Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Karossaríverkstaðurin hjá P/F Wenzel við Marknagilsvegin í Havn telist millum teir størstu í landinum. Verkstaðurin er út- gjørdur við øllum nú- tímans amboðum til upprætting og lakker- ing BILVERKSTAÐUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Veturin nærkast, og er tað vanliga árstíðin við »sesong« fyri bilskaðar. Stóru og nútímans karossarí- verkstøðini eru sera væl út- gjørd til at taka ímóti hesum skaðum. Eitt av hesum verkstøðum er karossaríverkstaðurin hjá P/F Wenzel, sum síðan 1993 hevur húsast við Marknagils- vegin. Leiðarin av verkstaðnum, Jens Petersen, sigur, at verk- staðurin er væl útgjørdur við øllum nútímans amboðum til upprætting og lakkering. Teir umvæla allar skaðar og øll bilmerkir. Teir gera eisini nógvar heillakkeringar av bil- um. Hesir skaður koma ofta av teim mongu stormunum um veturin. Ein stórur partur av arbeið- inum eru tryggingarskaðar- nir. Mannagongdin við trygg- ingarskaðunum er tann, at tá bilurin kemur á verkstaðið við einum skaða, metir verk- førarin um skaðan og ger eitt upplegg til sýnsmannin hjá tryggingarfelagnum. Tá so sýnsmaðurin kemur út á verk- staðið, gera teir saman eina felags niðurstøðu. Um ein bilur t.d. hevur ein stóran frontalan skaða og sær út sum eitt vrak, er tað eingin trupulleiki at gera ein slíkan bil í stand aftur við teimum amboðum, vit hava í dag. Bil- urin verður settur í ein upp- rættarabonk, og teir skaddu lutirnir verða skiftir út við nýggjar, og øll mát passa eftir forskriftum frá verksmiðjuni. Seks mans arbeiða á Kar- ossaríverkstaðnum, og vit halda okkum alla tíðina dag- førdar við tí nýggjasta, sum kemur fram innan okkara fak, sigur leiðarin av verkstað- num, Jens Petersen. P/F Wenzel, Karossaríverkstaðið: Umvæla allar skaðar og øll bilmerkir Starvsfólkið á karossaríverkstaðnum hjá P/F Wenzel. Frá vinstru: Herálvur Hansen, Jens Petersen, leiðari, Arnbjørn Bjarnarson, Erling Davidsen, bilmálari, Virgar Trondesen, plátusmiðjulærlingur, Jákup Olaf Jacobsen, plátusmiðjulærlingur og Agnar Carlsson, bilmálaralærlingur. Godtfred G. Joensen, plátusmiðjur, vantar á myndini Mynd: Jens Kr. Vang Bilútleigan er eisini ein deild hjá P/F Wenzel. Tað er Karossaríverk- staðið sum umsitur hesa deild. Bilarnir, sum verða leigaðir út, eru nýggir, væl røktir, reinir, og altíð í góðum standi BILÚTLEIGAN Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Jens Petersen, leiðari á deild- ini, sigur, at endamálið við at leiga bilar út er bæði at út- vega bilar í samband við bil- sakn, í samband við trygging- arskaðar, og til vanliga útleig- an av bilum. Bilarnir, sum verða leigaðir út, eru nýggir, væl røktir, reinir, og altíð í góðum standi. Talan er um Ford Connect, Ford Focus og Ford Ka. P/F Wenzel hevur eisini út- leiðing av bilum á deildini í Klaksvík. Áðrenn bilarnir verða leig- aðir út, skal leigusáttmáli undirskrivast og koyrikort skal fyriliggja. Áhugaði eru altíð vælkom- in at seta seg í samband við okkum á telefon 354525 ella 554525, sigur Jens Petersen, leiðari á Bilútleigan hjá P/F Wenzel. P/F Wenzel´s Bilútleigan: Reinir og