leygardagur 9. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
11
Eygað fyri eygað og tonn fyri tonn. Neyvan nakrantíð í
søguni hava menniskju megnað at livað upp til hesi orð
úr Gamla Testamenti sum í dagsins Ísrael/Palestina.
Hevndarhugurin og hevndaratgerðirnar tykjast ongan
enda at fáa. Ísraelsk børn og vaksin og palestinsk børn og
vaksin eru offur í einum stríði, sum er við at hótta sjálvan
heimsfriðin. Palestinskir sjálvmordarar og ísraelskir
stríðsvognar eru vorðin mest vanliga gerandismyndin á
sjónvarpsskíggjunum kring allan heimin.
Tað er ræðandi og ræðuligt aftur og aftur at skula síggja
hesi endaleysu morðini á sivilfólk. Umheimurin stendur
sum múlabundin og hyggur at – uttan at kunna gera nakað
fyri at hjálpa ella bøta um støðuna. Seinasta atgerðin
framd móti ísaelum á feriu í Egyptalandi er bert meira
brenni á hevndarbálið. Nú hevur Ísrael aftur bóltin.
Hvussu og hvar skal henda seinasta yvirgangsatsóknin
hevnast…….
Tað er ringt fyri ikki at siga ómøguligt at taka partí við
nøkrum av pørtunum í hesum eljustríði. Ein dag hatar tú
palestinar fyri at hava dripið ósek jødabørn, tann næsta
dagin er hetta sama hatur móti ísraelsku stjórnini og tess
stríðsvognum, sum taka lívið av steinkastandi palest-
inskum børnum.
Sleppur hetta eirindaleysa hatur og stríð at halda fram
verður endin - ikki bert steinandi palestinsk børn ella
granatir frá ísraelskum stríðsvognum – eitt nýtt Sodoma
og Gomorra, har nógv sterkari og meira oyðileggjandi
vápn verða tikin í brúk. So stórur og sterkur er
hevndarhugurin vorðin, at stríðið fyrr ella seinni endar
við eini ógvusligari vanlukku. Og tað er tá, at kjarn-
orkubumba og bakteriulogisk vápn koma einum til hugs.
Er tað ikki bara ein spurningur um tíð til vit fara at síggja
túsundtals ísraelar tiknar av døgum í eini og somu
atgerð! Og hvat skulu ísraelar so hevna seg við! Tveita
atombumbur sínar móti, ja hvørjum!
Her má vend koma í . Kunnu partarnir sjálvir ikkisemjast, so
má umheimurin koma uppí. Her er tað USA, sum situr við
lyklinum. Men Bush hevur alla tíðina vent bakið til henda
ræðuliga veruleika. Hugsar um sítt afturval. Tað má tí vera
eitt altjóða krav til amerikanarar at sleppa sær av við Bush
og hansara fundamentalisku hernaðarheykar, sum bara
kenna til at seta hart móti hørðum, sum einki forstáilsi hava
fyri at skapa seming og byggja brýr við friðaliga midlum.
ST má og skal leggja uppí stríðið í Miðeystri. Tá USA
ikki vil, so má ST taka hesa ábyrgd á seg, rætt og slætt fyri
at verja heimsfriðin. Ísrael má tvingast til at gevast við
sínum hevndaratgerðum og palestinar og tess islamisku
stuðlar mugu tvingast til at gevast við yvirgangsatgerð-
unum. Partarnir mugu sessast við samráðingarborðið
einaferð med alla og báðir partar mugu taka í egnan barm.
