leygardagur 9. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
9
Nomatek sett upp vatnreinsiverk
um alt landið
Nomatek í Havn hev-
ur í gjøgnum nógv ár
ment eina skipan til
at reinsa drekkivatn,
sum í dag kann kall-
ast ein reint føroysk
loysn
REINSAÐ VATN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Vit framleiða reinsiverk í
øllum støddum, sigur Jákup
Magnussen, stjóri í Noma-
tek. Vit hava sett upp reinsi-
verk í Klaksvík, og vit hava
sett upp á Skælingi, og í
dag hava millum 20-25
bygdir reinsiverk til drekki-
vatn frá Nomatek.
Vit hava gjørt eina ein-
falda loysn, har vatnið fyrst
verður filtrerað gjøgnum
sand, og síðani strálað við
ultraviolettum ljósgeisling-
um, sokallaðar UV-strálur,
fyri at drepa bakteriur.
Sandurin verður skolaður
um náttina, so hann altíð er
reinur og klárur til dagin
eftir. Hetta er kvartssandur,
sum er flokkaður eftir korn-
stødd, og hann heldur sær í
nógv ár, millum 10 og 20
ár. Reinsiverkini eru fulta-
utomatisk og kunnu útger-
ast eftir ynski, við t.d. al-
armum, sum automatiskt
ringja til vissar telefonir,
um okkurt er galið.
Havnar kommuna
tann fyrsta
Fyrsta reinsiverkið, sum
varð framleitt á Nomatek,
var til Kaldbak. Tað var tik-
ið í nýtslu í 1997. Í tí sam-
bandinum menti Nomatek
sína egnu UV stráluskipan
til sóttreinsing av vatni,
sum varð typugóðkend í
Norra.
UV-útgerð
frá
Nomatek er soleiðis í dag
millum tey 5-10 merkini á
altjóða marknaðinum, sum
eru typugóðkend hjá SIFF í
Oslo (Statens Institut for
Folkehelse). Hetta hevur
eisini gjørt tað møguligt at
framleitt UV-útgerð til onn-
ur lond, serliga til Norra.
Reinsiverkini
verða
framleidd á verkstaðnum
hjá Nomatek, har sandfiltur
og UV-útgerð verða gjørd
úr rustfríum stáli. Hetta er
besta loysnin til føroyska
vatnið, sum ofta er eitt
sindur súrt og viðførir, at
vanligt stál rustar, um tað
ikki verður viðgjørt sera
væl og neyvt við serligari
máling.
Fult kappingarførir
við útheimin
Í nógvum førum hevur
Svenn Brimheim, ráðgev-
andi
verkfrøðingur
frá
Teknistovuni hjá Martin
Leo, projekterað alla vatn-
veitingina og reinsiverkini.
Tá reinsiverkini hava verið
boðin út, hevur tað víst
seg, at Nomatek eru fult
kappingarførir og altíð hava
verið bíligari, enn teir út-
lendsku veitararnir.
Jákup Magnussen sigur,
at teir umframt Hósvík júst
eru í ferð við at seta reinsi-
verk upp á Selatrað og á
Morkanesi, og á verkstaðn-
um framleiða teir í løtuni
reinsiverk til Haldórsvík og
til Árnafjørð. Her er Svenn
Brimheim ráðgevari fyri
vatnveitingina.
Neyðugt hjá Nomatek
at hava fleiri bein at
standa á
Høvuðsøkið hjá Nomatek
hevur altíð verið fiskur -
útgerð til flakavirkir, til skip
og til laksavinnuna, men
hesi seinnu árini hevur vatn
verið ein vaksandi partur.
Vit hava gjørt reinsiverk til
drekkivatn, men eisini til
vatnútlátið frá virkjunum,
sigur Jákup Magnussen. Tey
síðstu 2 árini hava vit gjørt
sóttreinsingarútgerð
til
blóðvatni frá kryvjing av
laksi, har tað er av størsta
týdningi, at vatnið ikki
spreiðir sjúku og harvið
smittar laksin í sjónum.
Nomatek er einasti veitari,
sum í dag framleiðir útgerð
til reinsing av blóðvatni, har
skipanin er typugóðkend av
Heilsufrøðiligu
Starvs-
stovuni.
Nú verður vatnið í
Hósvík reinsað. Aftan
á, at Hósvíkar komm-
una í gjøgnum nógv
ár hevur arbeitt við at
fáa reinsað vatnið í
kommununi, er nú
komið á mál
REINSAÐ VATN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jógvan Mørkøre, bygda-
ráðsformaður, sigur, at
skiftandi
bygdarráð
í
gjøgnum nógv ár hava havt
sum eitt mál at veita reint
vatn til kommununa. Bygd-
arráðið undan hesum fekk
skift allan tann gamla vatn-
leidningin út til plastrør. Tá
ið so núverandi bygdarráð
kom til, settu tey sær fyri at
fáa eina endaliga loysn í
hesi setuni.
