ir ikki at vágbingar
vóru so skjótir at vísa
tilboðnum frá lands-
stýrinum frá sær
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg skilji ikki vágbingar.
Magni Laksáfoss, búskap-
arfrøðingur, heldur, at vág-
bingar vóru dekan og skjót-
ir at skúgva tilboðið frá
Landsstýrinum til viks.
Landsstýrið skeyt herfyri
upp fyri Vágs Býráð, at ætl-
aði miðnámsskúlin í Vági
verður fluttur til Hovs og
lagdur í ein skúladepil har.
Afturfyri skuldi eitt røktar-
heim til 35 fólk byggjast á
stykkinum í Vági, sum er
grivið út til miðnáms-
skúlan.
Men Vágs Býráð vísti
einmælt, og púra avgjørt,
tilboðnum frá sær.
Álitiskreppa
Búskaparfrøðingurin skilir
als ikki, at vágbingar so av-
gjørdir vístu tilboðnum frá
Landsstýrinum frá sær.
Men hann hevur illgrun-
an um, at innast inni er tað
er okkurt annað enn tey bú-
skaparligu atlitini, sum býr
undir teirri greiðu støðuni
hjá Vágs Býráð.
Hann fær seg nevniliga
ikki til at trúgva, at Vágs
Býráð innast inni er ímóti
einum slíkum tilboði.
Hann heldur tvørtur-
ímóti, at veruliga orsøkin
til, at Vágs Býráð havnaði
tilboðnum, er ein álitis-
kreppa ímillum Býráðið og
Landstýrið.
– Eg tulki heldur avslagið
frá Vágs Býráði sum eitt
tekin um, at Býráðið ikki
hevur álit á Landsstýrinum.
Vágs Býráð hevur stríðst
hart fyri at fáa ein mið-
námsskúla. Og tað tykist
sum um at vanliga hugsan-
in í Vágs Býráð er, at verð-
ur tað pilkað við ætlanina
nú, fer skúlin als ikki at
verða bygdur, men dettur
heilt niðurfyri.
– Tað tykist sum um at
Vágs Býráð ikki hevur so
frægt álit á Landsstýrinum,
at tilboðið er meint í álvara.
Miðnámsskúli kveikir
ikki nógvlív
Í Sosialinum herfyri hevði
samfelagsg ranskarin,
Dennis Holm, áhugarverd-
ar hugleiðingar um, at ein
miðnámsskúli í Vági hevði
kveikt lív í nærsamfelagið
og tí verður skúlin ein nógv
størri vinningur, enn eitt
røktarheim hevði verið.
Hann vísti á, at tey øki
runt umkring, har størsta
menningin er, eru tey øki,
har útbúgvingarstovnar eru.
Hetta er partvís rætt, sig-
ur Magni Laksáfoss. Men
hann trýr ikki uppá, at ein
miðnámsskúli í Vági fer at
kveikja lív í nakað vinnulív,
ella nakran vøkstur.
Tey øki runt umkring,
sum veksa, eru ikki øki,
sum hava miðnámsútbúgv-
ingar. Tað eru øki, sum
hava hægri útbúgvingar-
stovnar, har tað eisini er
gransking. Men í Vági er
talan um eina miðnámsút-
búgving, har ongin gransk-
ing verður, og eg vænti
ikki, at tað fer at geva ta
menningina, sum Dennis
Holm sipar til.
– Og undir øllum um-
støðum vænti eg ikki, at tað
ger nakran sum helst mun í
so máta, um skúlin er í
Vági ella í Hovi.
Hinvegin heldur Magni
Laksáfoss, at eitt røktar-
heim kundi lyft búskapar-
ligu støðuna í Suðuroy upp
á eitt heilt annað støði.
– Tað hevði fingið sera
stóra ávirkan á nærsam-
felagið, tí her er talan um
nýggj arbeiðspláss.
À einum røktarheimi til
35 fólk, høvdu verið meiri
enn 35 fulltíðarstørv, tí í
veruleikanum er talan um
meiri enn eitt starvsfólk
fyri hvørt búfólk.
Men Magni Laksáfoss
vísir á, at serliga á hesum
øki er heilt vanligt, at fólk
arbeiða niðursetta tíð.
Sostatt ivast hann ikki í,
at á einum røktarheimi til
35 fólk, høvdu eini 60
starvsfólk havt arbeiði.
Í hesum sambandi kunnu
vit upplýsa, at á Eysturoyar
Ellis og Røktarheimi eru
tilsamans pláss fyri 54 bú-
fólkum.
Men
her
eru
56,4
starvsfólk.