Ísrael má viðkenna ein palestinskan stat og lata hertikin
landaøki aftur. Og palestinar og islamsku stuðlar tess
mugu góðtaka ísraelska statin. Eisini føroyingar eiga at
gera sína ávirkan galdandi. Heldur enn bara at fordøma
palestinar eiga vit eisini (eisini vinir Ísraels) at fáa
ísraelsku stjóninia at rætta hondina fram til eina semju og
loysn, sum báðir partar kunnu liva við. Tíðin er farin frá
"eygað fyri eygað og tonn fyri tonn" hugburðinum. Hann
hevur spælt fallitt. Nú mugu allar góðar kreftir gera sína
ávirkan galdandi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Galskapurin má steðga
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Alt kann ikki innflytast
og seljast í Føroyum…
– Eftir arbeiðsum-
hvørvislógini eru ym-
iskar reglur, ið skulu
haldast, tá ið ræður
um framleiðslu og
innflutning av tekn-
iskari útgerð, men
regluverkið í Føroyum
er ikki eins væl útbygt,
sum eitt nú í Dan-
mark, tá ræður um ar-
beiðsumhvørvi sum
heild, sigur Arbeiðs-
eftirlitið
GALDANDI REGLUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Arbeiðseftirlitið hevur vent
sær til Sosialin við við-
merkingum til greinina, vit
høvdu í blaðnum um miðj-
an september um eina CE-
góðkenning, sum ketla-
virkið, Hógv í Søldarfirði,
hevur fingið.
Stovnurin
heldur,
at
greinin er áhugaverd.
– Greitt verður greitt frá,
at Hógv hevur fingið ketl-
arnar, sum teir framleiða,
CE-góðkendar, og at hetta
tryggjar, at dygdin er á
høgum støði, og at orku-
nýtslan er so lág sum gjør-
ligt. Hetta er púra rætt. Fyri
at kunna seta eitt CE-merki
á eina vøru, eru ávís viður-
skifti, ið skulu vera í lagi,
og er CE-merkið tað sjón-
liga prógvið um at so er,
sigur Arbeiðseftirlitið.
– Taka vit sentralhitaketl-
ar til upphitan av sethúsum
sum dømi, skulu hesir lúka
treytirnar í kunngerð nr. 79,
frá 17. august 1999, damp-
ketlar við útgerð og passing
av slíkum, umframt kunn-
gerð nr. 129, frá 4. septem-
ber 1995, um innrætting av
tøkniligum hjálpartólum.
Hetta eru reglur sambært
arbeiðsumhvørvislógini, og
verður her ikki komið inn á
møguligar reglur eftir øðr-
um lógum.
Arbeiðseftirlitið sigur, at
tá ið sentralhitaketlarnir eru
CE-merktir, merkir tað, at
framleiðarin - í hesum føri
Hógv - hevur tikið støðu til
ávísar spurningar og hevur
undirskrivað eina "EF-over-
ensstemmelseserklæring".
– Tað er at gleðast um, at
Hógv hevur eina fram-
leiðslu á so høgum støði.
Reglur galdandi
Arbeiðseftirlitið vísir á, at í
byrjanini av umrøddu grein
stendur (sitat): "Í Føroyum
eru eingi krøv til innfluttar
vørur. Alt kann keypast ella
seljast."
– Hetta er ikki rætt. Eftir
arbeiðsumhvørvislógini
eru ymiskar reglur, ið skulu
haldast, og eru longu nakr-
ar av teimum nevndar om-
anfyri.
Arbeiðseftirlitið sigur, at
reglur eru galdandi, tá
ræður um framleiðslu og
innflutning av tekniskari
útgerð í Føroyum.
Stovnurin ásannar tó, at
regluverkið í Føroyum ikki
er eins væl útbygt, sum eitt
nú í Danmark, tá ræður um
arbeiðsumhvørvi sum heild.
– Er nakar í iva um,
hvørjar reglur eru galdandi
um ávís arbeiðsumhvørvis-
viðurskifti, eitt nú tekniska
útgerð, innrættan av virkj-
um, útinnan av arbeiði,
evni og tilfar, eru fólk væl-
komin at seta seg í sam-
band við Arbeiðseftirlitið,
sigur stovnurin.
