leygardagur 9. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
7
A A heiðrað fyri á á
Atlantic Airways varð
á árliga vinnudegnum
í Norðurlandahúsin-
um í seinastu viku
heiðrað við viður-
kenningini ársins
átak
ÁTAK
Edvard Joensen
Tey, sum standa fyri árliga
vinnudegnum
hildu,
at
Atlansflog átti at verða
heiðrað fyri sáttmálan, sum
felagið hevur gjørt við
norsku fyritøkuna Aker
Stord. Tí fekk Atlantsflog
heiðurin fyri ársins átak.
Tað er Vinnuhúsið, sum
stendur fyri árligu vinnu-
døgunum,
sum
hildnir
verða í Norðurlandahúsin-
um. Har verður millum
annaða eisini ársins virki
útnevnt. Í ár var tað bila-
sølan Reyni Service, sum
fekk hendan heiðurin.
Fyri ársins átak fær At-
lantsflog heiðursbræv og
eina standmynd umframt
blómur og tann heiður, sum
fylgir við eini slíkari viður-
kenning, sigur Malan Jo-
hansen, sum arbeiðir í
Vinnuhúsinum. Tað fylgja
eingir pengar við eini slík-
ari útnevning.
Tað var eisini onkur ann-
ar, sum varð heiðraður
hendan dagin. Eitt nú
klædnafyritøkan Guðrun
og Guðrun, um hava fingið
sølusáttmála við stóran
svenskan keypara.
Í grundgevingini fyri
heiðurinum fyri ársins átak
sigur Vinnuhúsið soleiðis:
»Føroyska samfelagiðog
føroyskt vinnulív er í stór-
ari broyting viðnógvum av-
bjóðingum. Vinnur og fyri-
tøkur, sum fyri fáum árum
síðani, høvdu glæsiligar
tíðir, eru fyri stórum hótta-
falli og avbjóðingum. Men
júst slíkar tíðir eggja til
nýggjar loysnir, nýggjar
leiðir og kreativitet.
Sjálvt um tað fyri trimum
árum síðani varðhildið, at
tað var óvist, um tað á
hvørjum ári fór at vera
gjørligt at taka fram og
heiðra eitt ársins átak,
hevur hetta ikki veriðnakar
trupulleiki. Heldur ikki í ár
hevur verið trupult at sígga
serlig átøk, ið kunnu gagna
vinnuligum framburði sum
heild í landinum. Her er úr
at velja, bæði millum ein-
staklingar og fyritøkur.
Føroysk kreativ vinna
hevur til dømis gjørt vart
við seg á altjóða palli. Her
skarar Guðrun & Guðrun
framúr viðsínum áhaldni,
ið hevur givið afturljóð í
Japan, men serliga við
sáttmálanum við svensku
stórfyritøkuna NK Her er
dømi um, at tú verður
sjáldan føddur víðagitin,
men gerst hetta við vilja,
áræði og arbeiði, umframt
sjálvsagt at tú hevur okkurt
forkunnugt at bjóða.
Størsta einstaka nýbrotið
seinasta árið heldur nevnd-
in kortini vera sáttmálan
hjá Atlantic Airways við
Aker Stord.
Atlantsflog var ein av
fyritøkunum, sum brynjaði
seg til møguliga føroyska
kolvetnisvinnu. Tá "olju-
fepurin" kólnaði fyri tveim-
um árum síðan, misti At-
lantsflog ikki áhugan fyri
frálandavinnuni, men helt á
fram at knýta sambond og
bjóða seg fram í frálanda-
vinnuni, og á annan hátt at
menna vinnuliga inntøku-
grundarlagið hjá felagnum.
Flúgvingin til Italia er eitt
dømi um hetta. Men tað
sum nevndin metir sum ser-
stakt átak, vert at heiðra, er
sáttmálin sum felagið hevur
fingið við Aker Stord um
flúgving av starvsfólki
millum Stord og Stavanger
og Alta í Norður Noregi.