snøggir bilar til útleigan Jens Petersen, leiðari á P/F Wenzel’s Bilútleigan Mynd: Jens Kr. Vang Eftir at hava verið á markn- aðinum í seks ár, verður núverandi Ford Focus av- loystur av einum heilt nýggjum Focus fyrst í komandi ári. Focus hevur roynst sera væl og er ein av mest seldu bilum yvirhøv- ur Síðan Ford Focus fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998, eru ikki minni enn 4 milliónir bilar seldir. Hann bleiv ársins bilur í Evropa í 1999, og hann hevur verið heiðraður í Týsklandi sum ein av teimum mest feilfríu bilunum. Nýggi Focus verður bæði longri og breiðari enn for- gangarin, og aksilfrástøðan er størri. Focus eru kendir fyri sínar góðu koyrieginleikar, og nýggi Focus verður upp aftur betri at koyra enn for- gangarin Bensinmotorarnir verða hesir: 1,4 litur við 80 hk, 1,6 litur við 100 hk, 1,6 lit- ur við 115 hk, og ein 2,0 litur við 145 hk. Diesel- motorarnir verða: 1,6 litur TDCi við 109 hk og ein 2,0 litur Tdci við 136 hk. Nýggi Focus fær eina av mest framkomnu trygdar- skipanum í sínum klassa til at verja tey ferðandi í bil- inum. Bilurin kemur á maknað- in fyrst í komandi ári. Nýggjur Focus í 2005 7 Ford Tourneo Connect fæst nú bæði sum 5 og 7 per- sónabilur. Bilurin verður gjørdur saman við Ford Transit Connect, ið er vøru- vognsútgávan av sama bili Persónbilurin Tourneo Connect er ein rúmligur MPV, ið fæst við upp til 7 sitiplássum. Bilurin er sera rúmligur, og høgt er til loft og vítt til veggja. Eisini eru nógvar hyllar og skuffur til at leggja lutir frá sær á. Um baksetrini verða tikið út, er Tourneo Connect ein stórur og rúmligur vørubil- ur. Við 5 setrum í er talan um ein MPV við stórum við- førisrúmi. Tourneo Connect er upp- bygdur sum vørubilur og ber vektina sera væl. Dragi- hurð á høgru síðu er stand- ard. Motorurin er ein 1.8 Tdci við 90 hk. Hóast Ford Mondeo er sera væl umtóktur, er hann í harð- ari kapping í miðalklass- anum. Nú er hann so komin í eini nýggjari broyttari útgávu við t.d. nýggjum kølaragittari við kromlistum, nýggjum tokulyktum og nýggjum bak- lyktum. Kabinan er eisini gjørd úr betri tilfari og t.d. mittarkon- sollin í instrumnetborðinum er nýggj. Bilurin hevur nógv- ar innbygdardar trygdarskip- anir. Mondeo er ein uppliving at koyra, alt er tilpassað hvørt eftir øðrum, motorurin, undirvognurin og setrini. Bil- urin er eisini sera ljóðleysur, og lítið hoyrist til hjólini og motorin inni í kabinuni. Mondeo fæst í seks ymisk- um útgávum: Ambiente, Trend, Sport, Ghia, Ghia X, og ST220. Ghia X er ein heilt nýggj útgáva og er flaggskip- ið í Mondeo flotanum. Ford Mondeo í nýggjari útgávu Ford Tourneo Connect til 7 persónar Prísur við setrum: kr. 254.800,- Prísur sum Van: kr. 198.500,- Prísurin fyri Connect sum vørubil er úr kr. 160.000,- v/mvg. Prísur úr: kr. 229.900,- Ford hava fleiri nýggheitir á skránni. Núverandi Ford Focus verður avloystur av einum heilt nýggjum Focus fyrst í komandi ári. Ford Mondeo er komin í eini nýggjari broyttari útgávu og Ford Tourneo Connect fæst nú sum 7 persónabilur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo P/F Wenzel, Bilasølan: Nýggjheitir frá Ford