Arbeiðseftirlitið sigur, at tá ið sentralhitaketlarnir eru CE-merktir, merkir tað, at framleiðarin -
í hesum føri Hógv - hevur tikið støðu til ávísar spurningar og hevur undirskrivað eina "EF-
overensstemmelseserklæring". - Tað er at gleðast um, at Hógv hevur eina framleiðslu á so
høgum støði. Hinvegin er ikki rætt, at ongar reglur eru fyri innflutningi og sølu í Føroyum
Undirhald við móttøkuna á Mýrunum
UNDIRHALD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið Runavíkar býráð
mikudagin skipaði fyri
hátíðarligari og stórfingnari
móttøku
á
fyrrverandi
Vistarheiminum í Runavík,
sum
kommunan
hevur
keypt og latið umbyggja til
heim fyri minnisveik, var
bæði felagssangur, tvírødd-
aður sangur og floytuspæl
at hoyra.
Vit høvdu frásøgn frá
móttøkuni í blaðnum í gjár,
men tá var tíverri ikki pláss
fyri øllum myndunum, vit
kundu hugsað okkum at
prentað.
Tí taka vit hesar myndir-
nar av tí frálíka undirhaldi,
sum var, við í blaðið í dag.
Nógv fólk var til móttøk-
una, sum eydnaðist sera
væl.
Heimið á Mýrunum í
Runavík er fyrsta sjálvstøð-
uga heimið av sínum slagi í
Føroyum, sum burtur av er
ætlað minnisveikum.
Tey fyrstu búfólkini eru
flutt inn, og tá ið er fullsett,
fer tað at hýsa átta minnis-
veikum fólkum úr Eyst-
uroynni.
– Vit fara ikki at leggja
okkum eftir at fylla
húsið við fólki, so ikki
er verandi inni. Hóast
vit hava fult skeinki-
loyvi, verður dentur
lagdur á hugnaligt
matstovuvirksemi.
Tað ger einki, um vit
ikki gerast miljóning-
ar tann fyrsta dagin,
sigur Pætur Rasmus-
sen, sum saman við
konu síni, Sally, læt
nýggja matstovu upp í
Saltangará í gjár
MATSTOVA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár klokkan 18 læt nýggj
matstova upp í Saltangará.
Matstovan, sum hevur fing-
ið navnið, Casa Blanca, er í
hølunum, har Stokkastovan
– og seinni John’s Resturant
- var. Navnið á nýggju mat-
stovuni er spanskt og merk-
ir, "Hvíta Húsið".
Tey, ið standa aftanfyri
Casa Blanca, eru hjúnini,
Pætur og Sally Rasmussen.
Tey búgva í Sandavági,
men Pætur er skálamaður,
og Sally er úr Onglandi.
Í hálvt triðja ár hevur
Pætur verið í starvi hjá At-
lantsflogi sum ferðslusam-
skipari, men fyri ta tíð
starvaðist hann í Grønlandi.
Í 22 ár arbeiddi hann innan
flogferðsluna, og hini árini
hevur hann starvast innan
ferðavinnuna.
Í blóðinum
Sally er uppvaksin innan
matstovuvinnuna í Ong-
landi, har foreldur hennara
róku matstovu. Hon hevur
tí stóran áhuga fyri hesi
vinnu og hevur drúgvar
royndir á økinum. Bæði
Sally og Pætur hava ferðast
nógv og hava sæð, hvussu
slíkt virksemi verður rikið í
øðrum londum.
Pætur sigur, at tey hava
merkt ein stóran áhuga fyri
virkseminum, sum tey nú
eru farin undir í Saltangará.
– Nógv fólk hava ringt og
fregnast. Vit hava sett á
skránna, at trý jólaborð
verða, og longu nú eru tvey
teirra fult umbiðin, sigur
hann.
Casa Blanca miðjar eftir
at leggja eitt støði, sum ger,
at viðskiftafólkini kenna
seg væl og vitja aftur.
– Tað er ikki soleiðis, at
hetta verður ein nýggj barr,
hóast vit hava fult skeinki-
loyvi. Matstovuvirksemið
verður avgjørt tað primera
hjá okkum.