Eitt er, at felagið sjálvt
kann taka hesa flúgving á
seg. Annað og eins týdning-
armikið er tað, at felagið
við hesum slóðar vegin fyri
øðrum feløgum, sum hava
valt at hava annað beiniðí
frálandavinnuni. Við sínum
gjøgnumbroti kann Atlants-
flog vera við til at skapa álit
uttanlands á føroyskum
fyritøkum og lætta um hjá
teimum at koma inn í hesa
heldur afturlatnu vinnu.
Børn eru serliga út-
sett fyri at gerast mis-
nýtarar av ymsum
slagi. Blái Krossur er
saman við nøkrum
føroyskum kommun-
um farin undir fyri-
byrgingarátak, sum
skal fáa børn at byrja
seinni at roykja og
drekka
FYRIBYRGING
Edvard Joensen
Tað er lættari at fyribyrgja
enn at lekja, ásannar Blái
Krossur, sum er farin undir
eitt stórt fyribyrgingarátak,
sum nevnt verður »Børn í
vanda«.
Tórhild Bjarkhamar, sum
vegna Bláa Kross stendur
fyri átakinum, greiðir frá,
at ætlanin vi hesum er at
fáa ávirka børn og ung at
byrja seinni at roykja og
drekka, enn vit ofta síggja
tað í dag.
»Hetta er ikki ein ætlan at
fáa fólk at leggja av ella
umvenda nakran. Hetta er
ein roynd at fáa eitt opið
orðaskifti um rúsevni sum
heild. Millum børn og for-
eldur. Foreldur sínámillum.
Foreldur og ymsar myndug-
leikar og millum fólk sum
heild. Tí tað hevur leingi
sæð út til, at hetta er eitt tabu
evni, sum eingin vil ella torir
at tosa um«, sigur hon.
Hon greiðir frá, at hetta
átakið er ætlað at vara í trý
ár, soleiðis at til ber at
fylgja tí og gera metingar
um, hvørt tað hevur nakra
ávirkan ella ikki.
Blái Krossur hevur fyrr
havt eitt tiltak, sum nevnt
varð »Rusfrí avtala«. Tað
tiltakið vendi sær til børn í
7. flokki.
Hetta nýggja tiltakið er
ætlað øllum børnum og
ungum frá føðing til 18 ára
aldur. Og ikki minst teim-
um, sum eru um hesi børn-
ini, greiðir Tórhild Bjark-
hamar frá.
Hesi, sum eru um børnini,
eru í hesum sambandinum
umframt foreldrini eisini
starvsfólk á dagstovnum og
skúlum. Frítíðarleiðarar so
sum ítróttar- og skóta- og
samkomuleiðarar. Barna-
verndarlimir og kommunal-
politikarar. Ætlanin er at fáa
øll hesi í talu á skeiðum,
sum hildin fara at verða um
evnið. Og her er tað, at
kommunurnar koma við í
átakið.
Klaksvíkar Kommuna og
Felagskommunan í Vágum
hava játtað at vera royndar-
kommunur í hesum átakin-
um við at lata tey, sum
starvast við børnum og
ungum í økinum taka lut í
skeiðum og á tann hátt at
kunna tosa við hesi fólkini
og virka við til, at rúsevnis-
nýtslan millum ungfólk
kann tálmast og helst
minka. Eisini Runavíkar
Kommuna verður við í
ávísan mun, sigur Tórhild
Bjarkhamar.
Hon sigur, at tey hava við
vilja ikki sligið tað ov stórt
upp at byrja við. Men tey,
sum Blái Krossur hevur
havt samband við, hava
verið sera positiv og tikið
væl í móti hugskotinum.
Eisini um kommunurnar
skulu leggja nakað av
peningi í átakið.
»Hetta er ikki eitt vinnu-
ligt átak, sum gevur avkast
aftur beinanveg«, ásannar
Tórhild Bjarkhamar. Men
tann vinningur, sum kann
fáast burtur úr hesum við
tíðini, er ikki so lítil, um
bert nøkur fólk kunnu
haldast frá rúsevnum í
longri tíð.
Hon vísir til royndir sum
vísa, at serliga børnini eru
lætt offur fyri misnýtslu, og
fyrr ein byrjar, størri eru
møguleikarnir fyri at fara í
hundarnar.