Í 2002 vóru 4 glasfipur-
brunnar til savning av vatni
settir upp í gott 100 metrar
hædd, og har frá vóru
vatnleidningar til vatn-
inntøk lagdir niðan ovar-
laga í fjallinum fyri at betra
um vatngóðskuna.
Jógvan Mørkøre sigur, at
tey í gjøgnum nógv ár hava
kannað ymiskar møguleik-
ar fyri at reinsa vatn, tey
hava fylgt væl við, hvørjar
royndir, aðrar kommunur
hava gjørt, og hvørjar tekn-
iskar loysnir hava verið á
marknaðinum. Tey komu
so til tað niðurstøðu at heita
á Nomatek um at gera eitt
reinsiverk, sum stóð tey
krøv, sum dagurin í dag
krevur.
Bygdarráðið arbeitt
væl saman
Jógvan Mørkøre sigur, at
tey hava arbeitt sera gott
saman í bygdarráðnum,
sum eitt team. Í mun til
nógvar aðrar kommunur,
har bygdarráðformaðurin
ofta umsitur øll mál, hava
tey býtt málsøkini millum
sín. Soleiðis hevur Sunrid
Jacobsen, bygdarráðslimur,
havt vatn, sum málsøki, og
tað hevur hon gingið høgt
upp í. Tað hevur verið
hennara hjartamál.
Í kommununi hava tey
raðfest barnagarð, vatn og
kloakkviðuskiftini
ovar-
laga, og har hava tey nú
skipaði viðurskifti. Tey
høvdu sett sær fyri, at áðr-
enn januar 2005 skuldi
Hósvík hava reint vatn, og
tað eydnaðist. Vit hava havt
eitt sera gott samstarv við
Nomatek, og vit eru væl
nøgd við úrslitið, sigur
Jógvan Mørkøre. Samlaða
íløgan í vatnveiting við
brunnum, vatnleiðingum
og reinsiverki, liggur um
hálva aðru millión.
Nomatek sett nýtt reinsiverk upp í Hósvík
Á Nomatek sveisa teir útgerð til vatnreinsiverk
Sunrid Jacobsen, bygdaráðslimur, Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður og Jákup Magnussen,
stjori á Nomatek
Kostráðgevin:
Góðir matvanar geva
úrslit – hvørja ferð
– Fólk, sum eta ósunt,
gera tað tíverri ofta í
góðari trúgv. Tey vita
ikki betri, tí ongin
hevur fortalt teimum
tað. Tí má fremsta
uppgávan hjá polit-
isku myndugleikun-
um vera, at seta í verk
skipaða fólkaupplýs-
ing um heilsugóðan
mat, sum kann brúk-
ast í gerandisdegnum
hjá fólki, sigur Ulla
Sissel Brandi, kost-
ráðgevi
MATUR OG HEILSA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Okkum nýtist ikki at fara
longur enn til handils ella
ein gongutúr í býnum fyri at
síggja, at ovurfiti eisini er
ein stórur trupulleiki hjá før-
oyingum. Fólk, ið viga alt ov
nógv, eru vorðin ein sjálv-
sagdur partur av býar-
myndini, og tað er ongin ivi
um, at nógv av teimum eis-
ini dragast við sjúkur, ið
standast av ovurfiti, sigur
Ulla Sissel Brandi kostráð-
gevi, sum nú eisini er byrjað
at veita privata kostráðgev-
ing.
Seinastu tvey árini hevur
Ulla starvast sum kostráð-
gevi á landssjúkrahúsinum,
har hon vanliga ikki kemur
inn í myndina, fyrr enn
skaðin longu er hendur, og
fólk verða innløgd. Sjálv
hevur hon tó altíð havt sera
stóran áhuga fyri fyribyrgj-
andi kostráðgeving, og tí
fegnast hon um møguleikan
at gera eitt íkast til hetta ar-
beiðið við nýggju ráðgev-
ingini, tí sum hon sigur
– Tað kann ikki vera rætt,
at fólk skulu enda sum
hjartasjúklingar á B8, áðr-
enn tey fáa at vita, at tað er
matvanunum, tað er galið
við.
Fólk eru ørkymlaði
Felags fyri tey allarflestu,
sum venda sær til Ullu, er,
at tey ongantíð hava fingið
eitt veruligt innlit í, hvussu
maturin er samansettur, og
hvørjar avleiðingar ósunnur
matur hevur í longdini. Tey
hava hoyrt okkurt her og
lisið okkurt har, men vita
ikki, hvørjum tey skulu
trúgva og eru sum heild
sera ørkymlaði, sigur Ulla.