Hinvegin eru tað rættiliga
mong, sum arbeiða 3/4 tíð
og hálva tíð. So tilsamans
eru næstan 80 starvsfólk á
Eysturoyar Ellis og Røkt-
arheimi.
Men afturat hesum koma
so tey, sum avloysa ávís tíð-
arskeið vegna barnsburð,
sjúku og í ferium.
Sostatt hevur Eysturoyar
Ellis- og Røktarheim ein
ómetaligan, arbeiðsskap-
andi týdning fyri nærsam-
felagið í Eysturoy.
– À einum røktarheimi er
harafturat fyri tað allar-
mesta talan størv til konu-
fólk, sum tað er stórt trot á
í Suðuroy.
Talan er harafturat um
konufólkastørv við ymsum
útbúgvingum,
eitt
nú
sjúkrarøktarfrøððingar,
heilsuhjálparar, fólk til køk
og vaskarí, handverkarar til
húsavørðar o.s.fr.
– Og so leingi ongi konu-
fólkastørv eru í Suðuroy, er
heldur ongin møguleiki at
fáa mannfólk til Suður-
oynna at búsetast, hóast teir
kanska kundu fingið ar-
beiði.
Ikki ráð at lata vera
Tað hevur eisini verið spurt
um kommunurnar høvdu
havt ráð til at fíggja sín part
av tí, sum eitt slíkt røktar-
heim kostar. Landið betalir
helvtina av tí, eitt slíkt røkt-
arheim kostar at byggja.
Talan hevði verið sostatt
um einar 17,5 milliónir,
sum allar kommunurnar í
Suðuroynni høvdu skula
goldið til at bygt eitt slíkt
røktarheimi. Hinvegin be-
talir landið allan raksturin
sum hann er.
Kortini kann sigast, at í
øðrum røktarheimum, sum
eru bygt norðanfyri, eru
serlógir gjørdar, so at
landið eisini hevur betalt
størri part av byggingini.
– Tað er ikki óviðkomandi
at spyrja um kommunurnar
hava ráð til at betala sín part.
Men spurningurin er heldur
um tær hava ráð til lata vera.
Tí verður eitt røktarheim
bygt í Suðuroy, fara komun-
urnar at fáa so ómetaliga
nógv inn aftur í kommunu-
skatti og við tað, at so nógv-
ur peningur kemur í umfar í
nær samfelagnum.
Í einum slíkum røktar-
heimi høvdu lønarúteiðsl-
urnar verið einar 15 milli-
ónir um árið.
– Tað er ein spurningur um
kommunurnar í Suðuroy
hava ráð til at lata vera,
heldur búskaparfrøðingurin,
Magni Laksáfoss
Neyðugt
við
størvum
til konu-
fólk í
Suðuroy
– Skal Suðuroyggin
mennast, er fremsta
kravið at fleiri arbeiðs-
pláss verða skapt í
oynni. Serliga arbeiðs-
pláss til konufólk.
Soleiðis tók Magni
Laksáfoss,
búskapar-
frøðingur til í einum
fyrilestri, hann helt í
Stóra Pakkhúsi í Vági
fyri akkurát einum ári
síðani, har hann tosaði
um vinnuligu støðuna í
Suðuroynni.
Hann legði dent á, at
skal Suðuroyggin fóta
sær aftur vinnuliga og
skal
afturgongdin
í
fólkatalinum vendast,
skal ein størri, miðvís
ætlan til, tí tað gerst ikki
eftir einum degi.
Hann segði at tað týdn-
ingarmiklasta fyri økis-
menning er at arbeiðs-
pláss verða skapt.
Hann vísti á, at í Suð-
uroy er stórt trot á konu-
fólki í vinnuførum aldri
og tað kundi bent á, at
ov fá størv eru av tí
slagnum, vit vanliga
nevna konufólkastørv.
Tí helt hann, at suður-
oyggin átti at sligið seg
saman um at bygt eitt
ellis- og røktarheim til
eini 50 fólk.
Hann helt, at týdning-
urin av hesum, sum ar-
beiðsskapandi
tiltak,
skuldi ikki undirmetast,
og eitt ellis- og røktar-
heim var ein skilagóð
íløga, tí tað var ein
íløga, sum ikki slepst
undan undir nøkrum
umstøðum, tí talið á
eldri fólki økist so nógv.
– Á einum røktarheimi
til 50 búfólk eru eini
100 arbeiðspláss og her
er talan í nógv størstan
mun
konufólkastørv.
Her er eisini talan er um
góð og trygg størv við
góðari løn, sum ikki eru
bundin
at
skiftandi
fiskiskapi ella sveiggj-
um í búskapinum annars
og tað hevði tískil skapt
stóran
tryggleika
í
Suðuroy.
C
M
Y
K
5
4