Men her sum við so
mongum øðrum er ein góð
fyrimynd gull verd. So um
foreldrini ganga undan sum
góð fyrimynd, hjálpir tað
beinaveg upp á vanarnar
hjá børnunum. At so tey,
sum børnini annars eru
saman við og síggja upp til,
eisini hugsa soleiðis, er
bara dupultur vinningur.
Magni Arge, stjóri í Atlantic
Airways, tók í móti
heiðrinum fyri ársins átak
Mynd: Jens Kristian Vang
Børn í vanda
Jónhild Jørgensen, formaður í Felagskommkununi í Vágum v.m. og Tórhild Bjarkhamar frá
Bláa Krossi. Felagskommunan er við sum royndarkommuna í átakinum »Børn í vanda«.
Tórhild Bjarkhamar er ráðgevi hjá kommununi
Mynd: Edvard Joensen
Nógv hevur verið at hoyrt
um 10 prosentini í
miðfyrisitingini, men
heldur ikki smáu feløgini,
sum til dømis Javni,
Sinnisbati, Kvinnuhúsið,
Mbf og Blákross, eru
sloppin snikkaleys. Eisini
tey skulu nú skerja 10
prosent av nýtsluni.
SPARINGAR
Eydna Skaale
Savnsmyndir
Eydna@sosialurin.fo
Harraboð til sjálvbodnu feløgini:
Skerjið 10 prosent
Bárður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri:
Harmi-
ligt
– Øll hava tikið sín part av
hesum
sparingunum.
Sjálvsagt er tað harmiligt
at skula skerja smáu fel-
øgini eisini, men fíggjar-
ligi veruleikin loyvir ong-
um øðrum, sigur Bárður
Nielsen, fíggjarmálaráð-
harri
– Skulu vit fáa skil á
fíggjarlógina, er alneyð-
ugt, at øll taka sín part av
sparingunum. Men sjálv-
sagt er tað sera harmiligt,
staðfestir Bárður Nielsen.
Hann sigur seg ikki vilja
fara í smálutir við, hví
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum
júst hevur valt hesi feløg-
ini burturúr, til at spara
10%.
– Tað er altíð harmiligt
at gera inntriv á hendan
hátt, men tað er nú eina-
ferð ein neyðug uppgáva,
sum vit mugu gera, sigur
hann.
Ikki vantandi virðing
Spurdur um landstýris-
menninir ikki hava virðing
fyri øllum tí stóra ar-
beiðnum, hesi feløgini
gera, og um teir ikki eru
greiðir um, at landið spar-
ir nógv uppá sjálvbodna
arbeiði teirra, svarar Bárð-
ur ógvuliga avgjørdur.
– Tað er absolut ikki
vantandi virðing, ið hevur
ført til hesar sparingarnar.
Eg havi sjálvur verið
nógv við í sjálvbodnum
arbeiði. Tað er nakað, tú
brúkar nógva tíð og orku
uppá, og eg havi fult
forstáilsi fyri, at fólk eru
skuffað, nú játtaninar eru
skerdar, sigur hann, og
leggur afturat, at veru-
leikin tíverri er hann, at
færri pengar eru til.
Hann heldur fram og
sigur, at hesi feløgini eru
vælkomin at gera vart við
sína ónøgd.
– Tað verður so viðgjørt
her í tinginum, og síðani í
fíggjarnevndini. Eg kann
ikki garantera fyri, at tað
hjálpir, men tað er so altíð
betur at gera vart við seg
enn einki at siga, staðfest-
ir Bárður Nielsen at enda.
– Sjálvandi kemur tað at
merkjast á okkara fíggjar-
ætlan, at vit brádliga hava
50.000 kr minni at arbeiða
við árliga, tí vit hava so lítið
av pengum at arbeiða við
frammanundan, sigur Elin
Reinert Planck, leiðari á
kvinnuhúsinum um skerj-
ingina á 10%
– Av tí, at vit hava so lítla
fíggjarorku frammanundan,
er avmarkað hvar vit kunnu
spara. Vit hava trý lønt ar-
beiði, eitt er 20 tímar um
vikuna, eitt er 25 tímar um
vikuna og so arbeiði eg
sjálv fulla tíð. Her kunnu
vit ikki spara meiri, og tí
verður einki arbeiði niður-
lagt, greiðir Elin Reinert
Planck frá.