– Nógv fólk halda til
dømis, at speipylsur av
ymsum slag ella Gullkorn
er dygdargóður matur at
geva børnunum. Eg havi
eisini varhuga av, at nógvir
føroyingar eta óvanliga
nógv mettað feitt, uttan at
vera greið yvir, hvørjar av-
leiðingar tað kann hava.
Feitt kjøt, feitar kjøt- og
rullupylsur og garnatálg eru
ofta fastir tættir í matinum
hjá nógvum, umframt at
nógv brúka smelt til nærum
allan
døgurðamat.
Tey
flestu vita, at slíkt fitar,
men nógv eru als ikki greið
yvir, at tað júst er alt hetta
mettaða feittið sum ofta er
orsøkin til hjarta- og æðra-
sjúkur, sigur Ulla.
Í summum førum er tað
læknin, sum hevur rátt fólki
til at fara til kostráðgeva, tí
blóðroyndir hava víst, at
blóðtrýstið ella kolesterol-
talið er ov høgt, ella tí tey
viga ov nógv. Men alsamt
fleiri, bæði kvinnur og
menn í øllum aldri, koma
sjálvboðin.
– Tað er ongin ivi um, at
tørvurin á kostráðgeving er
nógv øktur, og at hetta
hongur saman við, at føroy-
ingar eru vorðnir nógv meir
tilvitaðir um, hvønn týdn-
ing maturin hevur fyri
heilsuna, sigur Ulla.
Børnini
Í síni viðtalu hittir Ulla
alsamt fleiri børn, sum viga
ov nógv. Kortini eru tey
ovurtjúkku børnini fram-
vegis ikki nakað, vit tosa
um í Føroyum, og Ulla við-
gongur eisini, at hetta er ein
av teimum truplastu upp-
gávunum hjá henni sum
kostráðgeva. Ikki tí, tað er
trupult at hjálpa teimum,
men tí evnið er so kenslu-
borið.
– Tá tað snýr seg um
børnini, kann ráðgevingin
lætt fatast sum ein ákæra
móti
foreldrunum
ella
kanska serliga mammuni.
Men onkur má taka trupul-
leikan upp, tí børnini
megna jú ikki sjálvi at
átaka sær ábyrgdina fyri,
hvat tey eta. Jú fyrr vit læra
tey góðar matvanar, jú
størri er møguleikin fyri, at
tey ongantíð koma at drag-
ast við trupulleikar og sjúk-
ur, sum standast av fiti.
Saman við heilsusjúkra-
systrum hevur Ulla vitjað á
ymsum skúlum í Føroyum,
har hon hevur vegleitt børn,
lærarar og foreldur í betri
matvanum. Hon ivast ikki í,
at foreldur eru vorðin nógv
meir tilvitaði um týdningin
av sunnum matpakkum og
fegnast um, at alsamt fleiri
skúlar hava sett í verk
mjólka- og frukt skipanir.
Men skulu varandi úrslit
spyrjast burtúr hesum ar-
beiði, er neyðugt, at kantin-
ur á stovnum, hægri skúlum
og arbeiðsplássum eisini
koma við.
– Tað besta hevði verið,
um fleiri kostráðgevar burt-
urav høvdu til uppgávu at
virka sum ráðgevar á kant-
inum yvirhøvur. Slíkt hevði
beinanvegin gjørt mun í
gerandisdegnum hjá fólki
og sannført okkum um, at
politikarnir eru sinnaðir at
fremja okkurt av øllum
tosinum um fyribyrging í
verki, sigur Ulla.
Góð úrslit - hvørja
ferð
Ulla heldur tað vera stórt
spell, at so lítið hendir frá
politiskari síðu á heilsuøk-
inum, tí hon er ikki í iva
um, at fólk sum heild hava
fingið ein sera positivan
hugburð mótvegis heilsu-
betri matvanum
– Eg eri sannførd um, at
fólk, sum eta ósunt, oftast
gera tað í góðari trúgv og
ikki av ringum vilja ella
dovinskapi. So skjótt tey fáa
at vita, at tað er matvanun-
um, tað er galið við, eru tey
fús at royna at eta øðrvísi og
heilsubetri, hóast tey ong-
antíð hava roynt tað fyrr. Og
fyri meg er tað alt arbeiðið
vert at síggja, hvussu glað
og bilsin tey blíva, tá góðu
úrslitini byrja at merkjast,
og tey fáa tað betri.
Ulla leggur afturat, at tað
er ikki minst hetta, sum ger
tað serliga hugaligt og gev-
andi at arbeiða sum kost-
ráðgevi. Hon kann altíð
veita fólki vissu fyri, at um
tey fylgja vegleiðingini,
skulu góðu úrslitini nokk
vísa seg. Tað gera tey
nevniliga hvørja ferð.
