Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vilt tú hava ein bíligan nýggjan bil – sum ein- ans kostar 85.000 kr, so hevur tú møguleikan við at ogna tær ein Lada BILAR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er Autotrade í Havn, sum í útvið tvey ár hevur havt um- boðið upp á Lada í Føroyum. Seldir eru góðir 30 bilar síðan á vári í 2003. Tá hevði eingin Lada verið seldur í Føroyum í 13 ár. Tað er General Motors, GM, sum hevur keypt umleið helmingin av gomlu Lada- verksmiðjuni í Russlandi, og hóast Lada enn eru teir gomlu Lada, so er ein spildur nýggj- ur Lada á veg. Hann væntast á marknaðin komandi vár. Autotrade í Havn, sum um- boðar Lada í Føroyum, hevur 13 bilar á goymslu. Tá tú sigur Lada, so eru tað nógv sum hugsa, at tá livir góðskan ikki upp til tað, ið er vanliga kravið í Vesturheim- inum. – Danskir bilaummælarar hava serliga funnist at Lada, tí hann ikki hevur airbag, men bilurin er kortini góðkendur eftir ES-direktiv- um, sum vanliga seta airbag sum minsta krav, sigur Jens Pauli Dahl, stjóri hjá Auto- trade. Fólk, ið keypa Lada, hugsa fyrst og fremst um prísin og um nýtslutørvin. Jens Pauli Dahl sigur, at fólk í øllum aldri hava keypt bilin. Hesin bilurin, Sosialurin royndi, er ein Lada 112 Hatch- back. Hann hevur fimm hurð- ar, heldur rúmligur bilur við stórari baklúku og baksetrum, sum kunnu leggjast niður hvør sær. 8 LADA – ein bíligur bilur Ladabilurin er broyttur í mun til tann traditionella, vit kendu frá sjeytiárunum. Hann er teknaður fyrst í nítiárunum og farin í framleiðslu um aldarmótið, tó at hann mest minnir um ein evropiskan bil frá áttatiárunum Mynd: Eirikur Lindenskov Motorrúmið minnir ikki sørt um ein vanligan bil okkara leiðum 9 Toyota Prius II er heimsins mest fram- komni og umhvørvis- vinarligi familjubilur í miðalklassanum. Bilur- in, sum verður drivin av bæði bensin og el, hevur fingið óteljandi heiðurslønir um allan heim BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í Gyldendals leksikon stend- ur, at orðið »hybrid« er av grekskum uppruna og merkir »krydsning mellem to nært- stående arter eller racer«. Tað er ein løgin kensla at koyra ein royndartúr við hybridbilinum Toyota Prius II í ferðsluni. Man setur seg við rattið við billyklinum í lumm- anum, heldur fótin á bremsu- pedalini, trýstur á startknøttin og setur lítlu girstongina, sum minnir um eitt joystick, í D (drive). Síðan fara motorarnir og battaríini til arbeiðis. Vit koyrdu fullkomiliga ljóðleyst gjøgnum miðbýin í Havn, og á skígganum í instrumentborðinum stóð, at bensinnýtslan í løtuni var 0.0 km/l. Á skígganum kann man fylgja við, hvar bilurin fær orkuna frá, meðan hann koyr- ir, um tað er frá bensin ella el- motorinum ella frá battarí- unum. Eisini hvat aktuella bensinnýtslan er. Prius er ein bilur við tveim- um samanbygdum motorum, einum 4 syl. bensinmotori við 78 hk, og einum el-motori við 68 hk. Hybridkonseptið virkar so- leiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilur- in altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og um- hvørvisvernd viðvíkur. Upp til umleið 50 km/t koyrir bil- urin bert við el-motorinum. Battaríini, sum liggja í dúrkinum, geva streym til el- motorin og verða lødd upp av bensinmotor- inum. Prius hevur elektroniskt »start & stop«, t.v.s. at tá bilur- in stendur still- ur, steðga mot- orarnir og starta aftur, tá bilfør- arin traðkar á spitaran. Í bý- koyring kann hetta ganga full- komiliga ljóð- leyst fyri seg, og dálkingin er eingin, tá bilurin bert koyrir við el-motorinum. Toyota eru av tí fatan, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan umhvørvisvinar- ligan familjubil. Prius hevur fingið óteljandi heiðurslønir um allan heim, og bilurin fær eisini loyvi at koyra inni í miðbýnum í fleiri av heimsins stórbýum, har bilferðsla annars er bannað vegna dálking. Toyota Prius II frá P/f Reyni Servic: Koyrir uttan at ljóð hoyrist Toyota Prius II Hybrid Motorur I: 1,5 litur 4 syl bensin 78 hk Motorur II: El-motorur við 68 hk 0-100 km/t: 10,9 sek Bensinnýtsla: 23,3 km/l (blandað koyring) Stødd og vekt: Longd 445,0 cm Breidd 173,0 cm Hædd 149,0 cm Eginvekt 1.300 kg Prísur: 328.600,- Søluumboð: Reyni Service Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 353040 www.reyniservice.fo Toyota Prius II er heimsins mest framkomni og umhvørvisvinarligi familjubilur í miðalklassanum Prius hevur fingið óteljandi heiðurslønir um allan heim Á skígganum kann man fylgja við, hvar bilurin fær orkuna frá, meðan hann koyrir, um tað er frá bensin ella el-motorinum ella frá battaríunum. Eisini hvat aktuella bensinnýtslan er