Hon sigur víðari, at húsa-
leigan er fastløgd, og at tað
tískil ikki ber til at skerja av
teimum pengunum.
– Tað einasta vit kunnu
skerja, er reingerðin og inn-
keyp til dagliga raksturin,
staðfestir hon.
Hon sigur, at hetta sjálv-
andi fer at merkjast aftur. –
Men, sum hon sigur, – Okk-
ara virksemi kann halda
fram, sjálvt um veggirnir
eru skitnir.
Hon sigur, at hetta eisini
fer
at
merkja,
at
alt
viðlíkahald av kvinnuhús-
inum má koma í aðru røð.
–Vit hava eitt ávíst slit av
húsinum.
Tí
eru
úts-
kiftingar altíð neyðugar.
Hetta má nú skerjast, sigur
Elin.
Søkja aðrastaðis
Elin sigur, at leiðslan á
Kvinnuhúsinum ætlar sær
at fara at søkja um stuðul
aðrastaðir frá.
– Vit hava altíð søkt um
stuðul, tí vit hava altíð
koyrt við ov lítlari játtan á
fíggjarlógini. So fáa vit at
síggja hvussu tað verður.
Spurningurin er, um játtan-
in nakrantíð verður hækkað
aftur, so hetta mugu vit
kanska bara venja okkum
við, sigur Elin.
Hon undrast tó eitt sindur
á sparingarnar, sum nú eru
gjørdar.
– Eg veit ikki heilt, hvat
teir gera. Eg dugi ikki at
síggja hví teir skulu spara á
hendan hátt, við at skerja
stuðulin til smáu feløgini.
50.000 kr her og 30.000 har,
muna ógvuliga lítið í tí stóra
og heila, men tað ger ógvul-
iga stóran mun hjá smáu
feløgunum at missa hesar
upphæddirnar. Eg haldi tað
vera sera løgið, at man fer
eftir hesum smáu upphædd-
unum, staðfestir Elin Rein-
ert Planck at enda.
– Í fjør fingu vit endiliga
eina játtan, sum hóskaði seg
okkara tørv. Vit umboða jú
23 feløg. Men longu í ár
skerja teir hana aftur. Hetta
fer at hava stóra ávirkan, tí
140.000 kr er ein formua í
okkara verð, sigur Leila
Solmunde, formaður í mbf.
– Vit hava veruliga brúk
fyri hvørjari krónu av játtan-
ini, og nú verður hon skerd.
Hetta kemur fyrst og fremst
at ganga út yvir tey 23
feløgini, sum vit umboða,
og sum gera eitt ógvuliga
stórt arbeiði, staðfestir Leila
Solmunde, formaður í mbf.
Hon sigur, at útreiðslur-
nar hjá felagnum eru tvey
starvsfólk, umframt kostn-
aðin at hava skrivstovuna
virkna. Restin av pening-
inum verður býttur ímillum
tey 23 feløgini.
Eingin virðing
– Tú kanst ætla, at tað er
stórur munur á at hava
300.000 kr at býta í mun til
450.000. Hetta ger, at fel-
øgini nú mugu út hvør í sín-
um lagi at skaffa sær pen-
ing á annan hátt. Tað fer at
darva kunningararbeiðnum,
greiðir Leila Solmunde frá.
Hon leggur afturat, at alt
arbeiðið, sum feløgini gera
hvør sær, er sjálvboðið og tí
ólønt.
– Hesi fólkini spara land-
inum nógvar pengar, tí um
tey ikki vóru, hevði alt
teirra stóra arbeiði verðið
lagt á heilsuverkið. Tað
hevði verið ein stór út-
reiðsla fyri landið, stað-
festir Leila, og undrast á,
hví arbeiðið, hesi fólkini
gera, verður so lítið virt.
Hon sigur, at einasti máti at
fáa pening til vega, er við
lutaseðlum og bingo. Tey
23 feløgini mugu sostatt út
at kappst um peningin, ið er
at fáa, heldur enn at sam-
starva, staðfestir Leila.
Mótmæla
Leila Solmunde sigur, at tað
er ógvuliga hugstoytt, at
skula skerja so nógv av
játtanini.