Ábyrgdin
So leingi fólk ikki hava
neyðugu vitanina um mat og
heilsu, má fyrsta uppgávan
hjá mynduleikunum vera at
fáa hendan boðskapin út til
fólk. Og tað skuldi ikki
verið so trupult, heldur Ulla,
tí úrslitini av fleiri ára
gransking og royndum hjá
eitt nú Hjerteforeningen og
Diabetesforeningen ligga
púra klár at flyta yvir á
føroysk viðurskifti. Men
fyritreytin fyri at fólk fáa
brúkt hesar tilráðingar í
gerandisdegnum er sjálv-
sagt, at vit fáa eina væl virk-
andi matvørulóg, sum áset-
ur neyv krøv til vørulýsing-
ar á øllum matvørum, so
fólk sjálvi kunnu velja.
– Tað er í lagi, at politik-
arnir støðugt minna okkum
á, at vit eiga at taka ábyrgd
fyri egnari heilsu. Men
treytin fyri at fólk kunnu
átaka sær hesa ábyrgd er jú,
at tey fáa ta vegleiðing og
upplýsing, sum er neyðug.
Og tann partin av ábyrgdini
eiga politikarnir, sigur Ulla
Sissel Brandi.
Hjá Kostráðgevanum:
• Tú greiðir frá tínum vanligu matvanum, trupul-
leikum og málunum, tú vilt røkka.
• Kostráðgevin ger eina kost- og tíðarætlan.
• 3-4 uppfylgjandi viðtalur
• Dømi: Alt eftir byrjunarvekt og blóðvirðum, tekur
tað vanliga eini 4-5 mánaðir at lættna 10 kg og
fáa normal blóðvirði.
Kostráðgevingin hjá Ulla Sissel Brandi byggir á til-
ráðingar frá Sundhedsstyrelsen, Diabetesforeningen
og Hjerteforeningen:
Orkubýti: 55-60% frá kolvætu, 10-15% frá prote-
ini, í mesta lagi 30% frá feitti, umframt 600 g frukt-
og grønmeti um dagin.
Et 3 høvuðs- og 3 millummáltíðir um dagin.
HJÁ KOSTRÁÐGEVANUM
Føroyska
fólka-
heilsan á
breddan
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum er av álvara
farin undir at seta før-
oysku fólkaheilsuna á
breddan, og tað munnu
vera mong, ið fegnast um,
at hetta viðkomandi álv-
arsmál umsíðir verður tik-
ið upp alment. Hóast vit
føroyingar javnan breggja
okkum av at vera náttúru-
fólk, sum liva av fiski úr
heimsins reinasta havum-
hvørvi, eiga vit at ansa
eftir, at slíkar myndir ikki
fáa okkum at halda, at vit
eisini eru í undantaks-
støðu, tá tað ræður um
heilsu og livihátt. Allar
kanningar benda nevniliga
á, at føroyingar verða rakt-
ir av júst teimum somu
vælferðarsjúkum, sum tey
dragast við í londunum
rundanum okkum.
Sum flestum kunnugt,
hóttir ovurfiti nú við at
gerast ein lívshættislig
umfarsjúka
í
okkara
nærmastu grannalondum,
tí bæði einstaklingar og
mynduleikar hava mist
tamarhaldið á avleiðing-
unum av ósunnum mat-
vanum. Herheima hava
politikarar tíbetur sæð
skriftina á vegginum og
rópa nú varskó við staði-
liga at heita á hvønn ein-
stakan av okkum um at
taka ábyrgd fyri egnari
heilsu. Tað vilja vit eisini
fegin, men vit vænta eis-
ini, at politiski myndug-
leikin somuleiðis er sinn-
aður at átaka sær sín part
av ábyrgdini - tann partin,
sum skal tryggja, at allir
føroyingar eisini fáa rættar
og neyðugar upplýsingar
um sambandið millum
mat og góða heilsu.
Føroyar eru ikki í und-
antaksstøðu, men vit eru í
serstøðu í mun til flest
onnur lond, tá tað ræður
um møguleikan at fáa
boðskapin út til hvønn
krók í landinum. Og tann
møguleikan hava vit, sum
eitt tað fyrsta, skyldu til
at brúka.
Her á blaðnum fara vit
komandi tíðina at gera
okkara til fyri at varpa
ljós á føroysku heilsu-
støðuna. Við greinum,
samrøðum, viðmerking-
um o.ø fara vit í fyrsta
umfari at tríva í evni, sum
viðgera sambandið mill-
um mat og heilsu á ein so
fjøltáttaðan hátt, sum til
ber. Vónandi kann hetta
vera við til at seta í gongd
eitt stimbrandi orðaskifti
um eitt evni, sum við-
kemur okkum øllum, og
sum tey flestu uttan iva
hava eina meining um.
Ulla Sissel Brandi
C
M
Y
K
9
8