leygardagur 9. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Seinastu 75 árini hevur
verið ein long menning
av billyktunum frá
teimum fyrstu veiku
gløðiperunum til halo-
gen-lyktirnar og víðari
til nýggjastu xenon-
lyktirnar. Drívmegin í
allari hesari menning
er ynski um tryggari
náttarkoyring
BILLYKTIR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nýggir bilar við xenon-for-
lyktum eru vorðnir alt meira
vanligir seinastu árini. Vit
leggja tað til merkis, tá vit
møta bilum við sera sterkum
ljósi í forlyktunum.
Xenon er ein slag av gassi,
sum er í nýggju perunum. Í
meðan ein vanlig halogen-
pera nýtir 12 volt, brúka
xenon-perurnar 23.000 volt,
tá hon verður sett til. Hesi
23.000 voltini fáa ein neista
at loypa millum tvær elek-
trodur inni í peruni, har sum
xenon-gassið er. Síðan mink-
ar spenningurin til 85 volt og
ein ljósbogi rennur nú konst-
ant millum elektrodurnar.
Fyrimunir við xenon-lykt-
unum er, at ljósið er meira
hvítt enn á halogen-lyktunum
og líkist meira dagsljósi.
Xenon-perurnar hava nógv
longri livitíð enn halogen-
perurnar. Hetta tí tær hava
ongan gløðitráð, sum kann
slitna.
Xenon-perurnar halda um-
leið fimm ferðir so leingi sum
vanligar halogen-perur. Halo-
gen-perurnar kosta millum 60
og 100 krónur, í mun til Xen-
on-perurnar sum kosta um-
leið millum 1.100 og 1.500
krónur. Ljósstyrkin kann ikki
samanlíknast, ein kanning hjá
FDM vísir, at Xenon-perunar
lýsa umleið 70 metrar longri
fram á vegnum enn halogen-
perurnar.
Xenon-perurnar
kunnu ikki eftirmonterast, tí
forlyktirnar mugu vera ser-
gjørdar til Xenon-perur.
Xenon lyktirnar gera nátt til dag
Bilarnir verða alt trygg-
ari, so hvørt sum nýggja
tøknin mennist. Alt
fleiri bilar fara at koma
á marknaðin við RFT-
dekkum, (Run Flat
Tyre), sum eru gjørd til
at kunna koyra eitt
strekki upp á minst 80
kilometrar við 80 km/t
uttan luft
DEKK
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nógv verður gjørt fyri at gera
bilarnar tryggari í ferðsluni,
t.d. skulu bremsurnar ikki
blokera, bilurin skal ikki
spola og ikki glíða út í sving-
um.
Nú fáast eisini skipanir,
sum ansa eftir lufttrýstinum í
dekkunum (TPMS-skipanir)
og afturat hesum er nú eisini
komin Run Flat Tyre (RFT).
Talan er um dekk, sum kunnu
koyra og bera vektina av bil-
inum, hóast tey hava mist
lufttrýstið.
RFT-dekkini eru uppbygd
nakað annarleiðis enn vanlig
dekk, t.d eru dekksíðurnar
styrktar við gummi, sum
kann bera vektina av bilinum,
hóast øll luftin er likin út. Eis-
ini eru dekkini gjørd soleiðis
at tey halda sær á felgunum
undir koyring uttan luft. Eftir
at luftin er likin út, kunnu
RFT-dekkini
koyra
eitt
strekki upp á 80 kilometrar
við 80 km/t.
Nýggir bilar, sum koma við
RFT-dekkum, hava eina skip-
an sum ansar eftir lufttrýst-
inum í dekkunum. Hetta fyri
at ávara bilføraran um t.d. at
okkurt av dekkunum missir
trýstið, so hann ikki koyrir
við meira ferð enn 80 km/t.
Higartil hava tað mest verið
dýrir sportsbilar og luksusbil-
ar, sum hava RFT-dekk sum
standard, men tey fara at blíva
alt meira vanlig.
RFT-dekk eru umleið 15-20
prosent dýrari enn vanlig
dekk.
Run Flat Tyre:
Koyr víðari punkteraður
Nýggi BMW-1 hevur RFT-dekk sum standard
THE BOSCH WAY
Bosch er komið við einum heilt
nýggjum akkumulatori – Bosch
Silver – mest framkomna
akkumulatori sum als ikki nýtist
viðlíkahald. Ein silvurlegering
gevur Bosch Silver nógv størri
orku, størri trygd í rakstri og heldur
nógv longur enn aðrir akkumu-
latorar, eisini við stórum hitabroyt-
ingum.
· Bilurin startar sera væl
· Serliga væl egnað
til stuttar koyritúrar
· 20% longri livitíð
· Løðir skjótt
· Álítandi streymveiting
· Haldgott snið
Fútalág 1 · Postboks 3061 · FO-110 Tórshavn
Tlf. + 298 313816 · Fax +298 313505