– Teir hava valdið, og vit
hava ongar aðrar møguleik-
ar enn at royna at mótmæla,
antin við einum brævið ella
við eini telefonsamrøðu.
Eitt mótmæli fer í øllum før-
um at koma frá okkum, men
hvat hjálpir tað, spyr Leila.
Hon sigur, at hon er greið
um, at øll feløg skulu spara,
og at eisini tað almenna skal
skerjast 10%. Hon skilir tó
ikki hví so stór orka verður
løgd í smáu feløgini.
– Peningurin, ið verður
tikin frá okkum og hinum
smáu feløgunum, snýr seg
jú um marginal tøl á
fíggjarlógini. Tey síggjast
nærum ikki aftur, men tey
gera
allan
munin
hjá
okkum. Tað vita teir, ið gera
fíggjarlógina eisini væl. Tí
kennist tað veruliga sum, at
vit og okkara stóra arbeiði
ikki verða tikin í álvara,
staðfestir Leila Solmunde.
– Vit fara at mótmæla.
Men eg eri stórliga bangin
fyri, at mótmælini fara at
verða sum at blása út í
tóman heim. Tað fer nokk
ikki at gera nakran mun,
tíverri, sigur Leila Sol-
munde at enda.
– Vit tola avgjørt ikki at
missa nakað. At verða sál-
arliga sjúkur er eitt stórt
tabu evni í Føroyum, og tí
er kunnandi arbeiðið, vit
gera, av alstórum týdningi.
Men nú verður tað skert,
sigur formaðurin í Sinnis-
bata, Soffi Egholm.
Sinnisbati hevur havt
eina
játtan
áljóðandi
200.000 kr árliga. Eisini tey
hava nú fingið boð um at
skerja 10 %.
– Sjálvsagt kemur hetta at
merkjast, tí vit hava so
óalmindiliga lítið av peng-
um frammanundan. Vit hava
ikki endaliga fastlagt hvar
skal sparast, men hetta kem-
ur í øllum førum at ganga
útyvir
okkara
virkni,
staðfestir Soffi Egholm.
Hon sigur, at Sinnisbati
er í eini menningartíð í løt-
uni, og at hendan stóra
skerjingin
tí
kemur
ógvuliga dátt við.
– Tey sálarliga sjúku í
Føroyum hava leingi ligið á
síðulinjuni, uttan at verið
hoyrd. Gongd er endiliga
komin á, og psykiatrilógin
verður nú endurskoðað og
dagførd, so hon verður
tíðarhóskandi. Í hesum
sambandi hava vit eitt stórt
kunningararbeiði, sum má
gerast. Tað arbeiðið verður
nú skert, sigur Soffi.
Hon sigur, at tey í Sinnis-
bata ætla at ferðast kring
landið, og seta á stovn lokal-
feløg, sum kunnu stuðla
høvuðsfelagnum í Havn.
Satsa uppá sjálvboðið
Soffi sigur, at tey nú, í enn
størri mun enn fyrr, mugu
satsa uppá sjálvbodna ar-
beiðið og peningaliga stuð-
ulin, sum privatfólk og
feløg lata.
– Vit liva av, at fólk nýta
sína tíð og orku uppá okk-
ara arbeiðið. Tað er spell at
skula koyra enn meiri á tey,
men tað verða vit noydd til,
staðfestir hon.
Hon sigur, at tey hava
fingið kunnandi tilfar úr
Danmark, faldarar og tílíkt,
sum tey skuldu umseta til
føroyskt. Men nú verða ikki
ráð til tað. Húsaleiguna fáa
tey ikki gjørt nakað við, og
limagjaldið verður ikki
hækkað.
Hon sigur at Sinnisbati
heilt víst fer at gera vart við
seg, men hon væntar ikki, at
tað fer at gera nakran mun.
– Avgerðin er jú tikin, so
eg vænti at tað verður ringt
at fáa nakað
Ígjøgnum. Men vit fara at
royna, sigur hon at enda.
Kvinnuhúsið:
Reingerð og viðlíkahald rýkur
mbf:
Verða ikki tikin í álvara
Sinnisbati:
Tola ikki at missa nakað
C
M
Y
K
7
6