Pætur sigur, at dentur
verður lagdur á, at tey, sum
vitja Casa Blanca og brúka
pening uppá at njóta ein
góðan bita og eina hugna-
liga løtu, eisini skulu fáa
eitt hugnaligt upplivilsi.
– Vit fara at hava buffe’ir
við indiskum, kinverskum
og meksikanskum rættum,
og vit fara eisini at skipa
fyri tí, sum vit rópa "dinner
and dans".
Hugni í hásæti
Pætur sigur, at tey – heldur
enn at hugsa um at fylla
húsið - fara at syrgja fyri, at
umstøðurnar verða góðar
hjá teimum, sum vitja innar.
– Tá ið vit fara at hava
"dinner and dans", verður
tað ikki soleiðis, at fólk
verður rivin upp úr stólun-
um, har tey sita og práta og
hugna sær, meðan hølini
verða ruddaði til dans. Fólk
verða sitandi, og dansurin
kemur bara aftrat.
Hann heldur, at mátin við
at fáa fólk at reisa seg,
meðan ruddað verður fyri
dansi, ofta tekur tann góða
stemningin, sum er við
borðini eitt slíkt kvøld.
– Vit fara ikki at leggja
okkum eftir at fylla húsið
við fólki, so ikki er verandi
inni. Tað ger einki, um vit
ikki gerast miljóningar tann
fyrsta dagin, sum hann
tekur til.
Casa Blanca fer at leggja
dent á góða tænastu og
hugna, og tí heldur hann, at
eini 130-140 fólk er passa-
ligt eitt slíkt kvøld, tá ið tey
hava "dinner and dans".
– Tað kostar at fara út at
eta. Fólk tosa um hetta,
bæði áðrenn tey avgera at
fara, og eisini tá ið dagurin
ella kvøldið er liðugt. Tí er
ógvuliga umráðandi fyri
okkum, at fólk eru nøgd við
ta tænastu, tey fáa og við
umstøðurnar, vit hava at
bjóða teimum, sigur Pætur.
Innboðin í gjár
Í samband við, at Casa
Blanca læt upp í gjár klokk-
an 18, hevði matstovan sent
út 60 innbjóðingar til eina
hugnaliga løtu á middegi í
gjár. Umboð fyri stovnar,
virkir, handlar og lokalar
myndugleikar vóru boðin
við, umframt familja, vinir
og kenningar.
Hølini eru frískaði upp,
og tey eru pyntaði. Orkis á
Glyvrum hevur staðið fyri
dekoreringini, og ein lokalur
listamálari hevur hongt upp
eina framsýning við máln-
ingum sum eru til sølu.
Casa Blanca fer at hava
opið týsdag til hósdag frá
klokkan 11.30-21, fríggja-
dag og leygardag frá klokk-
an 11.30-22 og sunnudag
frá klokkan 12-18.
Mánadag verður stongt
– Fólk kunnu keypa sær
døgurða, og frá týsdegi til
leygardag verður eisini
buffet við eini seks ym-
iskum rættum, sigur Pætur
Rasmussen.
Ætlandi verður fyrsta
veitslan á Casa Blanca undir
heitinum, "dinner and dans",
30. Oktober, og jólaborðini
verða so aftur seinni.
Nýggj matstova í Saltangará:
Casa Blanca: Ikki miljóningar beinanvegin
– Tað kostar at fara út at eta.
Fólk tosa um hetta, bæði
áðrenn tey avgera at fara, og
eisini tá ið dagurin ella
kvøldið er liðugt. Tí er ógvu-
liga umráðandi fyri okkum,
at fólk eru nøgd við ta tæn-
astu, tey fáa og við umstøð-
urnar, vit hava at bjóða
teimum, sigur Pætur Ras-
mussen, sum saman við kon-
uni, Sally, hevur latið nýggja
matstovu upp í hølunum,
har John’s Resturant var
Mynd: Vilmund Jacobsen
Marita og Jonny løgdu fyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Pól Jóhann og Liss
undirhalda við sangi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hesar báðar stóðu fyri
vælljóðandi floytuspæli
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
11
10