Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Luksus-jeeparnir SsangYong Rexton verða alt meira vanligir á føroysku vegunum. Eftir at hava verið á marknaðinum í skjótt tvey ár eru teir nú komnir við einum nýggjum kvikum commonrail turbo dieselmotori við 165 hk BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Suðurkoreanska SsangYong verksmiðjan, ið kann hátíðar- halda sín 50 ára stovningar- dag í ár, byrjaði at samstarva við Mercedes-Benz í 1991. Hetta samstarv hevur mest snúð seg um menning av motorunum og girkassum. Teir fyrstu SsangYong bil- arnir vit sóu her um okkara leiðir vóru Musso jeeparnir, sum komu miðskeiðis í 90- unum. SsangYong Rexton kom á marknaðin í 2002. Rexton er ein stórur og sera væl út- gjørdur luksus-jeepur við koyrieginleikum sum ein per- sónbilur og klárar seg eisini sera væl uttan fyri vanliga koyrivegin. Rexton fæst bæði við fimm og sjey sitiplássum, og dupult klimaanlegg fæst til útgávuna við sjey setrum. Bilurin hevur eina liðiliga innrætting, og nógvir møguleikar eru við setrunum, sum t.d. at rygg- lenið á baksetrinum kann stillast. Eisini kunnu baksetr- ini leggjast saman í eini handavend til eitt stórt vøru- rúm. Sum standard hevur RX720 t.d. automatiska í- og úrkobl- ing av 4WD, ABS, aircon- dition, dupult airbag, takboyl- ar, fjarstýrt sentrallás, leður- ratt, startsperru, el-síðuspegl við hita, hita í forrútinum, hita í forsetrunum og el-rúta- vindarar. Rexton fæst við trimum ymiskum motorum, tveimum diesel og einum bensin. Turbo dieselmotorarnir eru: 2,7 litur við commonrail innspræning og 165 hk, og 2,9 litur við 120 hk. Bensinmotorurin er ein 3,2 litur við 220 hk. Nógv eykaútgerð fæst til Rexton, sum t.d. 5-tins Tip- Tronic (Mercedes-Benz), ESP (Electric Stability Program), LSD (Lim- ited Slip Difference), cruisecontrol (bert v/ automatgirum), park- eringssensorar, regn- sensorar, niðurblends- spegl, el-stýrd forset- ur við memory. Eisini fæst ein sportspakki við plast-skermøkjar- um og gáttum. Biluri kann síggjast og roynast á Bilverk- staðnum v/Hans J. Kollsker á Hjalla. SsangYong Rexton RX270 Xdi: Ein kvikur jeepur sum vil nakað SsangYong Rexton RX270 Xdi Motorurin: 2,7 litur – 5.syl. – 165 hk commonrail turbo diesel 0-100 km/t: 13,2 sek. Oljunnýtsla: 11,23 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 255/65-16 Stødd og vekt: Longd 472.0 cm Breidd 187,0 cm Hædd 183,0 cm Eginvekt 2.000 kg Prísur: kr. 331.962 kr. 260.325 v/MVG (Vørubilur) Søluumboð: Bilverkstaðið v/H. J. Kollsker á Hjalla FO-110 Tórshavn Tel. 311013 www.kollsker.com SsangYong Rexton er ein bilur sum sær út av nøkrum og kann nakað. Talan er um ein stóran og sera væl útgjørdan luksus-jeep við koyrieginleikum sum ein persónbilur Rexton fæst við nógvari eykaútgerð sum t.d. plast-skermøkjarum og gáttum. Rexton innan. Smart design í týskum stíli.